
Frítíðardeplar
í Danmark
Danland
Við frítíðardeplum beint við strondina er Danland tað upplagda valið fyri barnafamiljur. Her er alt frá svimjihylum inni og úti og spælipláss. Á strondini kunnu tit sóla tykkum, spæla á sandinum og vassa ella svimja – alt tað, sum ger feriuna góða og minniliga fyri børn og vaksin.

Skallerup Seaside Resort
Í Skallerup er Romelus, baðilandi, bóndagarður, ríðisentur, bowling, matstova, matvøruhandil, ørgrynna av ymsum aktivitetum o.m.a. Tað sum ger depilin áhugaverdan til tað, sum hann er, er tað einastandandi umráðið – tað er eydnast at sameina ein nýmótans depil við náttúruna.
Tað sermerkta við deplinum er tann avslappaði dámurin við hentleikum so sum sauna, spa, dampbað. Harafturímóti ber tað eisini sera væl til at vera fysiskt aktivur ella at gera kreativar uppgávur.
Lalandia
Her fáa tit upplivingar fyri allar pengarnar. Lalandia er ein vældámdur depil, ið tey flestu kenna. Nú kunnu tit eisini uppliva nýggja depilin Lalandia Søndervig, ið liggur væl fyri við vældámda sjóvarbýin Søndervig.
Summarhús
Samstarvsavtalan við DanCenter og Friferie fevna um túsundtals summarhús í Danmark, sum koma tær tilgóðar.
Dancenter
Við risastóra úrvalinum av yvir 7.000 summarhúsum, er DanCenter størsti veitari av summarhúsum í Danmark. Flestu summarhúsini hava høga góðsku og liggja á góðari staðseting. Ert tú í góðari tíð, so finnur tú heilt sikkurt okkurt til tín tørv. Les meira á dancenter.dk
Friferie
Leitar tú eftir einum frítíðarstaði longur suðuri hevur FriFerie samstarv við frítíðarstøð í øllum Evropa og Danmark. Vit hjálpa tær fegin at finna júst tað stað, ið nøktar tín tørv. Les meira á friferie.dk.
Ring til okkum og vit hjálpa fegin.
