Frítíðin byrjar umborð

Íslandscruise og skíð

14. apríl kl. 14.00 gekk leiðin við Norrønu til Íslands, umborð var eg – Irdi Debes, sølufólk á Smyril Line, saman við børnunum, ið eru 7 og 9 ára gomul.

 

Endamálið við túrinum var at royna ymisk tilboð í Íslandi við børnum, soleiðis at eg í framtíðini eri betri før fyri at selja hettar til føroyskar barnafamiljur.

Íslandscruise og skíð
Eftir
Irdi Debes
Frásøgn innkomin
30-09-2014

Frá 1. apríl og fram til miðjan Juni, umframt í september og oktober, siglir Norrøna til Íslands hvønn mánadag kl. 14.00 og kemur inn dagin eftir kl. 09.00. Síðan liggur Norrøna í Íslandi í næstan 2 dagar og tá ber til at búgva umborð.

Umborð hugnaðu vit okkum á spæliplássinum, á fótbóltsvøllinum, við spæli maskinurnar og í handlinum. Tað var tíverri ikki pláss í Buffét matstovuni á túrinum til Íslands, tí eg hevði gloymt at bílagt matin áðrenn fráferð, men vit fingu góðan døgurða í Kafeteria og fóru mett og væl sett til songar.

 

15. apríl – Skíð og svimjing

Hendan dagin høvdu vit ætlanir um at síggja Oddsskarð, sum er ein skíðmiðstøð umleið 1 ½ tíma frá Seyðisfirði. Eftir at hava spurt um koyrilíkindi, fóru vit yvir um fjallið til Egilstaðir, har vit steðgaðu á, at fáa okkum ein kaffimunn og ís á einari frálíkari kafe/matstovu, ið liggur beint við Tourist Informatiónina.

Síðan gekk leiðin til Oddsskarð. Vegirnir vóru turrir allan vegin, so tað var gott at koyra. Tað er ikki altið tátt á vegnum um hesa tíðina, tískil er umráðandi at vera varðin.

Les meira um Oddsskarð á heimasíðuni her.

 

Miðstøðin læt upp um middagsleiti. Her bar til at leiga góðar skíðir við stúlvum, fyri ein sámiligan prís.

Prísir síggjast her.

 

 

Upplætingartíðirnar á skíðstaðnum kunnu variera, tískil er umráðandi at kunna seg um hettar áðrenn farið verður, tó er staðið opið allan veturin um veðrið er til vildar.

Á Oddsskarði er ein góð byrjanarbreyt og eisini fleiri torførari breytir, sum kunnu vera brattar og tungar. Eg var so heppin, at royna nakrar av hesum. Tó vil eg viðmerkja, at breytirnar ikki eru so væl uppmerktar, so tað ræður um at hyggja seg væl um, áðrenn ein loypir avstað.

Starvsfólkini á staðnum vóru eisini sera røsk at hjálpa, um tað var okkurt. Spyr bara!

 

Á Oddsskarði er eisini ein kafe, har til ber at keypa sær ymiskt gott at eta og drekka.

Aftaná eina spennandi uppliving á Oddsskarði, gekk leiðin aftur til Seyðdisfjarðar. Vit koyrdu somu leið heim aftur, tó gjørdu vit ein steðg í Eskifirði, har tey hava ein nýggjan úti-svimjihyl við skreiðibanum. Børnini dámdu hetta sera væl og eg neyt tann deiliga heita pottin.

Aftaná ein langan dag, var deiligt at koma umborð aftur á Norrønu. Vit fóru í buffét matstovuna, at eta. Har fingu vit eina deiliga máltíð umframt nýbakaðar pannukøkur til dessert. Hesaferð høvdu vit bókað áðrenn, so vit sluppu framat.

Dagurin endaði við einum fótbóltsdysti á vøllinum umborð.

 

16. apríl – Mentan og svimjing

Seinna dagin koyrdu við runt Laugarflót, ið liggur við Egilstaðir. Søgan sigur at eitt stórt ódjór livir í vatninum og sonur mín var vísur í at hann fekk eyga á ódjórið☺ Á hesum túri vitjaðu vit eisini Skriðuklaustur. Skriðuklaustur er eitt sera áhugavert stað. Tilber at lesa meira um staðið her: http://www.skriduklaustur.is/index.php/en. Børnini hildu hettar vera mikið spennandi. Á Skriðuklaustur er eisini møguligt at keypa sær íslendska buffet og annað gott, men aftur her vil eg viðmæla at ein kannar upp- og afturlatingar tíðir áðrenn farið verður avstað í lág- og miðárstíð.

 

Aftaná vitjanina á Skriðuklaustri, fóru vit til Egilstaðir, har hava tey eisini ein fínan svimjihyl, sum vit eisini avgjørdu at royna. Síðani fóru vit aftur til Seyðdisfjarðar og umborð á Norrønu. Eg fekk mær eitt lekkurt smyrjibreyð í Kafeteria og børnini fingu pizza og pasta v/kjøtsós áðrenn vit fóru aftur á vøllin at dystast og Norrøna sigldi okkum heim aftur til Føroyar.

 

17. apríl – Heiti potturin og heimferðin

Tá ið vit silgdu heim, máttu vit loypa í heita pottin umborð, hettar gjørdu vit mitt úti í Atlantar havinum. Sum hetta var deiligt, hetta vilja vit í øllum førum viðmæla øllum, sum hava møguleikan.

Alt í alt var hetta ein deiligur túrur við spennandi upplivingum.

 

Heilsan Irdi og børnini