Country: Cruise

  • Páskacruise til Íslands

    Páskacruise til Íslands

    Ferðast til Íslands í páskafrítíðini og njótið eina avslappandi og hugnaliga ferð saman við familjuni. Umborð á Norrönu kunnu tit spæla borðspøl, fara í biograf, svimja ella bara njóta tíðina saman. Størri børnini kunnu spæla PlayStation í Undirhúsinum, meðan tey smærru hava tað stuttligt á spæliplássinum í Nóatúni.

    Svimjihylar og náttúrubað

    Á Eysturlandinum eru fleiri heitir svimjihylar og náttúrubað, sum eru ein vitjan verd.  Í Seyðisfirði er ein lítil svimjihøll, men á Egilsstøðum og á Eskifirði eru eisini uttandura svimjihylar við rutsjibanum. Uttan mun til vind og veður er tað ein lekkur uppliving. Á Egilsstøðum liggur Vök, og eitt sindur longri burtur liggur náttúrbaðið Jarböðin, ið ofta verður kallað ”Lítla Bláa Lónið”.  Ger sum tey lokalu; læt kroppin flóta í flógva vatninum, tak tær av løttum og njót lívið.

    31. mars – 3. apríl
    Úr 499,-
    fyri hvønn
    Íroknað
    • Prísur fyri hvønn
    • Cruise til Íslands
    • Kamar uttan vindeyga
    Tilkeyp
    • Bilur <1,9m H & 5m L: 599,-
    Ferðaætlan

    Norröna fer av Havnini týsdag á middegi og kemur til Seyðisfjarðar mikumorgun. Skipið liggur við bryggju til hóskvøld, og tit búgva umborð allan túrin. Fríggjadag seinnapart kemur Norröna aftur til Havnar.

    Skráin fyri túrin

    Týsdagur 31. mars

    13.00

    Fráferð av Havnini

    13.45

    Sjógvan bjóðar vælkomin

    15.00

    Andlitsmáling

    17.00

    Barnaundirhald

    17.30

    Smakkiroyndir í Sjóbúðini

    20.00

    Pubquiz í Laterna Magica

    21.00

    Livandi tónleikur í Laterna Magica

    Mikudagur 1. apríl

    10.00

    Koma til Seyðisfjarðar

    13.00

    Eggjaveiða fyri børn og familjur

    16.00

    Klippa og tekna

    20.00

    Gita ein sang við Adrian 

    21.00

    Livandi tónleikur í Laterna Magica

    Hósdagur 2. apríl

    10.00

    Eggjamáling fyri børn

    13.00

    Undirhald fyri børn og foreldur

    20.00

    Livandi tónleikur í Laterna Magica

    Fríggjadagur 3. apríl

    10.00

    Barnaundirhald

    13.00

    Páskabingo

    16.00

    Aftur á Havnini

    Upplivingar
    á Eysturlandinum

    Seyðisfjörður

    Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum.

    Vök Baths

    Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök. Náttúrubaðið er ein jarðhitamiðdepil, sum liggur beint við Egilsstaðir. Einans 30 km frá Seyðisfirði. Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum. Her kanst tú njóta framúr góða útsýnið yvir sjógvin og vakra landslagið.

    Jarðböðin við Mývatn

    Náttúrubaðið Jarðböðin í Mývatn verður ofta kallað: “Lítla Bláa Lónið”. Um tú leitar eftir eini serstakari baðuppliving fyri rímiligan prís, viðmæla vit at tú vitjar náttúrubaðið Jarðböðin, har tú sleppur undan at stilla teg í bíðirað. Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn frá Seyðisfirði.

    Egilsstaðir

    Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilsstaðir. Sí koyrivegleiðing. Har eru góðir møguleikar til shopping, og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Náttúrubaðið Vök liggur einans fáar minuttir við bili frá Egilsstaðir.

    Eskifjörður

    Ein tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð.

  • Cruise til Íslands

    Cruise til Íslands

    Set gerandisdagin á pausu og kom við Norrönu til Íslands í nakrar dagar.

    Túrurin er frá týsdegi til fríggjadag. Tú fært 2 dagar í Íslandi. Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði frá mikumorgni kl. 09:00 til hóskvøld kl. 20:00. Hetta ger, at tú hevur fríar ræsur at hyggja teg um har á leiðini. Tú býrt umborð, meðan Norröna liggur við bryggju á Seyðisfirði.

    Fá íblástur til upplivingar á Eysturlandinum niðanfyri. Avmarkað pláss til hendan prísin, so tað er at skunda sær at bíleggja.

    Vár & heyst
    Úr 1.295,-
    fyri hvønn
    Íroknað
    • Cruise til Íslands og aftur
    • Kamar
    Tilkeyp

    • Bilur <1,9m H & 5m L: 599,-
    • Bilur 1.9-2.5m H & 5m L: 899,-

    Upplivingar
    á Eysturlandinum

    Seyðisfjörður

    Norröna leggur at á Seyðisfirði. Sjálvur fjørðurin er áleið 17 kilometur langur. Á heimasíðuni hjá Visit Seyðisfjørði ber til at lesa meira um fjørðin, fjøllini og aðrar upplivingar á staðnum.

    Vök Baths

    Tak tær av løttum í friðsæla náttúrubaðumhvørvinum Vök. Náttúrubaðið er ein jarðhitamiðdepil, sum liggur beint við Egilsstaðir. Einans 30 km frá Seyðisfirði. Náttúrubaðið Vök fær hitaorku sína úr jarðhitaumhvørvinum í økinum. Her kanst tú njóta framúr góða útsýnið yvir sjógvin og vakra landslagið.

    Jarðböðin við Mývatn

    Náttúrubaðið Jarðböðin í Mývatn verður ofta kallað: “Lítla Bláa Lónið”. Um tú leitar eftir eini serstakari baðuppliving fyri rímiligan prís, viðmæla vit at tú vitjar náttúrubaðið Jarðböðin, har tú sleppur undan at stilla teg í bíðirað. Tað tekur umleið 2,5 tímar at koyra til Mývatn frá Seyðisfirði.

    Egilsstaðir

    Úr Seyðisfirði tekur tað einans ein hálvan tíma at koyra til Egilsstaðir. Sí koyrivegleiðing. Har eru góðir møguleikar til shopping, og so er ein góður svimjihylur í nánd. Eisini er nógv søguligt at síggja og vøkur náttúra. Náttúrubaðið Vök liggur einans fáar minuttir við bili frá Egilsstaðir.

    Eskifjörður

    Ein tíma við bili sunnan fyri Seyðisfjörð liggur Eskifjörður, sum hevur ymiskt áhugavert at bjóða, hóast tað er ein lítil býur. Svimjihylurin í býnum hevur tveir hitapottar, rutsjubana, og ein langhyl á 25 metrar. Í vetrarhálvuni ber eisini til at standa á skíð.

Bóka ferðina her

icon-close