Heimsins bestu feriur í Danmark

Við ikki minni enn 28 frítíðardeplum á kortinum hevur Danland nakað fyri øll. Felags fyri deplarnar er, at teir liggja tætt við strond, og at teir hava eina ørgrynnu til stuttleika, bæði úti og inni. Hóast flestu deplarnir eru upplagdir til barnafamiljuna, so eru teir eisini eitt gott val fyri parið ið vil njóta nakrar dagar saman.

Niðanfyri vísa vit á teir best umtóktu deplarnar hjá føroyingum. Kundi tú hugsað tær at vitja aðrar deplar, so er bara at seta seg í samband við okkum. Vit hjálpa tær fegin at skræddaraseyma tína komandi ferð.

Danland Blokhus

Einki er sum at bólta sær í bylgjum innandura. Tað kanst tú gera í subtropiska baðilandinum í Blokhus, sum er ein væl kendur depil millum føroyingar.

Fitness og vælvera er í hásæti, men tað ber eisini til at spáka á strondini ella fara í býin, har tað er lív í um summarið. Hesa ársins tíð er yðjandi lív í handlum og matstovum.

Les meira um depilin her.


Les meira
Danland Blokhus

Danland Bork Havn

Danland Bork Havn liggur í vøkrum umhvørvi beint við Ringkøbingfjørð.

Depilin hevur baðiland við hitarúmi og gosbað, eisini er spælipláss við hoppipútu, trampolin, beachvolley og tennisvølli. Nærhendis eru bæði Legoland og leyvulundin Givskud.

Eisini kunnu tit við ísi í hond, taka tykkum av løttum í hugnaligu havnini, njóta sólina og barnavinarligu sandstrondina.

Les meira um depilin her.


Les meira
Danland Bork Havn

Danland Løkken

Danland Løkken liggur við eina av bestu strondunum í Evropa. Tit gista í frítíðaríbúðum á høgum støði einans 750 metrar frá frálíku sandstrondini og úr býnum Løkken. Í nærumhvørvinum er ókeypis atgongd til svimjihyl, umframt er golfvøllur, listasøvn og handverkssølubúðir. Møguleiki er at vitja vældámda Fårup Sommerland, Nordsøen Oceanarium og Jesperhus Blomsterpark. Í Løkken eru hugnaligar handilsgøtur, har tú eisini kanst royna teg sum bommframleiðara í sjálvum Bolcheriet.

Les meira um depilin her.


Les meira
Danland Løkken

Danland Ebeltoft

Skamt frá gamla handilsbýnum, Ebeltoft, sum er har suðuri á Djurslandi, er hesin heilt serstaki frítíðardepilin. Bústaðirnir eru bygdir á sjey oyggjum, ið eru bundnar saman við brúm. Siglið, íðkið ítrótt, og sólið tykkum.

Vitjið Ebeltoft bý, ið ikki uttan orsøk verður nevndur norðurlendski Venezia. Hóast býurin ikki telist millum teir stóru, hevur Ebeltoft nógv at bjóða. Har eru nógvar hugnaligar caféir og matstovur - alt frá ísi til 4-rættaða matskrá. Litríki býurin eigur eisini eitt ríkt handilslív við stórum úrvali av mótaklæðum, smáum antikhandlum og lokalum listahandverki.

Njótið eitt uppihald í hugnaligum umhvørvi í Øer Maritim Ferieby. Her kunnu tit veruliga slappa av og njóta tað sera vakra útsýnið yvir vatn, kanalir og bátar.

Les meira um depilin her.


Les meira
Danland Ebeltoft

Danland Skagen

Sjálvir siga danir, at hetta er býurin við flestu sólskinstímunum í Danmark, har náttúran er merkt av havi og kilometurlongum hvítum strendum.

Hugnaligi býurin í Skagen savnar nógv fólk um summarið, har mangt er at fara til. Her uppliva tit tann heilt rætta stemningin av Gamla Skagen. 

Í Danland Skagen búgva tit í hágóðskuíbúðum við terassu og góðum útsýni. Í teimum sjarmerandi húsunum búgva tit fáar hundrað metrar frá strondini, og í umhvørvinum eru hugnaligar matstovur, listasøvn og sera góðir shoppingmøguleikar.

Kundu tit hugsað tykkum at farið eitt sindur longur burtur, eru onnur listasøvn, golfvøllur, sjólív og mangt annað í nánd. Um dagin kunnu tit eisini njóta vælverumiðstøðina í frítíðardeplinum, sum hevur svimjihyl, spa og sauna.

Les meira um depilin her.


Les meira
Danland Skagen

Danland Gråsten

Njót vakra umhvørvið og teir mongu møguleikarnar, ið Danland Fiskenæs í Gråsten, hevur at bjóða. Er veðrið keðiligt ber til at hugna sær í subtropiska baðilandinum, sum eisini hevur stórt wellness umráði. Húsini tit búgva í eru nýmótans og stór, so tað ber væl til at taka bæði ommu og abba við.

Danland Fiskenæs liggur beint við Flensborg, so tað er ein upplagdur møguleiki at gera sær dælt av góðu innkeypsmøguleikunum hinumegin markið.

Les meira um depilin her.


Les meira
Danland Gråsten

Danland Norddjurs

Ein miðsavnandi depil við strond og skógi í nærumhvørvinum. Ein lítlan tíma frá Aarhus liggur hesin hugnaligi depilin, har alt er savnað á einum felagsøki: svimjihylur, spælipláss, trampolinir, minigolf, fótbóltsvøllur og mangt annað. 

Á hesum frálíka frítíðardeplinum búgva tit einans 200 m frá barnavinarligu strondini, og eisini tætt við skógin. Børnini kunnu boltra sær í svimjihylinum ella á spæliplássinum, hoppa á trampolinunum ella bjóða øðrum av í borðtennis, billard ella minigolf.

Tit kunnu eisini koma heilt niður í tempo við einum túri í dampbaðnum, spa ella sauna.

Depilin liggur einans 1 tíma í bili frá stórbýnum Aarhus, og nærhendis stuttleikaparkin Djurs Sommerland, safariparkina Ree Park og Kattegatcentret, sum er eitt sera spennandi sjósavn.

Les meira um depilin her.


Les meira
Danland Norddjurs

Danland Bogense

Ein hugnaligur depil á Fjóni. Her búgva tit í ævintýrkendum íbúðum; summar við brenniovni, hitarúmi o.ø. marglætishentleikum.

Her er størsta bátahavnin á Fjóni við 760 stuttleikabátum, og við sínum heilt serliga dámi verður havnin samanborðin við Nyhavn í Keypmannahavn, og er hetta júst nakað fyri eina hugnaliga parferiu.

Les meira um depilin her.


Les meira
Danland Bogense

Translate_Get_your_free_catalogues

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Vit nýta cookies á smyrilline.fo. Við at nýta síðuna, góðtekur tú okkara nýtslu av cookies.

Í lagi