Meðan vit eru í Oslo hava matstovur og barrir opið sum vant. Tollfría sølubúðin er opin, meðan siglt verður.
Norröna – títt gistingarhús í Oslo
Vit fara at liggja við bryggju á Akershuskai Søndre – mitt í hjartanum av norska høvuðsstaðnum.
Undirhald
Við á ferðini hava vit nakrar av Føroya bestu tónleikarum, sum syrgja fyri góðum stemningi og sangi umborð. Sí skránna fyri túrin og tónleikarar longri niðri á síðuni.
Ferðaskrá
Fráferð úr Tórshavn 14. januar kl. 10:00
Check-in er frá kl. 07:00-09:00
Koma til Oslo 16. januar kl. 08:00
Fráferð úr Oslo 20. januar kl. 23:59
Ferðandi skulu vera umborð í seinasta lagi kl. 23:30
Koma til Tórshavn 22. januar kl. 21:00
Við toki til Unity Arena
Um tú ynskir at taka tokið til stadion, mást tú fyrst ganga frá Norrönu til Oslo S. Tað tekur umleið 5. min.
Síðani tekur tú tokið frá Oslo S til Lysaker. Túrurin tekur umleið 9 min.
Frá Lysaker til Unity Arena er ein gongutúrur á umleið 15 min.
Billettir við tokinum kunnu keypast á ruter.no ella á Ruter-appini.
Prísur uttan atgongumerki
Úr 3.366,-
fyri hvønn
Prísur uttan atgongumerki
Úr 3.366,-
Einans couchettir eftir.
Íroknað
- Ferð við Norrönu Tórshavn – Oslo og aftur
- Gisting umborð
- ETS avgjald
Galdandi fyri hesa ferðina
- Aldursmark at keypa ferðina er 18 ár.
- Serligar gjaldstreytir, sí niðast á síðuni.
- Vit selja eitt kamar til hvørja bílegging.
- Eitt atgongumerki til hvønn ferðandi til allar dystirnar.
- Tað er ikki gjørligt at hava bilin við á ferðini.
Møgulig tilkeyp av atgongumerki
Dystirnir hjá Føroyum í undanumfarinum verða spældir í Unity Arena í Oslo 16., 18. og 20. januar. Tú keypir eitt atgongumerki pr. persón, sum er galdandi til allar 3 dystirnar.
Kategori 1: 1.692,- Útselt
Kategori 2: 1.242,-
Kategori 3: 1.000,-
Kategori 4: 655,- Næstan útselt
Sí yvirlit her:

Dystir
- 16. januar kl. 20.30: Føroyar-Sveis
- 18. januar kl. 18.00: Føroyar-Montenegro
- 20. januar kl. 20.30: Føroyar-Slovenia
Allir dystir eru í Bærum Unity Arena í Oslo.
Atgongumerki
Tey, ið hava keypt atgongumerkir, fáa tey sendandi umvegis teldupost 1 mánað áðrenn fráferð.
Bílegg pláss við bussinum eftir dystin 20/1
Beint aftaná dystin týsdagin 20. januar koyra bussar frá stadium til Norrönu kl. 21:45. Prísur fyri hvønn: 90,-
Bílegg tær pláss við bussinum á Mín bílegging, um tú longu hevur ein ferðaseðil.

Bílegg mat
áðrenn fráferð
Morgunmatarbuffet
Vaksin: 163,- / umborð 170,-
Ung 12-15 ár: 98,- / umborð 105,-
Barn 3-11 ár: 87,- / umborð 95,-
Buffet um kvøldið
Vaksin: 343,- / umborð 389,-
Barn 3-15 ár: 172,- / umborð 175,-
Bílegg máltíðir saman við ferðini, ella keyp á Mín bílegging, um tú longu hevur ein ferðaseðil.
Minibarr
á kamarinum
Keyp áðrenn fráferð, so er køliskápið opið og fylt, tá tú kemur umborð. Gev gætur, at køliskáp eru bert í kømrum við vindeyga. Hevur tú kamar uttan køliskáp, verður minibarrin borin í kamarið.
Bílegg minibarr saman við ferðini, ella keyp á Mín bílegging, um tú longu hevur ein ferðaseðil.
Minibarr við alkohol
Prísur 197,-
Minibarr uttan alkohol
Prísur 197,-
Matur & drekka
Umborð er stórt úrval av vælsmakkandi mati – njót eina góða buffet, eina leskiliga máltíð í Munkastovu ella eina nýbakaða pitsu í Nótatúni.
Skráin fyri túrin
Mikudagur 14. januar
07.00
Kekk inn letur upp
10.00
Fráferð úr Tórshavn
14:00
Kunning um Oslo – Cruise Host
14.30
Kunning um Oslo – Cruise Host
16.00 – 18.00
Guðrun Sólja & Janus Kampmann í Undirhúsinum
17.00 – 18.00
Rókur Jákupsson í Laterna Magica
20.30
Pub Quiz við James Olsen í Undirhúsinum
22.00 – 24.00
Guðrun Sólja & Janus Kampmann í Laterna Magica
22.00 – 24.00
DJ Haraldsen í Undirhúsinum
24.00 – 02.00
Rókur Jákupsson í Laterna Magica
24.00 – 03.00
DJ Ottar & Rox í Undirhúsinum
Hósdagur 15. januar
10.30
Barnaundirhald við stoppdansi og spurnarkapping í Undirhúsinum
15.00
Diskobingo við Cruise Host í Undirhúsinum
16.00 – 18.00
Guðrun Sólja og Janus Kampmann í Laterna Magica
16.00 – 18.00
Rókur Jákupsson í Undirhúsinum
20.00 – 21.00
Pub Quiz James Olsen
21.00 – 22.00
Karaoke við James Olsen
22.00 – 24.00
DJ Haraldsen í Undirhúsinum
22.00 – 24.00
Rókur Jákupsson, Guðrun & Janus Kampmann í Laterna Magica
24.00 – 03.00
DJ Ottar & Rox í Undirhúsinum
Fríggjadagur 16. januar (dystardagur)
08.00
Vit koma til Oslo
10.30
Barnabingo við Cruise Host – Aldursmark upp til 15 ár
16.00 – 18.00
Upphiting við Rox & DJ Haraldsen í Undirhúsinum
20.30
Dystur Føroyar – Sveis
23.30 – 01.30
Rókur Jákupsson í Laterna Magica
23.30 – 03.00
DJ Ottar í Undirhúsinum
Leygardagur 17. januar
10.30
Barnaundirhald við Cruise Host
15.00
Mega Bingo við Cruise Host í Undirhúsinum
16.00 – 18.00
Rókur Jákupsson í Undirhúsinum
21.00
Pub Quiz við James Olsen í Undirhúsinum
22.00
Karaoke við James Olsen í Undirhúsinum
23.00 – 00.30
Rox í Undirhúsinum
23.00 – 01.00
Guðrun Sólja & Janus Kampmann í Laterna Magica
00.30 – 03.00
DJ Haraldsen í Undirhúsinum
Sunnudagur 18. januar (dystardagur)
10.30
Teknikapping fyri børn við Cruise Host
14.00 – 15.30
Upphiting í Undirhúsinum – Tónleikur og andlitsmáling – Rókur Jákupsson og DJ Ottar
18.00
Dystur Føroya – Montenegro
21.00 – 23.00
Guðrun Sólja & Janus Kampmann og Rókur Jákupsson í Laterna Magica
23.00 – 03.00
DJ Ottar í Undirhúsinum
Mánadagur 19. januar
10.30
Barnaundirhald og stóladansur við Cruise Host í Undirhúsinum
15.00
Bingo við Cruise Host í Undirhúsinum
20.30 – 23.00
Felagssangur við James Olsen & Róki Jákupsson í Undirhúsinum
21.00 – 24.00
Coctail party & DJ Haraldsen í Laterna Magica
23.00 – 03.00
ROX og DJ Ottar í Undirhúsinum
Týsdagur 20. januar (dystardagur)
10.30
Barnaundirhald & kapping við Cruise Host í Undirhúsinum
15.00 – 17.00
Upphiting & livandi tónleikur við ymiskum tónleikarum í Undirhúsinum
20:30
Dystur Føroyar – Slovenia
22:30
Seinasti bussur koyrir av Stadium til Norrönu
23:59
Norröna fer úr Oslo
23.30 – 01.00
Vit sigla heim – felagssangur gjøgnum Oslo fjørðin við Róki Jákupsson og Guðrun Sólju & Janus Kampmann í Laterna Magica
01.00 – 03.00
DJ Ottar & DJ Haraldsen í Undirhúsinum
Mikudagur 21. januar
10.30
Barnaundirhald við Cruise Host í Undirhúsinum
14.00 – 15.00
Whiskey smakking í Sjóbúðini
15.00
Mega Bingo við Cruise Host
16.30 – 17.30
Rókur Jákupsson í Laterna Magica
21.00
Karaoke við James Olsen & orkestri í Undirhúsinum
22.00 – 01.00
Coctail party við DJ Haraldsen og Guðrun Sólju & Janus Kampmann í Laterna Magica
23.00 – 03.00
Rox og DJ Ottar í Undirhúsinum
Hósdagur 22. januar
14.00
Pub Quiz við Cruise Host
15.00 – 16.00
Gin smakking í Sjóbúðini
19.30 – 20.30
Tónleikaløta í Undirhúsinum
21.00
Norröna kemur til Havnar
Undirhald umborð

Treytir
Rinda 50% við bílegging.
Restgjaldið fellir 90 dagar áðrenn fráferð.
Um ferðin verður avlýst, verður eitt avlýsingargjald afturhildið, ið er ein prosentpartur av ferðaprísinum, alt eftir nær avlýst verður:
Meira enn 90 dagar undan fráferð: 50%
90-30 dagar áðrenn fráferð: 75%
30-0 dagar áðrenn fráferð: 100%