Upplivingar fyri allar pengarnar
Tilboðið er galdandi við fráferð hóskvøldið 25. mars 2021, og tit eru aftur á Havnini mánamorgun 5. apríl. Íroknað er ferð við Norrönu, kamar umborð, bilur og 7 nætur í Lalandia Billund. Veljast kann ímillum kamar við ella uttan vindeyga umborð á Norrönu.
Her er torført at taka nakað fram um annað, tí her er alt á einum stað. Hetta kann næstan samanberast við at verða sunnanfyri og ferðast. Her er longsti uttandura Wild Rover rutsjubanin í Evropa, og her er hann veruliga eitt ”hitt”.
Tit búgva í snotiligum húsi við egnari terassu. Á Lalandia er veðrið ongantíð ein forðing til gaman og álvara.
Les meira um depilin her.