Frítíðin byrjar umborð

H71 á venjingarlegu í Akureyri

H71 á venjingarlegu í Akureyri

Annaðhvørt ár plagar H71 at senda sítt besta lið á venjingarlegu uttanlands. Og so var eisini í ár. Hetta, fyri líkasum at geva leikarunum eina meiri áhugaverda og stuttliga avbjóðing. Men í mun til undanfarin ár, har vit hava notið gott av fasilitetunum í Lalandia, valdu vit í ár at fara øvutan veg. Ein beinan útnyrðing. Til Íslands. Akureyri, meiri presist.

H71 á venjingarlegu í Akureyri
Eftir
Agga Niclasen
Frásøgn innkomin
25-08-2014

Ferðaliðið taldi íalt 35 fólk. Gott og væl 20 teirra leikarir, hini leiðarir og børn. Vit fóru avstað mikukvøldið 13. august, og vit komu longu til Seyðisfirðar hósmorgun. Túrurin úr Havnini við Norrønu var framúr. Gamaní, hitapottar við meira styttir um stundir, men tað var tann óvanliga góða tænastan umborð, ið hugtók.

 

So góð, at tað ikki bara var at siga tað at tørna inn. Eg vil helst ikki taka nakran framum, men tænararnir, og serliga á Simmer Dim Steakhouse, vístu klassa—hvat eg kann vitna um, tá eg sjálvur havi arbeitt sum tænari í yngri árum.

Og jú, við fryntligum og fyrikomandi starvsfólki lættir eisini um hjá teimum, ið merktu sjógangin.

 

Vit komu aftur og fram í eini kombinatión av privatum og leigaðum bilum. Hetta riggaði yvirhøvur væl. Fjarstøðan er óhugnalig í Íslandi, men landslagið javnar aftur fyri hesa lutfalsliga longu koyritíð. Tori eg at siga tað... meiri stórfingið og merkisvert enn í FO.

 

Ávegis til Akureyrar sóu vit 620 metrar høga Fjarðarheiði og oyðimarkarkendar víddir, mestsum mánaslig jarðarskorpa, sum vit nærkaðust Mývatn.

Og har, við Mývatn, var lív, hjá eldri sum yngri. Tí har hava tey sína egnu útgávu av Bláa Lónið, Blue Lagoon. Tó, meiri bygdasligt, minni pengasligt. Hugnaligari, um tú vilt.

Hesin heilsu- og náttúrubaðardepil eitur Jarðbøðin, og øll sum ein í ferðaliðnum gjørdu sær dælt av hesum marglætisupplivilsi. Aftaná settu vit okkum uttanfyri við útsýni oman í sjálvan hylin at eta matpakka, ið starvsfólk hjá Norrønu høvdu fyrireikað.

 

 

Um tað er eitt sindur langt at koyra úr einum staði til annan í Íslandi, tá er øðrvísi í Akureyri, hesum undurfulla setursbýi. Har er fráleikin líka fyri. Stutt til venjingarhøllina, til handils, kaffihús, geotermiska svimjihylin, til botaniska havan, til yvirkulu Arts' Alley , mentanarhúsið HOF, til flogvøllin, Dominos.

 

Vit búðu á einum útmerkaðum vallaraheimi lúkst í býnum, Stórholt at navni. Hiðani er, sum sagt, ikki so langt til venjingarhøllina, har hópurin vandi og spældi dyst eftir túri, fyrst bestaliðið, síðani ungdómsliðið.

Hvør dagur byrjaði við morgunmati kl. 8. Og so at venja. Tú kundi koyra, men eisini ganga. Og hasi, ið tóku súkklu við sær, ja, tey súkklaðu. Og tey súkklaðu aðrasteðs við. Eftir venjing var miðmáli klárur, eisini fyri teir leikarar, sum valdu at enda venjingina við at spáka sær oman í Sundlaug Akureyrar, mær vitandi ein av tveimum svimjihylum í býnum, og tí komu nakað seinni heim til vallaraheimið.

Uppímillum venjing og dyst vóru harraboðini til leikarahópin at taka sær av løttum. Kortspæl letst at fylla nokkso nógv í teirra sosiallívi, internet eisini, men sjavs tó ein apsaluttur yndisaktivitetur, tí nærum hvør fríløta fór við einum ”krossi”.

Numeriskt fyltu vit í H71 heilt nógv á Stórholt, men leikarnir eru so avbera skikkiligir og nørdasligir, at henda ógvusliga yvirvág av væl bygdum hoyvíkingum als ikki bilaði hinar gestirnar.

 

Tá verður alt so nógv lættari at hugna sær og skipa fyri. Og tey, sum ikki høvdu tol til kortspæl og lúr, ja, tey fóru út at renna í vakra og ymisliga umhvørvinum, meðan onnur fóru ein spákingartúr oman í býin, ein túrur á knappar 10 minuttir.

Nógv áhugaverd kaffihús, millum annað Eymundssons, sum umframt at selja bøkur, somuleiðis fungeraði sum kaffihús. Har hitti eg Einar Már Guðmundsson, rithøvundur og dekadentur samfelagsrevsari. Hann fekk sær uppí í minsta lagi fimm ferðir, so talan er ikki um bosniskar tilstandir, har maður fer frá húsum kl. 10, skemtar og skeldast, men tó situr við sama kaffikoppi í pinkustødd tríggjar tímar seinni.

Tað var saman við triðyngsta avkominum, sum bestóð eksamiuna sum dadda at 1 ára gamlari diddu til UG, at eg sutlaði ein rosalega góðan amerikano, hon ein íste við bláberjasmakki og tebolla við bláberum. Vit høvdu júst keypt henni eina skúlatasku í hesum handli, og onkra gávu til systkini og vinkonur, so hon var ovurnøgd. Av somu grund tordi hon eiheldur at mótmæla, tá eg skeyt upp, at vit burdu vitjað hasa ”mega flottu kirkjuna beint haruppi”. Og hon, altso kirkjan, var beint har uppi. Tað var bara at snara til høgru, krossa vegin og ganga hasi sirka 120 trappustigini beint upp.

 

Viðvíkjandi hondbóltinum, ja, tá vóru umstøðurnar einastandandi góðar. Sjálv hondbóltshøllin, bogaða KA Sporthal, var deiliga praktiskt og hugnalig, og allíkavæl væl bíligari enn tær loysnir, vit kenna til. Vektrúmið var væl plaserað í mun til vøllin. Sera strategiskt.

Viðvíkjandi tí leikliga, tá vunnu vit allar dystir uttan tann ímóti KA, har vit taptu. Men KA spæla í bestudeildini, og við Vegginum sum nýsignering, tá fór hasin dysturin altíð at vera ein trupul setningur. Men vit spældu konsentrerað og dissiplinerað, hvat ikki altíð hevur verið okkara vørumerki seinastu 2 árini. Nógv riggaði til dyst, sum vælsaktans eisini var meiningin við morgunvenjingini. Væl meiri fokus og náðileyst spæl. Tað ”náðleysa” var tó heldur trupult ímóti KA-liðnum, kanska fyrst og fremst tí The Wall var í verjuni. Vit spældu við bestu uppstilling, KAarnir eisini. Har vóru nakrir fyrrverandi Bundesliga spælarir, so væl av profilum. Men profilurin yvir øllum profilum er Sverrir Jakobsson. Hann stóð bara í verjuni, men á dett monstur av einum manni. Ein risi av aðrari verð. Vit taptu dystin 28-23, og eftir dystarlok spurdu vit hann so kurteisliga, um tað lá fyri hjá honum at avmyndast við tveir av okkara egnu strikuspælarum, Sigmundi Dahl og Helga Hoydal, hvør sínu megin. Hann játtaði alt fyri eitt. Og vit takkaðu so miriliga fyri.

Tað eina kvøldið, leygarkvøldið, var spurnarkapping á skránni. Tríggir bólkar, ein leiðarabólkur, ein yngru leikarar, ein eldru. Leiðarnir vunnu. Av spurningum kann nevnast "hvør halda tit, eg haldi, at málmansvenjarin tendrar mest uppá?" Teir fingu 5 valmøguleikar, men tað var altso Mariska Hargitay úr Special Victims Unit, sum var tað rætta svarið.

 

Ein annar spurningur var, "hvussu nógv doyðu av krabbamein í baktarminum í 2006 í FO, óansæð aldur og kyn?" So løgið tað ljóðar, kollgittu tveir bólkar, meðan hin triðji var eitt tal við síðuna av. Rætta svarið var 5.

 

The Metuzalems hjá Petur Even vann, hóast hann gitti, at tað vóru 1000 flogvallir í Stóra Bretlandi, tá ið tað faktiskt eru 56 í tali. Tapandi bólkurin skuldi taka uppvaskið, men køksdamurnar høvdu langtsíðani fiksað uppvaskið, áðrenn hetta bleiv relevant.

 

Sunnudagurin var sólríkur dagur. Íslandi líkt, eitt sindur kalt í luftini, men píkasjey sum sólin er bjørt, og luftin frísk.

 

Eftir venjing fingu vit hálvan høsnarunga hvør, rís og karrysós, og kips.

 

Og so út at sita í hasum harrans veðri. Tónleikur, kaffi og skuffukøka við sjokulátuglasuri. Og sjavs—eyðveri tað. Á kvøldi sluppu leikarnir út, men við krystallklárum harraboðum um at vera heima aftur kl. 1. Teir vóru allir heima aftur áðrenn ásetta tíð. Onkur hevði sitið á Café Amour miðskeiðis á gongugøtuni, og sum forrestin vísir Premier League-fótbólt, og aðrir fóru í kykmyndahøll. Nakrir, tó, ja, teir tóku ein… kross.

Dagin eftir endaðu vit í Siglifirði. Teir sluppu at sova til kl. 10 henda morgunin, mánamorgun. Og so at gera sær hvør sín monsturmatpakka, tí riverrafting hjá toppútgjørdu fyritøkuni Viking Rafting var á skránni kl. 14. Sólskin var, eins og í gjár, men tá sólin ikki skínur lúkst á kroppin, er luftin bítandi frísk. So vatnið var kalt.

 

Øll uttan Hanus (málmaðurin), René og eg við smábørnum river-raftaðu.

 

Hetta var eitt stuttligt upplivilsi; ikki so vandamikið, sum onkur hevði væntað og fryktað, men orkukrevjandi.

Tríggir bátar mannaðir við hoyvíkngum, har hvør bátur tó hevði eitt starvsfólk í bátinum sær. Tveir enskt-talandi asiatar, ivaleyst fjareysturmenn, meðan hin triðji var íslendingur. René og eg koyrdu sum svakir eftir ánni at fanga nakrar góðar myndir til okkara kæru lesarar, men á veg heimaftur kom lort í alt. Av onkrari grund endaðu vit millum kýr og seyð av hundunum til onkustaðni á norðurlendska norðurlandinum.

Og fyri líkasum at toppa hesa villeiðing av, tók eitt barn á at spýggja og annað ýldi sum ein fratørur parkeringsvørður, sum vit skuldu til at venda við í tí anerkenning, at vit vóru endaðir onkustaðni, vit ikki reiðiliga kendu aftur. Feitt.

Líkamikið, monnum líkt, so fiksaðu vit hetta so hvørt. Nýhoyvíkingurin gavst at gráta við hjálp av einum hondbólti og muturi, meðan hin pápin brúkti alt hugsandi uppturkingar-tilfar at vaska stakkaladrongin, sum hevði fingið bilverk vegna bumputum vegi, I-paddin og bilstól, og dúrkið í bilinum, og hurðina og...

 

Óansæð, nú flenna vit at tí og klappa okkum á ryggin fyri væl útinnt problemknúsarí.

Vit hittu hini, River-raftarnir, uttanfyri Bakkaflot, gistingarhúsið knýtt at Viking Rafting. Tey vóru í góðum lag og útlúgvað. Vit menn, tjæ, vit vóru bara útlúgvaðir. Sum eitt kuriosum kann eg líka skoyta uppí, at vit møttu einum manni frá Eysturoyar MC, ein sjálverkleraður desertørur. Har kom hann so flott brølandi inn á parkeringsøkið við Merkinum so flott veittrandi aftan súkkluna.

 

Síðani koyrdu vit til Siglufirðar. Ein spøkilsisbýur á kvøldartíð. Eingin sólargangur, men áhugaverdur kortini. Vit fingu eta, nakað, Anna Dam hevði arrangerað áðrenn framkomu.

 

Vallaraheimið er eisini á heilt góðari leið, og vit høvdu tað fyri okkum sjálvi.

Vit vóru aftur á Akureyri týsdag, vandu mikudag, ótu úti á Greivinn mikukvøld. Um somu tíð undirhildu Spælimennirnir úr Nólsoy og Kim Hansen í tiltikna HOF, hesum stórlátaða mentanarhúsi, ein Colosseum-líknandi festningur.

Vissuliga, ein á øllum økjum gevandi venjingarlega, bæði sum inngangur til kappingarárið og felagssakpin H71… hóast minni vanlukkur á vegnum.

 

Yvir og út,

H71 á Akureyri

 

 

Agga Niclassen