Danland Skagen
Sjálvir siga danir, at hetta er býurin við flestu sólskinstímunum í Danmark, har náttúran er merkt av havi og kilometurlongum hvítum strendum.
Hugnaligi býurin í Skagen savnar nógv fólk um summarið, har mangt er at fara til. Her uppliva tit tann heilt rætta stemningin av Gamla Skagen.
Í Danland Skagen búgva tit í hágóðskuíbúðum við terassu og góðum útsýni. Í teimum sjarmerandi húsunum búgva tit fáar hundrað metrar frá strondini, og í umhvørvinum eru hugnaligar matstovur, listasøvn og sera góðir shoppingmøguleikar.
Kundu tit hugsað tykkum at farið eitt sindur longur burtur, eru onnur listasøvn, golfvøllur, sjólív og mangt annað í nánd. Um dagin kunnu tit eisini njóta vælverumiðstøðina í frítíðardeplinum, sum hevur svimjihyl, spa og sauna.
Les meira um depilin her.