
Kømur til rørslutarnað
Kømur til rullustólsbrúkarar
Vit hava 6 kømur av hesum slagnum, og liggja tey á dekk 5 og 6. Hetta kamarslagið er bæði til 2, 3 og 4 fólk, og er innrættað til koyristólbrúkarar. Kamar, baðirúm og gongd eru rúmlig, so fólk í koyristóli sleppa framat. Kømruni hava egið wc og bað við vanligum útbúnaði til fólk við rørslutarni. Neyðstrongur er við høvuðsdyrnar og inni á baðirúmunum. Harumframt hevur baðirúmið lágt vask, hallandi spegil og ein serbygdan stól.
Umframt hetta, er hurðin nóg breið, soleiðis at ein rullustólur lættliga fær koyrt ígjøgnum. Kømruni hava vindeygað og køliskáp. Annars er sami útbúnaður her, sum í hinum kømurunum – hárturkari, handklæði og stikk til t.d. barbermaskinu. Kamarið fyri fólk við rørslutarni hevur vindeyga – umframt hevur kamarið buksupressu, klædnaskáp, seingjarklæði og sjónvarp – kamarið hevur eisini størri gólvvídd enn onnur 4-koyggjukømur.
Upper beds: L. 195 cm & W. 85 cm
Lower beds: L. 200 cm & W. 90 cm

Onnur kømur
Minibarr
á kamarinum
Keyp áðrenn fráferð, so er køliskápið opið og fylt, tá tú kemur umborð. Gev gætur, at køliskáp eru bert í kømrum við vindeyga. Hevur tú kamar uttan køliskáp, verður minibarrin borin í kamarið.

Minibarr við alkohol
Prísur 197,-

Minibarr uttan alkohol
Prísur úr 153,-