Ferðast til Íslands í páskafrítíðini og njótið eina avslappandi og hugnaliga ferð saman við familjuni. Umborð á Norrönu kunnu tit spæla borðspøl, fara í biograf, svimja ella bara njóta tíðina saman. Størri børnini kunnu spæla PlayStation í Undirhúsinum, meðan tey smærru hava tað stuttligt á spæliplássinum í Nóatúni.
Svimjihylar og náttúrubað
Á Eysturlandinum eru fleiri heitir svimjihylar og náttúrubað, sum eru ein vitjan verd. Í Seyðisfirði er ein lítil svimjihøll, men á Egilsstøðum og á Eyskifjörðinum eru eisini uttandura svimjihylar við rutsjibanum. Uttan mun til vind og veður er tað ein lekkur uppliving. Á Egilsstøðum liggur Vök, og eitt sindur longri burtur liggur náttúrbaðið Jarböðin, ið ofta verður kallað ”Lítla Bláa Lónið”. Ger sum tey lokalu; læt kroppin flóta í flógva vatninum, tak tær av løttum og njót lívið.
31. mars – 3. apríl
Úr 499,-
fyri hvønn
31. mars – 3. apríl
Úr 499,-
Íroknað
- Prísur fyri hvønn
- Cruise til Íslands
- Kamar uttan vindeyga
Tilkeyp
- Bilur <1,9m H & 5m L: 599,-
Ferðaætlan
Norröna fer av Havnini týsdag á middegi og kemur til Seyðisfjarðar mikumorgun. Skipið liggur við bryggju til hóskvøld, og tit búgva umborð allan túrin. Fríggjadag seinnapart kemur Norröna aftur til Havnar.
Skráin fyri túrin

Týsdagur 31. mars
13.00
Fráferð av Havnini
13.45
Sjógvan bjóðar vælkomin
15.00
Andlitsmáling
17.00
Barnaundirhald
17.30
Smakkiroyndir í Sjóbúðini
20.00
Pubquiz í Laterna Magica
21.00
Livandi tónleikur í Laterna Magica

Mikudagur 1. apríl
10.00
Koma til Seyðisfjarðar
13.00
Eggjaveiða fyri børn og familjur
16.00
Klippa og tekna
20.00
Gita ein sang við Adrian
21.00
Livandi tónleikur í Laterna Magica

Hósdagur 2. apríl
10.00
Eggjamáling fyri børn
13.00
Undirhald fyri børn og foreldur
20.00
Livandi tónleikur í Laterna Magica

Fríggjadagur 3. apríl
10.00
Barnaundirhald
13.00
Páskabingo
16.00
Aftur á Havnini