Frítíðin byrjar umborð

Ógloymandi busstúrur til Berlin sep. 14

Ógloymandi busstúrur til Berlin sep. '14

Ein ógloymandi túrur er at enda komin. Stóra tøkk fáið øll sum vit vóru saman við, og til tykkum sum skipaðu fyri.

Ógloymandi busstúrur til Berlin sep. '14
Eftir
Katrin og Petur
Frásøgn innkomin
14-10-2014

 

Við í ferðalagnum vóru 54 fólk, og ferðaleiðarin frá Smyril Line var Annika Madsen.

 

Farið var av Havnini við Norrönu 11. september kl 21.00, og sigldu beint til Hirtshals, hagar vit komu 13. september kl. 09, har ein ”Herning” bussur stóð fyri okkum og var farið avstað beinan vegin. Sitiplássini í bussinum vóru merkt við navni, og vit høvdu sama pláss og sama buss allan túrin. Túrurin ígjøgnum Jylland og Norðurtýskland gekk av tí allar besta. Bussførarin var dani, professionellur bæði sum bussførari og frásøgumaður. Fleiri ferðir bleiv steðgað á frá 15 minuttum til 1 tíma hvørja ferð. Bussførarum er álagt at hava steðg við ávísum millumrúmum, og harafturat skal man hava mat- royki- og pissipausur og kunna strekkja beinini. Hettar ger at tað kendist ikki strævið at sita, hóast túrurin tók c.12 tímar. Veðrið var av tí besta á nærum øllum túrinum; klárt, turt, moderat sól og eini 22 hitastig.

 

Stemningurin var nakað spakur í fyrstuni, men sum tíðin leið komu fólk at kennast betri, og gongd kom á prátið. Sum frá leið bleiv meira og meira lívligt. Sangheftir við kendum sangum vóru tøk, og einki er so gott at seta fólk saman, sum at syngja. Forsangara høvdu vit góðan við, Heina Holm, og fleiri góðir sangarar vóru afturat. Túrurin var lættur, dámligur og hugnaligur.

 

Komin til Berlin á kvøldið við 22 tíðina, vóru vit innkvarteraðið á Hotel Windham á 2 mans kømurum. Eitt gott 3 stjørna hotel íroknað stórt morgunmatarborð. Onkur var tó óheppin við kamari, men hettar bleiv rættað. Hotellið lá væl fyri við handilsgøtum og matstøðum til báðar síður, og buss- og toksamband inn í miðbýin.

 

Eftir ein góðan og tiltrongdan náttarsvøvn, og ein góðan morgunmat sunnumorgun varð farið við bussinum til gudstænastu í Dómkirkjuni. Ein lutersk gudstænasta, lík okkara, við altargangi. Vit fingu øll ein greiðan faldara, so væl bar til at fylgja við øllum. Kirkjan, sum er sera stór og vøkur, hevði verið fyri alvorligum álopum undir seinasta heimsbardaga. Uttan á kirkjuni vóru stór og djúp spor eftir kanónskotum, sum nú eru aftur bøtt, tó so at man ógvast við at síggja hvussu illa hon hevur verið viðfarin. Afturbøtingarnar vóru gjørdar soleiðis at tað dylst ikki fyri, at kirkjan nærum hevur verið jarðløgd, og at stórarbeiði er gjørt fyri at fáa hana aftur í tann stand, sum hon nú er í.

 

Síðani gekk leiðin til Hohenschøenhausen, ið var ein býarpartur í Berlin frá 1985 til 2001.Á hesum staði eru leivdir av einum stasi-fongsli frá tíðini undir kalda krígnum eftir heimsbardagan. Russar høvdu ræðið her. Fleiri tíggjutúsundtals fólk, mest týskarar hava verið í hesum fongsli undir heilt órímiligum korum. Meiri enn helvtin doyði í hungri og av møði. Óhugnaligt at fáa kunning um hvussu fólk blivu tvungin til at viðganga brotsgerðir, sum tey ongan part áttu í. Eftir at hava livað í kolasvarta myrkri, undir heilt ómenniskaligum korum í í yvirfyltum klivum og í hungri, blivu tey avhoyrd, og um ikki tey viðgingu at vera skyldug í tí tey vóru skuldsett fyri, bleiv hótt við, at tað so vildi ganga út yvir teirra konur og børn. Hesi fongsul hava verið í nýtslu líka til berlinmúrurin fall í 1989.

 

Eftir at vera komin heim aftur til hotellið, var dagurin okkara. Vit skannaðu býin rundan um har vit búðu, ótu døgurða úti, og um kvøldið hugnaðu vit okkum saman uttanfyri hotellið.

 

Mánadagin tann 15. Septembur var bussurin klárur kl 8.30, har vit skulu rundtúr at síggja býin. Danskur ferðaleiðari – Annette Bruun - var við. Hon hevur búð í Berlin tey seinastu 30 árini. Ein sera góð og skemtilig frásøgukona, sum visti væl um søguna og núverandi viðurskifti í Týsklandi. Vit fingu undirhald fyri allar pengarnar. Ein áhugaverdur túrur, har vit sóu hvussu illa býurin hevur verið viðfarin undir og eftir heimsbardagan, og hvussu væl hann er uppaftur bygdur, samstundis sum man býurin vísir syndarligu lagnuna hann hevur verið útsettur fyri undir og eftir kríggið.

 

Ein ófatiliga óhugnalig sjón. Restir av Berlinmúrinum eru í varðveistlu, nógvir bygningar sum hava verið bumbaðir í sorl eru endurreistir aftur, samstundis sum týðilig spor eru eftir, hvussu illa alt hevur verið viðfarið. Hugtakandi er tó at síggja alt tað nýggja byggjaríið, stásiligir bygningar við glasfasadu, og so sjáldsomum arkitekturi, sum boðar frá, at her má búgva eitt sjáldsama dugnaligt og arbeiðssamt fólk..

Eystan fyri múrin hevur verið skjótari bygt uppaftur, meðan vesturbýurin ber boð um meira nýmótans arkitektur, við sjálsama vøkrum háhúsum, standmyndum og mongum øðrum. Eisini steðgaðu vit á við minnislundina um tær 6 milliónir jødar, sum lótu lív av krígsávum. Ein rørandi og hugtakandi sjón, teknað av amerikonskum arkitekti.

Ein kann ikki lata verða við at hugsa, hvussu kann eitt fólk, sum hevur verið so illa viðfarið, fóta sær so skjótt og so væl aftur?


Aftan á hendan túrin leigaðu vit ein taxa til Brandenburger Tor og Unter den Linden. Hettar var eitt týdningamikið pláss tá múrurin fall, og var staðið, har fólk samlaðust at hátíðarhalda at býurin var samlaður aftur og var tað so seint sum í 1989. Eftir at hava gingið runt har, gingu vit aftur til hotellið. Ein langur, men áhugaverdur túrur, gingu mest ígjøgnum parkina, so hóast mitt í býnum gingu vit í friðarligum og náttúruvøkrum umhvørvi.

 

Eftir at hava etið eina máltíð, og eini hugnaløtu uttanfyri saman við okkara feløgum, var gott at hava eina góða song.

 

Týsdagin 16. september kl. 9 var bussurin aftur klárur at koyra okkum til býin Potsdam sum liggur umleið 1 tíma at koyra uttanfyri Berlin. Ein sera hugnaligur og spennandi býur við stásiligum slotsbygningum, og at síggja til, óspiltur av krígsáum.

Tað var her at allir regeringssjefarnir møttust s.s Stalin, Churchill og Truman fyri at býta Europa ímillum sín.

Vit fingu loyvi til at síggja ígjøgnum vindeyga har hesir høgu harrar høvdu sitið í brúngulum leðurmøblum við tað runda borðið. Nú á døgum er man ikki heilt samdur um hvar hvør hevur sitið, men har sum eitt øskubikar stóð, er helst plássið hjá Churchill.

 

Seinri um dagin vóru vit nøkur sum fóru siglitúr við turistbátum ígjøgnum kanalina sum gongur mitt ígjøgnim Berlin. Túrurin kundi vara í 4 tímar, men vit valdu ein styttri túr, sum vardi 1 tíma. Áhugavert at síggja býin frá einum øðrum vinkli.

 

Mikudagin 17. September varð farið við bussi kl. 9 til Sachsenhausen. Hettar er arbeiðslega í nazi-Týsklandi, har kenda slagorðið stendur yvir inngongdini ”Arbeit macht frei”. Aftur restir av einar óhugnaligari sjón, hvussu í hundraðtúsundavís av monnum hava verið viðfarnir í fangalegum.

Har vóru grundir eftir einari rúgvu av barakkum, men nú vóru bert tvær sum stóðu uppi. Barakkirnar vóru ætlaðar til umleið 80 fangar, sum skuldu trunkast saman, men oftast vóru upp til 400 fólk í hvørjari barakk. Restir av tortureringsamboðum vóra at síggja. Eisini var staðið har tað bleiv experimenterað við hvussu man best og bíligast kundi avlíva menniskju við gassi. Eisini hoyrdu vit aðrar ræðusøgur um, hvussu man lættast og bíligast kundi forkoma og experimentera við menniskjum. Á einum múri vóru minnisplátur settar upp, umboðandi nógv ymisk lond, til minnis um teir landsmenn sum vóru tiknir av døgum í leguni. Á plátuni, sum umboðaði Noreg, stóð at 2.400 normenn høvdu latið lív í hesari leguni. Tað segðist at hava verið 80 starvsfólk fyri hvørjar 200 fangar. Ein kann undrast yvir, hvussu man hevur fingið fólk til at vera við til atgjøgnumføra hesar ófatiligu óbótagerðir.

 

Heimaftur komin til hotellið skuldi tíð til at kunna fáa tankarnar aftur uppá rættkjøl.Tí høvdu vit avtala at eta døgurða saman áðrenn vit skuldu til konsert.

Kl. 19.30 fóru vit til Stars in Concert. Eitt sera flott hús við konsertsali, sum eg ongantíð áður havi sæð makan til. Til hesar konsertir eftilíkna tey sangarar sum Elvis, Tinu Turner , Blues Brothers v.m. Hetta kvøldið vóru tó aðrar eftirlíkningar, men ein fantastisk konsert, eitt stórt upplivilsi.

 

Hósdagin 18. September kundu vit avgerða sjálvi, hvussu dagurin skuldi brúkast. Vit bæði avgjørdu at taka taxa inn til ”Jødakvarterið”. Har vóru nakrir bakgarðar sum vóru renoveraðir til hugnalig støð, sum vóru trekkplástur til turistar. Eisini var ”market” har, hvar alt møguligt gott og minni gott varð selt. Har var ein synagoga, sum var sera vøkur uttaná, men tíverri sloppu vit ikki inn í salin.

Á gongubreytunum vóru messingplátir feldar niðurí við nøvnum á jødum, sum høvdu búð í kvarterinum, og sum vóru tiknir av døgum í krígsárunum.

Harfrá tóku vit taxa til Alexander Plats. Eitt ógvuliga lívligt stað, við handilslívið, matstøðum og mongum øðrum.

 

Vit eru nú komin til tað seinasta kvøldið á ferðini. Vit fóru út at eta saman. Fingu eina góða trý rættaða máltíð, lagið var í topp og høvdu vit eitt sera hugnaligt kvøld saman.

 

Fríggjadagin 19. Septembur við 9 tíðina fóru vit við bussi til Flensborg. Her gistu vit á einum góðum hotelli, og vóru boðin til búgvi døguraborð. Dagin eftir koyrir bussurin okkum til Hirtshals, og so varð farið beint umborð á Norrönu. Hesin seinni koyritúrurin vardi 3,5 tíma.

At koyra hesi longu strekkir við bussi er eisini eitt upplivilsi. Man far eitt náttúru upplivilsi sum er ein týðandi partur av túrinum. Steðgirnir eru væl avpassaðir, so tað ikki kennist strævið. Okkara ferðalag var tilvildarliga samansett, men við søgum og sangi og øðrum undirhaldi kundi tað ikki verið betur. Veðrið allar dagarnar var passandi til okkum, - turt, eitt sindur av sól, hitin umleið 22 hitastig og stilli.

Siglitúrurin heim aftur var líka góður sum tann fyrri. Sjógvurin var sum ein spegil, uppihaldið umborð á Norrönu var perfekt; kømruni, matarstøðini og salonirnar. Ein ógloymandi túrur er at enda komin. Stóra tøkk fáið øll sum vit vóru saman við, og til tykkum sum skipaðu fyri.

 

 

Katrin og Petur