Innflutningur av akfari og vegskattur í Íslandi

Fyribils innflutningur av akfari til Íslands

Øll ferðandi til Íslands við akfari, skrásett uttanfyri Ísland, skulu útfylla eitt talgilt skjal áðrenn komu. Hetta tryggjar eina ómakaleysa komu og staðbundnar reglur verða fylgdar.

Upp til 30 dagar áðrenn fráferð sendir íslendska tollvaldið, “Skatturinn”, tær ein teldupost við einari persónligari leinkju til talgilda skjalið, ið er knýtt at tínari bílegging.

Vinarliga tryggja tær, at tú hevur móttikið hendan teldupost.

Meira kunning fæst við at vitja heimasíðuna hjá íslendsku tollmyndugleikunum “Skatturinn”.

Vegskattur í Íslandi

Frá 1. januar 2026 skulu øll, ið taka bilin við sær til Íslands, rinda vegskatt.

Vegskatturin er grundaður á, hvussu nógv verður koyrt í Íslandi, og er galdandi fyri øll akfør uttan mun til orkukeldu – bensin, diesel, hybrid ella el.

Um tú ætlar at vera í Íslandi í upp til 30 dagar, verður ein føst upphædd goldin. Um uppihaldið er longri enn 30 dagar, verður ein mett upphædd goldin áðrenn komu. Endaliga avrokningin verður rindað við heimferð. Vegskatturin verður ásettur og innkravdur av “Skatturinn”.

Les meira um vegskattin á almennu heimasíðuni hjá Skatturrin her.

Varandi innflutingur av akfari til Íslands

Vinaliga gevið gætur, at varandi innflutingur av akførum til Íslands skal prógvast og tollavgreiðast.

Um eitt ferðafólkaakfar skal innflytast við varandi støði í Íslandi, er kostnaðurin fyri manifestering og tollavgreiðslu 64.800 ISK.

Um tilgongdin er byrjað, og biðið verður um avlýsing – er avlýsingargjaldið 16.200 ISK.

Vinaliga setið tykkum í samband við manifest@cargo.fo fyri meiri kunning.

Bóka ferðina her

icon-close