Frítíðin byrjar umborð

Íslandstúr við Tóru Tóroddsdóttir sum ferðaleiðara

Íslandstúr við Tóru Tóroddsdóttir sum ferðaleiðara

Ferðafrásøgn 2011

Eftir
Hans Holm
Frásøgn innkomin
12-09-2011


Í døgunum 12. – 15. september 2011 vóru Sólrun, kona mín og eg eina ferð við Norrønu til Seyðisfjarðar á Eysturlandinum í Íslandi – ein ferð, sum Smyril Line hevði skipað sum eina hópferð serliga fyri eldri fólk, sum yvirhøvur hava góða tíð ta árstíðina. Sum ferðaleiðari var Tóra Tóroddsdóttir við, og tríggir aðrir persónar – Mortan Johannessen, Adelborg Linklett og Jens Eli Ellefsen – vóru settir at samansjóða fólk umborð og hugna um tey á ferðini. Hetta var gjørt við at savna fólk av og á til frásagnir, sang og prát, sum ikki altíð høvdu nakað beinleiðis við túrin at gera.

 

Innsiglingin til Seyðisfjarðar er ein uppliving í sær sjálvum, og býurin liggur sera vakurt við ein fjørð umgyrdur av majestetiskum fjøllum upp til 1200 m høg. Hesin býur er fyri okkum føroyingar søguligt pláss, tí hann var fyrr miðdepilin fyri føroyskan fiskiskap á Eysturlandinum, og tí er tað forkunnugt hjá flestum okkara at vitja á slíkum staði, har mangir av okkara forfedrum hava vunnið sær dagliga breyðið. Í dag er ikki sama lívið har sum fyrr – býurin er í støðugari minnking – so tað er ikki fyri at uppliva býarlívið, at ein vitjar har. Men við hesum býi sum útgangspunkt er basis fyri nógvum og góðum upplivingum – serliga hjá teimum við áhuga fyri náttúrini.

 

Náttúran

Í tveir dagar koyrdu vit gjøgnum eina náttúru, sum ikki er øllum beskorið at skoða. Veðrið var so sjáldsama stillt og klárt, at Tóra segði, at fáur íslendingur var sloppin at síggja tað, okkum untist at uppliva – veldugar víddir við stórum rossaflokkum(okkurt reindýr sást eisini), við oknum, sum ikki vóru farnar av landinum enn, við ravnum og eisini flokkum av  vaðifuglum á ferð móti heitari londum, serliga grágrælingum. Aftrat hesum vóru risastór fjøll at síggja, fjøll skapt av gosum, og sum prikkurin yvir i-ið sást so ísurin í Vatnajøkuli suðuri í landinum. Umframt alt hetta finnst so Mývatn við síni serstøku náttúru, eitt øki skapt av kreftunum í jørðini við einum dýra – og plantulívi, ein vanliga ikki finnur so nær póløkinum. Hetta umráðið í sær sjálvum er vert eina ferð fyri seg.

 

Alt hetta Eysturlandið er ein slíkur dýrgripur frá náttúrunnar hond, at ongin kann seg forundra, at kinesarar vilja keypa tað fyri at gera tað til eitt eksklusivt ferðamannaøki. Hóast náttúran stendur nógv fremst í mínum minni frá hesum túrinum, eigur tó at verða nevnt, at onnur áhugaverd ting eru at finna har, t.d. høvdu vit eina sera góða vitjan á garði Gunnars Gunnarssonar, kenda íslendska rithøvundans, har íslendskur frásøgumaður greiddu frá lívi og skaldskapi Gunnars.

 

Samanumtikið

ein í mínum hugaheimi frálíkur túrur við mínum serliga áhuga fyri náttúruni, har tey positivu upplivilsini  vóru tey absolutt flestu.