Burðardygd

Okkara skylda

Sum ein týdningarmikil liður í sambandinum ímillum Norðuratlantshavið og restina av heiminum, vilja vit stuðla nærsamfelagnum – samstundis sum at vit taka okkum ta ábyrgd, at minka um umhvørvisárinini, ið standast av hesum. Sjóvegis flutningur stendur fyri 90% av heimshandlinum. Hann er effektivur, men stendur samstundis fyri umleið 3% av CO₂-útlátinum í heiminum.

Hjá okkum er tað ikki nóg mikið bert at avmarka okkara umhvørvisspor – vit vilja gera ein veruligan mun. Eftir málunum hjá ST-felagsskapinum, IMO, ið snúgva seg um, at áðrenn 2050 skal onki netto útlát vera, taka vit framsøkin stig fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum og menna nýggjar loysnir. Tað krevur, at tað verða gjørdir batar í rakstri og tøkni so hvørt –  alt, fyri at tryggja eina burðardyggari framtíð fyri komandi ættarliðini.

Okkara mál

Visjón: At gerast best umtókta valið fyri burðardyggan sjóflutning í Norðuratlantshavi – við einum greiðum máli um at náa málinum um netto null CO₂-útlát í 2025, og harvið tryggja eina grønari framtíð.

Misjón: Okkara misjón er at veita álítandi, tryggan og umhvørvisvinarligan sjóflutning, ið knýtir Norðuratlantshavið saman við restina av heiminum. Vit arbeiða fyri at styrkja sambondini ímillum økini, tryggja atgongd til týdningarmiklar vørur og tænastur, og veita ógloymandi ferðaupplivingar.

Netto null CO₂-útlát í 2050

Vit hava bundið okkum til at røkka málinum um netto null útlát áðrenn 2050, sum partur av altjóða tiltøkunum, ið snúgva seg um at minka um umhvørvissporið hjá sjóvinnuni. Við at nýtíðargera skipaflotan, finna munadyggari orkuloysnir og reinari brennievni, flyta vit okkum miðvíst ímóti eini burðardyggari framtíð. Við alsamt at menna okkara rakstur og gera íløgur í grøna tøkni, eru vit við til at menna eina meiri ábyrgdarfulla farmavinnu – bæði nú og í framtíðini.  

Meginreglur

Vit binda okkum til heilsu, trygd og góðsku. Hjá Smyril Line arbeiða vit við hægstu HSEQ-standardum í øllum virkseminum, stýrd av sjey grundleggjandi meginreglum:

Halda lógir

Vit halda allar galdandi lógir og øll galdandi krøv um heilsu, trygd, umhvørvi og góðsku fyri at tryggja ein ábyrgdarfullan rakstur.

Parturin hjá leiðsluni

Hægsta leiðslan stuðlar virkið HSEQ átakinum og veitir tað, ið skal til, fyri áhaldandi at fremja betringar.

Støðugar betringar

Vit seta endamál, ið kunnu mátast, hava eftirlit við framgongd og seta leiðbeinandi átøk í verk fyri at styrkja um okkara HSEQ-standardir.

Váðastýring

Vit eyðmerkja og taka hond um váðar fyri at tryggja ein tryggari og burðardyggari rakstur.

Leikluturin hjá starvsfólkunum

Okkara starvsfólk hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum við trygd og burðardygd, og verða stuðlað við útbúgving og við at luttaka virkið.

Leikluturin hjá áhugapørtunum

Vit leggja orku í at samskifta við áhugapartarnar í felagnum fyri at vísa á tað, ið ørkymlar, og fyri at fremja betringar innanfyri heilsu, trygd, umhvørvi og góðsku.

Tilbúgving og handfaring av kreppu

Fyritøkan hevur mannagongdir til handfaring av neyðstøðu og tilburðum.

HESQ – setningur

Okkara HESQ-setningur fevnir um heilsu, umhvørvi, trygd og góðsku, við einum máli um at fyribyrgja óhappum, ið føra til fráveru frá arbeiðsplássinum, og at náa málinum um netto null CO₂-útlát áðrenn 2050.

Vit miða eftir at betra um effektivitetin í rakstrinum við at minka um diselnýtsluna og skaðar á trailarar við 10%, umframt at gera betringar í góðskuni av fakturunum og nøgdseminum hjá starvsfólkum. Harumframt arbeiða vit við at minimera seinkingar, minka um finningar hjá eftirlitsmyndugleikum í havnum, minka um matoyðsl, og fáa talið av seinkaðum viðlíkahaldsuppgávum niður.

Sambært okkara átaki um burðardygd vilja vit skifta skaðilig evni út og styrkja um endurnýtslutiltøkini fyri at koma nærri einum ábyrgdarfullum og umhvørvisvinarligum rakstri

Minking av umhvørvisávirkan

Vit arbeiða miðvíst við at minka um okkara umhvørvisspor. Hetta verður gjørt við nýskapandi tøkni og skilagóðum rakstrarloysnum. Nýggjastu skipini í flotanum hava battarípakkar, motorar, ið kunnu nýta metanol, møguleika fyri at nýta landstreym, optimeraða skrúvu og integreraðar akslaskipanir fyri at minka um nýtslu av brennievni og útláti. Skrokkurin á skipinum verður eisini javnan reinsaður fyri at gagnnýta orkuna og fyri at minka um útlátið.  

Á landi fylgja okkara Green Key-góðkendu hotell og okkara komandi høvuðssæti yvirskipaða setninginum um burðardygd m.a. við sjóhita. Á sjónum er flotin útgjørdur við skrubbarum og skipanum, ið viðgera vatnið, ið hevur verið í barlasttangunum, og vit arbeiða javnan við at minka um matoyðsl, m.a. í buffeini í matstovuni Skansagarði umborð á Norrønu, at gerast betri til at leggja rutuætlanirnar til rættis fyri at minka um CO₂-útlátið og tryggja, at fráferðir eru til ásettu tíðina.

Við áhaldandi betringum og grønum tiltøkum leggja vit lunnar undir eina grønari og burðardyggari framtíð.

Ábyrgd
og burðardygd

Vit taka ábyrgdina, vit hava í samfelagnum, í álvara, og arbeiða miðvíst við at skapa varandi virði fyri nærsamfelagið og umhvørvið í Norðuratlantshavi. Okkara áhugi í burðardygd sæst aftur í teimum fimm týðandi málunum, ið átøkini ímóti einari meiri ábyrgdarfullari og umhvørvisvinarligari framtíð miðja í móti.

Burðardyggur flutningur

Vit binda okkum til at minka um umhvørvissporið, ið stendst av okkara rakstri, við at nýta grønar orkuloysnir, nýta reinari orkukeldur og at menna tiltøk so hvørt, ið minka um CO₂-útlátið.

Stuðul til nærsamfelagið

Sum ein týdningarmikil aktørur í Norðuratlantshavi stuðla vit miðvíst ætlanum og tiltøkum, ið menna nærsamfelagið. Tað fevnir m.a. um mentanar- og ítróttartiltøk, ið føra til fíggjarliga menning og øktan trivna í teimum økjunum, vit binda saman.

Álit og góðska

Við tryggari, álítandi og góðari tænastu byggja vit álit hjá kundum og partaeigarum okkara, og eru við til at skapa sosiala og fíggjarliga burðardygd.

Nýggj størv

Okkara virksemi í Føroyum, Íslandi og Evropa er við til at nýggj størv taka seg upp – bæði lokalt og altjóða, ið tí styrkir búskapin í økjunum, vit arbeiða í.

Menning hjá ferðavinnuni í Norðuratlantshavi

Við at binda Føroyar, Ísland og Evropa saman sjóvegis, eru vit ein týðandi partur av vøkstrinum í ferðavinnuni, og økja um kunnleikan um hesi serstøku støðini.

Sustainability Goals

Vit hava valt fimm av burðardyggu menningarmálunum hjá ST, ið vit meta, at okkara fyritøka hevur størstan møguleika at røkka fyri at gera mestan mun:

  • Heilsa og trivnaður
  • Rímilig størv og fíggjarligur vøkstur
  • Ábyrgdarfull nýtsla og framleiðsla
  • Umhvørvislutur
  • Lívið í sjónum

Vit arbeiða samstundis við at fáa fleiri av heimsmálunum við í okkara ætlanir og rakstur.

ISO Certification

– Our Commitment to Quality, Safety & Environment

At Smyril Line, we are proud to be ISO 9001, ISO 14001, and ISO 45001 certified across our fleet and offices. These internationally recognized standards reflect our commitment to quality management, environmental responsibility, and the health and safety of our employees and customers.

Our certifications ensure that we continuously improve our operations, reduce our environmental footprint, and maintain the highest standards of safety and service.

Bóka ferðina her