Gott undirhald, góður matur og shopping

Vit kunnu enn einaferð kunngerða ársins jólatúr – ein túrur har hugni, gleði og gaman eru í hásæti.

Vit liggja við bryggju í Hirtshals frá kl. 11.00 til kl. 18.00 leygardagin 26. novembur.

Shopping í Hjørring og Aalborg
Úr Hirtshals koyra vit beinleiðis við bussi til Hjørring og Aalborg. Hjørring er grannabýur við Hirtshals, við eitt nú hugnaligari gongugøtu, har millum annað stóra handilsmiðstøðin Metropol heldur til. Aalborg er 4. størsti býur í Danmark. Umframt nógv kend støð, er eisini høvi at vitja eitt nú Aalborg Storcenter, Friis Shoppingcenter og Ikea.

Góður matur, undirhald o.a.
Umframt góðu tilboðini í Tax Free handlinum, vera fleiri sertilboð á túrinum. Lagt verður upp til ein spennandi túr við undirhaldi, frálíkum matarskráum og tónleiki frá nøkrum av okkara bestu tónleikarum. Tit kunnu gleða tykkum til, at bólkurin ROX við Signar í Homrum, verður aftur við á jólatúrinum í ár, umframt fleiri onnur kend nøvn so sum Rani Nolsøe og Ólavur á Váli. 

Tað ber til at bíleggja matin umborð áðrenn fráferð og spara pening. Allar matstovur hava opið hendan túrin. Sí matstovurnar og prísir HER

Ferðaætlan
Check inn í Tórshavn byrjar kl. 18.00

Fráferð Tórshavn 24. novembur kl. 20.00
Koma Hirtshals 26. novembur kl. 11.00

Fráferð Hirtshals 26. novembur kl. 18.00
Koma Tórshavn 28. novembur kl. 07.30

Sí skránna niðanfyri. 

Prísir fyri hvønn

1 ferðandi
Koyggja í deildum 4-koyggjukamari: kr. 799
Einakamar v/vindeyga: kr. 1.399

Tá 2 ferðast saman
Kamar u/vindeyga: kr. 799
Kamar v/vindeyga: kr. 1.099
Kamar v/dupultsong & vindeyga: kr. 1.299 Útselt
Luksuskamar: kr. 1.799 Útselt
Nordic Deluxe: kr. 2.799 Útselt

Tá 3 ferðast saman
Kamar u/vindeyga: kr. 799
Kamar v/vindeyga: kr. 999

Tá 4 ferðast saman
Kamar u/vindeyga: kr. 799
Kamar v/vindeyga: kr. 949

  • Íroknað:
    • Cruise Tórshavn – Hirtshals – Tórshavn
    • Koyggja/kamar
  • Møgulig tilkeyp:
    • Børn: 3-11 ár: kr. 499
    • Ung: 12-15 ár: kr. 799
    • Bilur <1,9m H & 5m L: kr. 799
    • Bilur <2,5m H & 5m L: kr. 1.499
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
    • Matararmband til børnini. Sí prísir og annað her.
    • Bílegg minibar áðrenn fráferð (einans í kømurum við vindeyga): Minibar uttan alkohol: kr. 89 / Minibar við alkohol: kr. 129
    • Bussur til Hjørring: kr. 130
    • Bussur til Aalborg: kr. 200
Sí prísir

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 6.000. Restin fellur til gjaldingar 30 dagar áðrenn fráferð.

 

Skráin fyri jólatúrin

Hósdagur

kl. 17:00 – 19:00 Vit tjekka inn 
kl. 18:00 – 21:00 Matstovunar hava opið
kl. 18:00 – 24:00 Biografur hevur sýningar
kl. 19:00 – 23:00 Janus á Húsagarði spælir livandi tónleik í Undirhúsinum
kl. 19:00 – 20:00 Sjógvan bjóðar børnunum vælkomin umborð
kl. 18:00 – 21:00 Happy Hour: Øl, cider og sodavatn í Undirhúsinum
kl. 19:00 – 23:00 Rani Nolsøe spælir livandi tónleik í Laterna Magica
kl. 20:00 – Fráferð úr Tórshavn
kl. 20:00 – 21:00 Dagsins drinkur 50,- í Undirhúsinum
kl. 20:00 – 23:00 Sjóbúðin hevur opið
kl. 21:00 – 22:00 0,50 L øl hálvur prísur í Laterna Magica
kl. 23:00 – 03:00 Ólavur á Váli og Henning Nicodemussen spæla livandi tónleik í Laterna Magica
kl. 23:00 – 03:00 ROX v/Signar í Homrum spæla til dans í Undirhúsinum


Fríggjadagur

kl. 09:00 – 18:00 Fitness hølið hevur opið
kl. 10:00 – 24:00 Biografurin hevur sýningar
kl. 10:00 – 22:00 Hitapottarnir hava opið (bílegging í móttøkuni)
kl. 11:00 – Sjógvan kemur á vitjan
kl. 11:00 – 21:00 Sjóbúðin hevur opið
kl. 11:00 – 12:00 Jólateknikapping í Nóatún
kl. 14:00 – 15:00 Whiskeysmakking í Sjóbúðin
kl. 14:00 – 15:00 20% avsláttur av øllum romm og whiskey fløskum
kl. 14:00 – 15:00 Glas av brúsandi víni fyri hálvan prís í Laterna Magica
kl. 15:00 – Jólabingo í Undirhúsinum
kl. 15:00 – 16:00 Pizza ella burgari v/kips fyri 79,- í Nóatúni
kl. 18:00 – Jólamaðurin kemur á vitjan
kl. 18:00 – 20:00 Happy hour: øl, cider og sodavatn fyri hálvan prís í Laterna Magica   
kl. 19:00 – 20:00 Janus á Húsagarði spælir livandi tónleik í Undirhúsinum
kl. 19:00 – 20:00 Rani Nolsøe spælir livandi tónleik í Laterna Magica
kl. 19:00 – 20:00 Livandi tónleikur í Laterna Magica
kl. 20:00 – Pubquiz í Undirhúsinum
kl. 20:00 – 21:00 Dagsins drinkur 50,- í Undirhúsinum
kl. 21:00 – 22:00 Felagssangur og undirhald við John og Tommy í Undirhúsinum
kl. 21:00 – 22:00 0,50 L øl fyri hálvan prís í Undirhúsinum
kl. 22:00 – 23:00 Janus á Húsagarði spælir livandi tónleik í Undirhúsinum 
kl. 23:00 – 03:00 Ólavur á Váli og Henning Nicodemussen spæla livandi tónleik í Laterna Magica
kl. 23:00 – 03:00 ROX v/Signar í Homrum spæla til dans í Undirhúsinum


Leygardagur

kl. 09:00 – 10:00 Sjóbúðin hevur opið
kl. 10:00 – 24:00 Biografurin hevur sýningar
kl. 10:00 – Koma til Hirtshals (skips tíð, sum er føroysk tíð)
kl. 10:30 – Bussar koyra til Aalborg og Hjørring
kl. 15:00 – 19:00 Fitness hølið hevur opið
kl. 17:00 – Øll ferðafólk skulu verða umborð aftur
kl. 17:00 – Fráferð úr Hirtshals (skipstíð, sum er føroysk tíð)
kl. 17:00 – 18:00 Blind øl smakking í Sjóbúðuni - vinn eina rammu av egnum ynski
kl. 17:30 – 21:00 Matstovurnar hava opið
kl. 18:00 – 21:00 Sjóbúðin hevur opið
kl. 18:00 – Sjógvan kemur á vitjan
kl. 19:00 – 20:00 Rani Nolsøe spælir livandi tónleik í Undirhúsinum
kl. 19:00 – 23:00 Janus á Húsagarði spælir livandi tónleik í Laterna Magica
kl. 19:00 – 22:00 Hitapottarnir hava opið (bílegging í móttøkuni)
kl. 19:00 – 20:00 Happy hour: øl, cider og sodavatn fyri hálvan prís í Undirhúsinum
kl. 20:00 – 21:00 Dagsins drinkur 50,- í Undirhúsinum   
kl. 20:00 – 21:00 Felagssangur og undirhald við John og Tommy í Undirhúsinum
kl. 21:00 – 23:00 Rani Nolsøe spælir livandi tónleik í Undirhúsinum
kl. 21:00 – 22:00 0,50 L øl fyri hálvan prís í Undirhúsinum
kl. 23:00 – 03:00 Ólavur á Váli og Henning Nicodemussen spæla livandi tónleik í Laterna Magica 
kl. 23:00 – 03:00 ROX v/Signar í Homrum spæla til dans í Undirhúsinum


Sunnudagur

kl. 09:00 – 18:00 Fitness hølið hevur opið
kl. 10:00 – 24:00 Biografurin hevur sýningar
kl. 10:00 – 22:00 Hitarpottanir hava opið (bílegging í móttøkuni)
kl. 11:00 – 21:00 Sjóbúðin hevur opið
kl. 11:00 – 12:00 Sjógvan kemur á vitjan
kl. 13:00 – Jólamaðurin kemur á vitjan 
kl. 14:00 – 15:00 Romsmakking í Sjóbúðuni
kl. 14:00 – Mega Bingo í Undirhúsinum
kl. 15:00 – 16:00 Glas av brúsandi víni fyri hálvan prís í Laterna Magica
kl. 17:00 – 18:00 Gin smakking í Sjóbúðuni
kl. 17:00 – 18:00 Felagssangur og undirhald við John og Tommy í Undirhúsinum
kl. 17:30 – 21:00 Matstovunar hava opið
kl. 18:00 – Jólamaðurin kemur á vitjan
kl. 19:00 – 23:00 Janus á Húsagarði spælir livandi tónleik í Laterna Magica
kl. 19:00 – 20:00 Rani Nolsøe spælir livandi tónleik í Undirhúsinum 
kl. 19:00 – 20:00 Happy hour: øl, cider og sodavatn fyri hálvan prís í Undirhúsinum
kl. 20:00 – 21:00 Dagsins drinkur 50,- í Undirhúsinum
kl. 20:00 – Jólatónleika quiz í Undirhúsinum 
kl. 21:00 – 23:00 Rani Nolsøe Spælir livandi tónleik í Undirhúsinum
kl. 21:00 – 22:00 0,50 L øl fyri hálvan prís í Undirhúsinum
kl. 23:00 – 02:00 Ólavur á Váli og Henning Nocodemussen spæla livandi tónleik í Laterna Magica 
kl. 23:00 – 02:00 ROX v/Signar í Homrum spæla til dans í Undirhúsinum
 

Mánadagur

kl. 07:00 – Koma á Havnina (ferðafólk í land kl. 07:30)
 

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.

Bussur til Hjørring/Aalborg

Ferðaætlan: Hirtshals – Hjørring – Aalborg

Úr Hirtshals kl. 11.00 (lokal tíð)
 
Úr Hjørring og Aalborg
Bussur koyrir úr Hjørring kl. 16.00 (lokal tíð)
Bussur koyrir úr Aalborg City kl. 15.30 (lokal tíð)
Bussur koyrir úr Aalborg Storcenter kl. 15.45 (lokal tíð)
 
Prísir
Hjørring Centrum: kr. 130
Aalborg Storcenter og Aalborg City: kr. 200

Bussur til Hjørring/Aalborg.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.