Njótið frítíðina beint við størstu baðistrond í Norðurevropa
Tilboðið er galdandi við fráferð hóskvøldið 25. mars 2021, og tit eru aftur á Havnini mánamorgun 5. apríl. Íroknað er ferð við Norrönu, kamar umborð, bilur og 7 nætur í Danland Blokhus. Veljast kann ímillum kamar við ella uttan vindeyga umborð á Norrönu.
Einki er sum at bólta sær í bylgjum innandura. Tað kanst tú gera í subtropiska baðilandinum í Blokhus, sum er ein væl kendur depil millum føroyingar.
Fitness og vælvera er í hásæti, men tað ber eisini til at spáka á strondini ella fara í býin, har tað er lív í um summarið. Hesa ársins tíð er yðjandi lív í handlum og matstovum.
Les meira um depilin her.