24. - 27 mars

Sjómannatúrur

Fyri hvønn úr

3.490,-

Kom umborð á Norrönu og uppliv sjómanshugnan. Vit ferðast aftur á slóðina, har fleiri av okkara sjómonnum hava siglt í áratíggju – ein túrur, sum bindur søgu, minnir og felagsskap saman.
Gomlu skipini og trækoyggjurnar eru nú skift út við okkara stásiliga flaggskip og nýmótans hentleikar: rúmlig kømur, matstovur, caféir, hitapottar og svimjihyl. Her fært tú góðar umstøður og møguleikan at uppliva ein serstakan og søguligan túr.

Á skránni eru bæði framløgur og hugnaligar løtur við sangi og tónleiki. Jóan Pauli Joensen, Janus Jensen og Sonny Johannesen og fleiri fara at siga frá, og John Danielsen fer at standa fyri undirhaldi og felagssangi. Eisini luttekur Robert McBirnie við sangi og tónleiki.

Í Íslandi verður steðgað í hálvtannað samdøgur. Útferðir verða gjørdar til Reyðarfjarðar og Eskifjarðar, har vitjað verður á fleiri søvnum.

Sum siður hevur verið á undanfarnu túrunum, verður eisini hesuferð vitjað á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.

Morgunmatar- og kvøldarbuffet er íroknað á øllum túrinum.

24. – 27. mars
Úr 3.490,-

Tá 2 ferðast saman

úr 3.490,- fyri hvønn

Einstaklingur

úr 3.640,- fyri hvønn

Íroknað
  • Cruise til Íslands
  • Kamar uttan vindeyga
  • 3 x morgunmatarbuffet
  • 3 x kvøldarbuffet
  • Útferðir

Skráin fyri túrin

Týsdagur 24. mars

13.00

Fráferð úr Tórshavn

14.00

Kunnandi fundur

14.30

Kristian Martin Petersen (Felagið Línuskip) Føroysk línuskip – frá feskum til fryst

16.00

Sonny Johannesen – Fyrri partur

18.00

Skansagarður Buffet

19.30

Sjómannsmøti við Absalon Absalonsen

20.30

Jóan Pauli Joensen – Sjógvurin og vit. Tættir úr sjómenning okkara

21.00

Sjómanshugni við sangi og tónleiki – Robert McBirnie luttekur

Mikudagur 25. mars

07.00 – 10.00

Morgunmatarbuffet

09.00

Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði

09.30

Úferð til Reyðarfjarðar og Eskifjarðar har vitjað verður á søvnunum Randulff Sjóhús, Sjóminjasafn Austurlands, og Jósafat Hinriksson Maritime Museum

15.00

Vit koyra aftur til Seyðisfjarðar – túrurin tekur umleið hálvanannan tíma

18.00

Skansagarður Buffet

20.30

Janus Jensen – Tá sluppin Anna fórst uttanfyri Grindavík á Suðurlandinum í
1924

21.00

Sjómanshugni við sangi og tónleiki – Robert McBirnie luttekur

Hósdagur 26. mars

07.00 – 10.00

Morgunmatarbuffet

10.30

Louisa Ludvíksdóttir, ið er ættað úr Íslandi, sigur frá um íslendskar sjókonur (konufólk sum róðu út við 6-og 8-mannaførum). Eisini verður sagt frá um íslendska pátrúgv í samband við sjólívið.

13.00

Útferð til Egilsstaðir, har tit gera sum tykkum lystir.

Møguleiki verður at vitja Vök Baths har tit kunnu fara út í hitahyljarnar, og njóta vælveruna í serstøku íslendsku náttúruni.

15.00

Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar

16.00

Vitjað verður á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.

18.00

Skansagarður Buffet

20.00

Lagt verður frá bryggju á Seyðisfirði

20.00

Absalon Absalonsen – Tá Borgin kom í illveður heim frá Kappanum í 1968

21.00

Sonny Johannesen – Seinni partur

21.30

Sjómanshugni við sangi og tónleiki – Robert McBirnie luttekur

Fríggjadagur 27. mars

07.00 – 10.00

Morgunmatarbuffet

10.30

Absalon Absalonsen -Við Fiskanes á Kappanum tá Hans Hedtoft sakk.

13.00

Jóan Pauli Joensen – Lívið umborð á sluppunum. 50 ár síðan bókin Færøske sluppfiskere kom út

16.00

Vit leggja at bryggju

Bóka ferðina her

icon-close