Njót nakrar dagar umborð á Norrönu í summar

Hvønn fríggjamorgun og sunnukvøld úr Føroyum í tíðarskeiðnum 6. juni til 15. august í summar kanst tú fara snarferð við Norrönu til Danmarkar.

Tú hevur longu goldið fyri bæði ferð og mat, áðrenn tú kemur umborð, tískil skalt tú bara njóta tíðina umborð við millum annað góðum mati í okkara frálíku matstovu og hugna í Undirhúsið. 

Ferðin er eitt upplagt høvi hjá støkum, pørum, vinum og familjum at hugna sær umborð á Norrönu. Fyri børn er Norröna sum at koma í eina heilt aðra verð.

At ferðast sjóvegis millum lond, er hvíld í sær sjálvum og gott fyri sálina. Hugnin í at seta seg til borðs í okkara stásiligu Skansagarður – Buffet, at njóta eina løtu í heitu pottunum ella bara at seta seg við eini góðari bók - er rein kvalitetstíð.

Ferðandi ið fara hendan túrin skulu ikki testast fyri Koronu og mælt er ikki til at fara í 4 daga heimauppihald. 

Bilurin kann ikki takast við á snarferð.

Prísur fyri hvønn, tá ið 2 ferðast saman

Kamar uttan vindeyga: kr. 1.990

Kamar við vindeyga: kr. 2.240

Kamar við dupultsong: kr. 2.990

Luksuskamar: kr. 3.240

Nordic Deluxe: kr. 3.715

  • Íroknað
    • Snarferð Tórshavn-Hirtshals-Tórshavn
    • Kamar umborð
    • Morgunmatur og døgurði í Skansagarði
  • Møgulig tilkeyp
    • Børn 12 – 15 ár: 1.990 kr. íroknað matarmband
    • Børn 3 – 11 ár: 990 kr. íroknað matarmband
    • Børn 0 – 2 ár: ókeypis
    • Bílegg minibarr áðrenn fráferð (einans í kømrum v/vindeyga). Sí prísir og hvat minibarrin inniheldur her.
    • Bílegg miðmála umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
Bílegg á tlf. +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues