Njót nakrar dagar umborð á Norrönu í summar

Hvønn fríggjamorgun og sunnukvøld í tíðarskeiðnum 28. juni til 16. august í summar kanst tú fara 'All inclusive' summarcruise við Norrönu til Danmarkar. Við fyrivarni fyri útseldum fráferðum.

Tú hevur longu goldið fyri bæði ferð og mat, áðrenn tú kemur umborð, tískil skalt tú bara njóta tíðina umborð við millum annað góðum mati í okkara frálíku matstovum og hugna í Naust. 

Ferðin er eitt upplagt høvi hjá støkum, pørum, vinum og familjum at hugna sær umborð á Norrönu. Fyri børn er Norröna sum at koma í eina heilt aðra verð.

At ferðast sjóvegis millum lond, er hvíld í sær sjálvum og gott fyri sálina. Hugnin í at seta seg til borðs í okkara stásiligu Norröna Buffet, at njóta eina løtu í heitu pottunum ella bara at seta seg við eini góðari bók - er rein kvalitetstíð.

Prísur fyri cruise

Vaksin: kr. 1.895

Børn (3-15 ár): 995

Børn (0-2 ár): Ókeypis


Bilurin kann ikki takast við á cruise.


Bílegg fríggjamorgun her

Bílegg sunnukvøld her
 

  • Íroknað
    • Cruise Tórshavn-Hirtshals-Tórshavn
    • Kamar umborð (best tøka kamari)
    • Morgunmatur í Norröna Buffet
    • Frokostur í The Diner
    • Kvøldarbuffet í Norröna Buffet
  • Møgulig tilkeyp
    • Eykagjald fyri kamar við dupultsong og vindeyga kr. 1.000
    • Eykagjald fyri luksuskamar kr. 2.000
    • Ein túr í hitapott, les meira her
Ring til okkum á +298 345900 ella send ein t-post til booking@smyrilline.fo

Lagaligar keypstreytir: Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð. Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

 

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues