Njót eitt langt vikuskifti umborð á Norrönu

Hvørt hóskvøld í tíðarskeiðnum 06. februar til 12. mars er møguligt at fara cruise til Danmarkar úr einans kr. 299. 

Túrarnir eru hesir:

06. - 10. februar
13. - 17. februar
20. - 24. februar
27. feb. - 02. mars
05. - 09. mars
12. - 16. mars

Tað einasta tú skalt gera, er at njóta tíðina umborð við millum annað góðum mati í okkara frálíku matstovum og hugna í Naust. Vel millum stóra úrvalið í The Diner ella kundi tú heldur hugsað tær eitt gott kvøld við gourmet mati og góðum víni, so royn okkara frálíku gourmet matstovuna Simmer Dim.

Vitjið okkara frálíka og útbygda tollfría handil - Explorer Shop. Har er stórt úrval av dygdarvørum til tollfríar prísir.

Umframt stórt úrval av luktilsi, smyrsli, smykkum, leiku til bæði smá og størri børn, góðgæti og gávulutum, hevur handilin stórt úrval av bæði føroyskum og útlendskum merkivørum.

Norröna leggur at í Hirtshals leygardag kl. 11.30, og fer ikki avstað aftur fyrr enn kl. 16.00 sama dag, tískil hevur tú nakrar tímar á landi, har tú sjálv/ur avgerð, hvussu tímarnir verða brúktir. 

Tónleikarar á túrunum
Sí yvirlit yvir, hvør tónleikari spælir á hvørjum túri niðanfyri.

GG: Tað ber ikki til at taka bilin við.

Prísur fyri hvønn úr kr. 299

 

  • Íroknað
    • Cruise Tórshavn-Hirtshals-Tórshavn
    • Koyggja/kamar uttan vindeyga
  • Møgulig tilkeyp
    • 2-koyggjukamar v/vindeyga: kr. 400
    • Kamar v/dupultsong & vindeyga: kr. 600
    • 4-koyggjukamar v/vindeyga: kr. 800
    • Bílegg matin umborð áðrenn fráferð og spar pening. Sí prísir og annað her.
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo Bílegg

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Undirhald

Hesir spæla á túrunum:

06. - 10. februar
Rani Nolsøe

13. - 17. februar
Kim Hansen

20. - 24. februar
Sámal Ravnsfjall

27. feb. - 02. mars
Eyðun Nolsøe

05. - 09. mars
Rani Nolsøe

12. - 16. mars
Sámal Ravnsfjall

Minibarr

Minibarr kann bert keypast í kømrum við vindeyga. Tú fær ymsar leskidrykkir, vín, øl & snacks við í tilkeypinum. Um minibarr ikki er bíløgd, er køliskápið afturlatið.

Til ber at velja ímillum minibarr við ella uttan alkohol. Sí innihaldið niðanfyri.

Minibarr í luksuskømrunum og Suituni er íroknað prísinum. Hon inniheldur: 2 sodavatn, 2 øl, 2 vatn og 1 pk chips (lítil pakki), 1 twix/mars/snickers. Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. 

Um tú ferðast á Cruise, so verður minibarrin bert fylt upp einaferð á túrinum, og tað er við fráferð.
 

Minibar uttan alkohol kr. 89
(prísur umborð kr. 119)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Fanta 33cl.
1 x KitKat
2 x Kims Chips 25g.
1 x Haribo góðgæti 500g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini

 

Minibar við alkohol kr. 129
(prísur umborð kr. 149)


2 x vatn 50cl.
2 x brúsvatn 33cl.
2 x Coca Cola 33cl.
2 x Føroya Bjór Veðr øl 33cl.
2 x Føroya Bjór Gull øl 33cl.
1 x Reyðvín Casa Major
2 x Kims Chips 25g.
2 x Sjokuláta Twix mini
2 x Sjokuláta Snickers mini


Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum. ​

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues