Danland Norddjurs

Ein miðsavnandi depil við strond og skógi í nærumhvørvinum. Ein lítlan tíma frá Aarhus liggur hesin hugnaligi depilin, har alt er savnað á einum felagsøki: svimjihylur, spælipláss, trampolinir, minigolf, fótbóltsvøllur og mangt annað. 

Á hesum frálíka frítíðardeplinum búgva tit einans 200 m frá barnavinarligu strondini, og eisini tætt við skógin. Børnini kunnu boltra sær í svimjihylinum ella á spæliplássinum, hoppa á trampolinunum ella bjóða øðrum av í borðtennis, billard ella minigolf.

Tit kunnu eisini koma heilt niður í tempo við einum túri í dampbaðnum, spa ella sauna.

Depilin liggur einans 1 tíma í bili frá stórbýnum Aarhus, og nærhendis stuttleikaparkin Djurs Sommerland, safariparkina Ree Park og Kattegatcentret, sum er eitt sera spennandi sjósavn.

Les meira um depilin her.

Melda til tíðindabræv

Ynskir tú at móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line við góðum tilboðum og íblástri? Tað er lætt og einfalt. Melda teg til tíðindabrævið niðanfyri, so senda vit tær ein teldupost tá ið vit hava tíðindi og góð tilboð.

Katalog

Translate_Please_enter_your_credentials_to_receive_your_free_catalogues

Ja, eg vil fegin móttaka tíðindabrøv frá Smyril Line.