Frítíðardeplar
í Danmark

Danland

Við frítíðardeplum beint við strondina er Danland tað upplagda valið fyri barnafamiljur. Her er alt frá svimjihylum inni og úti og spælipláss. Á strondini kunnu tit sóla tykkum, spæla á sandinum og vassa ella svimja – alt tað, sum ger feriuna góða og minniliga fyri børn og vaksin.

Danland Blokhus

Í hjartanum av Blokhus liggur Danland Blokhus, eitt frítíðarparadis við stórum baðilandi, spæliplássi, minigolfi, fitness og vælveru. Býurin rundanum bjóðar breiða sandstrond, matstovur, handilslív og tónleik á uttandurapalli gjøgnum summarið. Beint uttanfyri liggur Fårup Sommerland, og 40 km burtur er Aalborg Zoo.

Les meira

Danland Bork Havn

Danland Bork Havn liggur í vøkrum umhvørvi við Ringkøbingfjørð. Depilin hevur baðiland við hitarúmi og gosbað, eisini er spælipláss við hoppipútu, trampolin, beachvolley og tennisvølli. Nærhendis eru eisini Legoland og leyvulundin Givskud. Eisini kunnu tit njóta sólina og barnavinarligu sandstrondina í hugnaligu havnini.

Les meira

Danland Ebeltoft

Skamt frá litríka býnum Ebeltoft, eisini nevndur “norðurlendski Venezia”, liggur hesin serstaki frítíðardepil. Bústaðirnir eru bygdir á sjey oyggjum, bundnar saman við brúm – við vøkrum útsýni yvir vatn, kanalir og bátar. Her kanst tú sigla, íðka ítrótt, sóla tær og vitja hugnaliga býin við caféum, matstovum og handlum.

Les meira

Danland Gråsten

Njót vakra umhvørvið og allar møguleikarnar, sum Danland Fiskenæs í Gråsten bjóðar – eitt frítíðarparadis við subtropiskum baðilandi, rúmligum wellness-øki og nýmótans húsum við plássi fyri alla familjuna. Flensborg liggur beint við og gevur góðar møguleikar fyri innkeyp hinumegin markið.

Les meira

Danland Norddjurs

Ein hugnaligur depil ein tíma frá Aarhus, beint við strond og skóg. Her finnur tú svimjihyl, spælipláss, trampolinir, minigolf, fótbóltsvøll og nógv annað. Tú kanst eisini njóta spa, sauna og dampbað. Nærhendis liggja Djurs Sommerland, safariparkinRee Park og spennandi sjósavnið Kattegatcentret.

Les meira

Danland Bogense

Ein hugnaligur depil á Fjóni, har tit búgva í ævintýrkendum íbúðum, summar við brenniovni, hitarúmi o.ø. marglætishentleikum. Her er størsta bátahavnin á Fjóni við 760 stuttleikabátum, og við sínum heilt serliga dámi verður havnin samanborðin við Nyhavn í Keypmannahavn, og er hetta júst nakað fyri eina hugnaliga parferiu.

Les meira

Skallerup Seaside Resort

Í Skallerup er Romelus, baðilandi, bóndagarður, ríðisentur, bowling, matstova, matvøruhandil, ørgrynna av ymsum aktivitetum o.m.a. Tað sum ger depilin áhugaverdan til tað, sum hann er, er tað einastandandi umráðið – tað er eydnast at sameina ein nýmótans depil við náttúruna.

Tað sermerkta við deplinum er tann avslappaði dámurin við hentleikum so sum sauna, spa, dampbað. Harafturímóti ber tað eisini sera væl til at vera fysiskt aktivur ella at gera kreativar uppgávur. 

Les meira

Lalandia

Her fáa tit upplivingar fyri allar pengarnar. Lalandia er ein vældámdur depil, ið tey flestu kenna. Nú kunnu tit eisini uppliva nýggja depilin Lalandia Søndervig, ið liggur væl fyri við vældámda sjóvarbýin Søndervig.

Lalandia Billund

Her er alt samlað á einum stað – næstan sum at ferðast sunnanfyri. Lalandia bjóðar longsta uttandura Wild Rover rutsjubana í Evropa og snotilig hús við egnari terassu. Veðrið er ongantíð ein forðing til gaman og álvara.

Les meira

Lalandia Søndervig

Ein frítíðarmiðstøð beint við vældámda sjóvarbýin Søndervig og Norðsjógvin. Her kunnu tit njóta tropiskan hita í Aquadome við svimjihyljum og skreiðibreytum – ella slappa av í hitapottum og baðstovum, bæði inni og úti, og eisini vitja framúr góð matarstøð og hugnaligar handlar.

Les meira

Summarhús

Samstarvsavtalan við DanCenter og Friferie fevna um túsundtals summarhús í Danmark, sum koma tær tilgóðar.

Dancenter

Við risastóra úrvalinum av yvir 7.000 summarhúsum, er DanCenter størsti veitari av summarhúsum í Danmark. Flestu summarhúsini hava høga góðsku og liggja á góðari staðseting. Ert tú í góðari tíð, so finnur tú heilt sikkurt okkurt til tín tørv. Les meira á dancenter.dk

Friferie

Leitar tú eftir einum frítíðarstaði longur suðuri hevur FriFerie samstarv við frítíðarstøð í øllum Evropa og Danmark. Vit hjálpa tær fegin at finna júst tað stað, ið nøktar tín tørv. Les meira á friferie.dk

Ring til okkum og vit hjálpa fegin.

Bóka ferðina her