34 59 00

Í Íslandi við 9. floksnæmingum

Í Íslandi við 9. floksnæmingum

Vit hava verið ein sera góðan og læruríkan túr í Íslandi saman við næmingum í 9. c í Fuglafjarðar skúla. Her kemur okkara ferðafrásøgn frá túrinum 9. apríl- 19 apríl 2012.

Eftir
9.c í Fuglafjarðar skúla
Frásøgn innkomin
05-02-2012

Vit sigldu til Seyðisfirðar 2. páskadag á middegi. Ferðin gekk væl, hóast tað rullaði nakað. Komin til Seyðisfirðar, máttu vit bíða í 5 tímar, tí myndugleikarnir har ráddu ferðandi frá at koyra, tí tað var so hált.

 

Klokkan 14 gekk so ferðin víðari. Málið var Høfn. Tað var deiligt at koma til Høfn, plássið líkist eini føroyskari bygd, og vit vóru væl móttikin. Tað gekst væl at finna vallarheimið, og vit fingu góð kømur at vera í. Tá ið vit høvdu fingið viðførið til hølvdar, fóru vit út at eta eina máltíð. Aller tiders og næmingarnir væl nøgdir.

 

Aftan á morgunmatin fóru vit at svimja. Hetta dámdu næmingunum sera væl. Hylurin var uttandura, men tað var kaldari at sita uppi á landi enn at svimja. Annars so høvdu vit ikki nakra serliga ætlan í Høfn, trongdu til at taka tað róliga. Úr Høfn gekk leiðin móti Skógar. Vit sóu á myndini, at plássið var lítið, men har stóð skrivað, at tað stutt til matstovu og handil. Tað dámdi okkum væl, so vit keyptu ikki nakað etandi at hava við. Kortini vísti tað seg skjótt, at tann parturin ikki livdi upp til tað, sum okkum varð kunnað. Vit vóru ivaleyst einsamøll í Skógar saman við 2 ferðandi, sum lógu í telti. Vallarheimið var rúmligt og gott, verturin búði 15 km frá, so hann bað okkum ringja, tá vit nærkaðust Skógum. Hvat er at gera, tá tit móð og troytt koma fram til eitt stað, har einki etandi er, og tú hevur ábyrgdina av einum heilum bussi. Verturin átti Hotel Anna, so honum dámdi væl, at vit vildu brúka eitt sindur av pengum. Vit bíløgdu so døgurða til okkum øll og morgunmat til dagin eftir. Hetta var ein dýrur steðgur, og eg vil mæla frá at steðga við eitt pláss og ikki hava matin íroknaðan. Hetta kanst tú gera, tá tú ferðast einsamallur, men tað er ein treyt, at ferðast tú sum ferðaleiðari við hálvvaksnum, so mugu tey fáa at eta.

 

Annars er at siga um Skógar, at plássið er vakurt, næmingarnir fáa rørt seg uttandura, og Eyjafjallajøkul er beint við. So har kann geologiin saktans koma inn. Fossurin er eisini sera vakur. Fyri túrar við skúlanæmingum má maturin á einum plássi sum hesum vera íroknaður. Bæði ein máltíð um kvøldið og morgunmatur. Tú kanst ikki bara fara og keypa inn við einum bussi, sum tekur 63 ferðandi. Strekkini, ið koyrd vera, eru drúgv og oyðin, so vakurleikin rundanum ber øllum uppi.

 

Nú lá Reykjavík fyri framman, og hesum steðgi høvdu næmingarnir sæð fram til. Koyringin runt Ísland gekst sera væl. Túrarnir vóru passaliga langir, og næmingarnir vóru innstillaðir upp á tað. Vit gjørdu av at steðga við Perluna fyrst. Har sóu næmingarnir út yvir allan býin, henda flotta sjón, sum má upplivast. Vit búðu á einu vallarheimi, sum lá væl fyri. Her fingu vit eisini góð kømur, og vit avgjørdu at parkera bussin hesar tveir dagarnar og ganga. Her ráddu um at velja burturúr rúgvuni av møguleikum. Tey sluppu í Kringluna, tey sluppu at svimja, í biograf og sum rosinan í pylsuendanum, so fóru vit í Bláu Lón á veg av stað aftur. 3 fantastiskir dagar í Reykjavík.

 

So gekk leiðin til Borgarnesar. Vit vóru móttikin sum greivar. Vertsfólkini vóru sera fyrikomandi og hjálpsom. Næmingarnir hugnaðu sær á staðnum og slappaðu so væl av aftan á innkeypstúrar o.a. í Reykjavík. Steðgurin var sunnudag, vit høvdu ætlanir um at fara í kirkju. Men kirkjugongd var eingin hendan sunnudagin, men vit sluppu kortini inn at síggja hesa vøkru kirkju. Aftan á fóru vit at vitja Landnám. Landnám er sera góð framsýning og kann avgjørt viðmælast.

 

Akureyri er ein deiligur býur. Vit komu til eitt deiligt vallarheim, sum lá væl fyri í býnum. Hesin steðgur kom nokk at vera hæddarpunktið á túrinum. Her stóðu vit á skíðum. Eitt fantastiskt upplivilsi fyri næmingarnar. Bara ein stuttan tein við bussi og so uppliva atmosferuna har. Avgjørt vimælast øllum ferðandi. Vit fingu um endan, tí hetta var seinasta vikan á hesum sinni, tað bar til at standa á skíðum. Í Akureyri kanst tú saktans steðga tveir dagar. Har er ovmikið at brúka tíðina til.

 

Nú gekk leiðin til Húsavíkar. Plássið lá 3 km áðrenn Húsavík og kallast Árbót. Fyri nøkrum árum síðani hevur vallarheimið verið brúkt til næmingar, sum hava livað á skuggasíðu lívsins og hava havt uppihald her. Her vóru vertirnir eisini so sera blíðir, tey vistu nærum ikki, hvussu blíð tey skuldu vera. Vallarheimið var eisini so stórt og rúmligt og nýliga sett í stand. Her eiga føroyingar at steðga á, vallarheimið er so framúr. Nú ferðaðust við í lágárstíð, og vit mundu hava eini 200 ferm at ráða yvir.

 

Steðgurin í sjálvum Húsavík var stuttur. Nú høvdu vit upplivað so nógv og vóru troytt, so vit tóku ein gongutúr har, áðrenn hol var sett á túrin til Húsey.

 

Túrurin til Húsey var drúgvur at koyra. Hann kendist eitt sindur endaleysur fyri okkum. Nú høvdu vit upplivað so nógv og vóru troytt. Vit komu til ein gamlan bóndagarð í einum plássi , har bara vertsfamiljan búði. Ikki júst nakað luksus.

 

Í Húsey høvdu vit ætlað at vit skuldu ríða. Vit høvdu ringt tvær ferðir frammanundan, fyri at vita um hetta var møguligt. Jú, tað var eingin trupulleiki, fingu vit at vita. Dreingirnir sluppu at hjálpa til at gera hestarnar klárar, so hetta var ein øðrvísi uppliving.

 

So var bara túrurin til Seyðisfirðar eftir. Nú kavaði aftur, so steðgurin, sum vit ætlaðu okkum á Egilsstøðum var av ongum. Her ráddi um at koma til til Norrønu. Rætt valdu vit, tí fleiri, sum komu seinni enn vit, høvdu ein ringan túr.

 

Um tikið verður samanum ferðina, so eru vit sera væl nøgd við túrin. Um eg skal geva nøkur ráð frá mær, so er tað fyrst hetta við morgunmatinum. Fáið hann íroknaðan á øllum plássum. Eisini haldi eg, at t.d. í Reykjavík hevði tað verið gott, um man kundi etið eina máltíð har beinanvegin. Tað kann bert gerast, um hon er bíløgd frammanundan. Tá ferðast verður á henda hátt, so er tað deiligt at fáa onkra heita máltíð at eta, tá ein kemur fram. Yvirskotið at gera mat er ikki so stórt, og yngri næmingarnir eru, meira krevjandi eru teir.

 

Eisini vil eg meta, at tað hevði verið gott, um t.d. tað ríða á einum plássi varð bílagt og møguliga goldið frammanundan. Tú skalt alla tíðina taka støðu til so nógv, so tað hevði lætt um. Riverrafting høvdu vit ikki møguleika at royna, tí hetta var lágárstíð. Her haldi eg eisini, at tað hevði verið gott, um tað var lagt har strekkið var langt at koyra, so hava næmingarnir tað at síggja fram til.

 

Vit høvdu ein sera vælegnaðan bussførara, sum koyrdi okkum. Hann dugdi væl at ferðast við ungum fólkum. So um tú vilt royna onkra rutu við einum 10. fl komandi ár, so er bara at siga frá. Blíðar heilsur 9. c í Fuglafjarðar skúli

Myndir frá túrinum

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 20. nov 12:00
Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 21. nov 06:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 21. nov 23:59

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.