Njót eitt langt vikuskifti umborð á Norrönu

Í tíðarskeiðnum 3. septembur til 29. oktobur er møguligt at fara cruise til Danmarkar hóskvøld til mánamorgun.

Tað einasta tú skalt gera, er at njóta tíðina umborð við millum annað góðum mati í okkara frálíku matstovum og hugna í Naust. 

Vitjið eisini okkara frálíka tollfría handil. Har er stórt úrval av dygdarvørum til tollfríar prísir. Umframt stórt úrval av luktilsi, smyrsli, smykkum, leiku til bæði smá og størri børn, góðgæti og gávulutum, hevur handilin stórt úrval av bæði føroyskum og útlendskum merkivørum.

Um kvøldið kanst tú njóta eina frálíka máltíð við góðum víni í okkara hugnaligu gourmet matstovu Simmer Dim, ið bjóðar eitt væla úrval av matarskráum frá norðurlendska køkinum við vistfrøðiligum, burðardyggum og staðbundnum vørum. Ynskir tú eina lættari máltíð, kunnu vit bjóða bæði heitar rættir, smyrjibreyð og annað leskiligt í The Diner.

Norröna leggur at í Hirtshals leygardag kl. 11.30, og fer ikki avstað aftur fyrr enn kl. 16.00 sama dag, tískil hevur tú nakrar tímar á landi, har tú sjálv/ur avgerð, hvussu tímarnir verða brúktir. 

GG: Bilur kann ikki takast við á cruiseferðini.

Prísur fyri hvønn, tá 2 ferðast saman


Kamar u/vindeyga: kr. 1.195

Kamar v/vindeyga: kr. 1.395

Kamar v/dupultsong & vindeyga: kr. 1.595

Luksuskamar: kr. 1.795

 

  • Íroknað
    • Cruise Tórshavn-Hirtshals-Tórshavn
    • Kamar
  • Møgulig tilkeyp
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
    • Bílegg minibarr áðrenn fráferð (einans í kømurum við vindeyga): Minibarr uttan alkohol: kr. 89 / Minibarr við alkohol: kr. 129. Les meira her
    • Ein túr í hitapott, les meira her
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo Bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues