Frítíðin byrjar umborð

Við Tóru kring Ísland 2013

Ferðafrásøgn september 2013

21. august

Ferðin við Tóru Tóroddsdóttur er byrjað! Klokkan hálvgum níggju um kvøldið hittast vit øll í Saga umborð á Norrönu. Tóra fortelur í stuttum, hvat fer at henda á ferðini. Øll fáa ferðaskrá, kort yvir Ísland og sanghefti.

 

22. august

Vit síggja Ísland. Tað sær rátt og kalt út. Tættari, vit koma at landi, heitari og fjálgari vera vit móttikin av hesum bergtakandi landi. Ísland vísir seg frá síni bestu síðu við klárum himni. Seyðisfjörður er spegilsblankur.

Nú byrjar ferðin av álvara. Leiðin gongur til Egilstaðir. Tað er bratt at koma niðaná og síggja vøkru náttúruna. Egilsstaðir er ein snotiligur og vakur býur. Eini 2.000 fólk búgva í býnum.

Vit koyra víðari til Reyðafjarðar. Her er eitt tað størsta aluminiumsvirki í heiminum. Úr Reyðafirði fara vit til Stöðvarfjarðar. Her vitja vit einastandandi steinasavnið hjá Petru Sveinsdóttur. Petra, sum doyði í 2012, byrjaði at savna íslendskar steinar í 1946.

Ávegis til Höfn, har vit skulu gista, steðga vit í Djúpavogi. Fram við molanum her verða fuglaegg sýnd fram. Á Lónsfirði síggja vit túsundtals vitjandi svanar. Henda sjónin er sera sjáldsom, siga tey.

Myndirnar í faldarunum eru ikki tilgjørdar. Nú hava vit sjálv sæð grøna mosan og reyðlittu fjøllini.

 

23. august

Vit eru við Vatnajökull. Har steðga vit við Jökulsáarlón. Sýnið er einki serligt vegna mjørka og regn. Men tað er heilt fantastiskt at koma so tætt at hesi veldugu náttúrumegi. Kolbláir ísflakar, sum eru losnaðir, fara streymandi eftir ánni. Her mugu vit koma aftur og uppliva meiri.

Tá vit so koma til Skaftafellsjökull, klárnar. Vit gera av at ganga inn til jøkulin, sum hevur flutt seg í fleiri túsund ár. Hetta er heilt fantastiskt.

24. august

Leiðin gongur til Reykjavíkar. Men fyrst steðga vit við Skógafoss og Seljalandsfoss. Tað ber til at ganga inn undir Seljalandsfoss. Gullfoss og Geysir eru næst. Tað er ringt at seta orð á hesa upplivingina. Men vilt tú hava eina hóming av henni, kanst tú hyggja her. Á veg til Reykjavíkar koyra vit til Þingvellir . Tað er her, gamla tingið varð sett í 930. Vit ganga oman í Peningagjónna. Her kanst tú tveita eitt oyra og ynskja tær okkurt. Men minst til ikki at avdúka ynskið ...

Í Reykjavík, sum er ein støðugt vaksandi stórbýarperla, vitja vit Hörpu, gitna mentanarhúsið. Tað stendur við sjóvarmálan og tó mitt í hjartanum í høvuðsstaðnum.

 

25. august

Bláa Lón er mitt í gamlari gosmyrju. Tað er lekkurt at liggja í hesi heitu keldu. Man merkir svalandi sirmið á andlitinum. Hetta er alneyðug vælvera!

Aftur í Reykjavík fáa vit frokost í Perluni. Vit eta og síggja allan býin samstundis. Aftaná gera vit eitt legg út á Bessastaðir, her forsetin býr.

Síðan gongur leiðin til Hraunfossar og Barnafoss. Navnið kemst av syrgiligu hendingini, tá tveir brøður fórust her fyri mongum árum síðan. Fossarnir eru nakað heilt serligt, tí vatn spríkir út úr vegginum. Hetta kvøldið gista vit á Borgarnesi.

 

26. august

Akureyri er næsti steðgur. Akureyri er vakur býur. Her sæst skjótt, at einum ikki nýtist at fara til Reykjavíkar at keypa. Her fæst alt. Býurin er passaliga stórur og lættur at ætta seg í. Somuleiðis hevur býurin ríka søgu, botaniskan urtagarð og vakra kirkju. Oman fyri kirkjuna er standmynd sett. Hon er av friðleysum manni, ið ber deyðu konu sína langa leið fyri at fáa hana í kristna jørð.

Vit koma til Dalvíkar, ið er hugnalig bygd. Her er góður svimjihylur og heitur pottur. Vit skulu gista her tvær nætur.

 

27. august

Í dag koyra vit til Goðafoss. Her eru vit so heppin at sleppa at henta bláber fram við ánni. Vit koyra víðari ígjøgnum gosøkið. Tað er ótrúligt at síggja, hvussu gosmyrjan hevur runnið sum ein á oman eftir fjallinum.

Mývatn má vera vakrasta vatn í heimi. Serliga eru hólmarnir í vatninum sermerktir. Hendan dagin ganga vit í einum øki, sum tað goysti úr seinast í áttatiárunum. Vit mugu ansa okkum. Tað er enn glóðheitt uttan fyri gøturnar.

Síðan gongur leiðin til Námaskarð. Leirurin í undirgrundini beint undir okkum kókar, og svávulroykurin er ramur. Hetta má roynast, tit!

 

28. august

Vit hava sovið væl í gomlu fiskivinnubygdini, sum Dalvík jú er. Men nú hevur ferðavinnan yvirhálað útróðurin. Í dag sigla gomlu sluppirnar ferðafólk út at síggja hval. Vit syngja nakrar góðar sangir á ógvuliga hugnaligt kaiøkinum.

Á veg til Egilstaðir steðga vit við Dettifoss. Meðan vit standa her, toyggir ælabogin seg heilt niður í gjónna.

At enda renna vit okkum inn í Möðrudal. Her hevur ein ung familja bygt bóndagarðin um til ferðavinnu. Her ber til at gista og keypa sær suppu og kaffimunn við heimabakaðum ostabolla og kleynum.

Tíverri er stundin nú komin at siga farvæl við fitta og stuttliga bussførara okkara. Ferðin er nevniliga komin at enda. Øll siga farvæl við ynski um at koma aftur til Íslands at uppliva meiri.

Løtu seinni leggja vit frá landi. Frændalandið kennist onkursvegna vakrari, enn tá vit komu. Tað roðar á himni, meðan Ísland hvørvur í kjalarvørrinum av Norrönu.

 

Kærar heilsanir

 

Heidi Nolsøe og Irdi Debes

 

E.s.

 

Okkara íslendska Tóra hevur verið ein heilt ótrúliga dugnaligur ferðaleiðari við sínum góðu frásagnum og skemtisøgum. Somuleiðis kennir hon nógv til jarðfeingi og søgu landsins. Tøkk, góða Tóra, fyri eina ógloymandi ferð!