Frítíðin byrjar umborð

Familjuútferð til Íslands

Niels Uni saman við børnum á Íslandscruise 14.-17. apríl '14

 

 

Fyrsti dagur

 

"So er fyrsti dagurin við at vera runnin her umborð á Norrönu. Dreingirnir eru farnir í kamarið, at finna sær iPaddarnar fram og vónandi skjótt sovna."


Deiligur dagur í síni heild. Innhegnaði fótbóltsvøllurin á dekki 8 er eitt hitt hjá Mikal, sum brúkti fyrstu tímarnar umborð á vøllinum. Hinir báðir yngru fóru í biograf til Frozen, meðan eg tókst við tað, ið mær dámar best, at sussa við fólk.


Túrurin norður millum oyggjarnar var á nógvan hátt magiskur. Vit búgva í einum fantastiskum landi. Serliga ein góðveðursdag sum hendan.

 

Vit ótu nátturða í Norrönu Buffettini, nógvur góður matur við denti lagdum á mat úr havinum, gott at síggja, at Smyril Line er tilvita um, at ferðafólk, ið koma hendan vegin vilja hava okkurt autentiskt. Her er gott umborð, sera vinalig starvsfólk og hugnaligt.

 

Í morgin kl. 9 leggja vit at í Íslandi, tá fara vit ein biltúr, at finna ein svimjihyl.

 

 

 

Annar dagur

 

"Tann persónliga kontaktin, smílið, áhugin, ella skal man bara kallað tað tænasta."


Eftir deiligu morgunmatarbuffettina var eg á veg niðan gjøgnum trappurnar upp á kamarið. Eg stúrsaði við, tá ein vinarlig donsk rødd spurdi: “Var det en god morgenmad?”, hugdi upp og sá, at tað var tænarin, ið hevði tikið ímóti okkum, tá vit komu inn til buffettina. Vit møttust av tilvild í trappunum, og ístaðin fyri at lata sum einki, vísti hann áhuga.

 

Jú takk, tað smakkaði væl, fekk eg framúr mær, og fór víðari við einum smíli. Eg havi ofta ferðast við Norrønu, men ongantíð hevur tænastan verið betur enn hesaferð.

 

Tá sonurin misti jogurti á gólvið í tí hann skuldi rætta smílandi tænarinduni (ella hvussu tað eitur, tá ein tænari er kvinna) sín skitna tallerk, so var viðmerkingin beinanvegin, at tað bilti einki.

 

Tá ein annar sonur eitt sindur seinni hevði stoytt Fanta inni í spælirúminum, har man ikki hevur loyvi at hava mat og drikkivørður við sær, so var eingin moralprædika, bara eitt smíl meðan vinarliga daman grulvaði inn at turka upp.

 

Eg veit bara, at hetta er tílíkt, ið fær meg at kenna meg vælkomnan. Tað virkar sum hesi starvsfólkini tíma at arbeiða her, nei, tað virkar faktiskt, sum tey dáma at arbeiða her.

 

Annars hava vit verið á Egilstøðum í dag, høvdu frætt, at har var ein svimjihylur. Well ikki heimsins størsti svimjihylur. Sirka uppá stødd við tann gamla í Gundadali, og júst sum hann, var hesin uttandurða. Tað bilti tó ikki, tí har var ein rutsjibani, so tað sá gott út.

 

Vit brúsaðu okkum og runnu út móti rutsjibananum, men ólukkutíð, banin var “Lokaður”, eitt skelti hekk fyri trappurnar, og forðaði okkum at fara upp, ivaleyst skilagott, tí hylurin undir rutsjibananum var hálvtómur og vatnið í honum sá ikki tespiligt út.

 

Well, vit fingu tó hálvan annan tíma at ganga við at sita í heitum potti, boblubað og annars við at spæla við bóltar í barnaendaum av svimjihylinum. Bert Mikal var so aktivur, at hann tók nakrar longdir eisini.

 

Vit ótu døgurða á Subway, og keyptu páskaregg í Bónus, umframt teir obligatorisku mini doughnutsarnar, ið eg altíð keypi, tá eg eri í Íslandi. (smakka himmalskt).

 

Men annars eru Egilstaðir ein heilt ófatiliga óáhugaverdur býur. Har er sku meira aktion í Skálavík. Men vit funnu tó eitt ellisheim fyri bilar, ið eg líka mátti taka ein mynd av.

 
Vit koyrdu síðan ein biltúr, stuttligt at síggja kavakløddu fjøllini og landslagið, ið er so hvítt, at tað næstan skerð í eyguni.

 

Um eina løtu letur buffettin upp, so er nátturði á skránni, tað verður uttan iva gott, mungi longu eftir hasum sterkt kryddaðu búffunum, ið eg smakkaði í gjár.

 

 

Triðji dagur

 

So situr man aftur umborð, vit hava havt ein framúr dag, aftaná morgunmatin fóru vit til Eskifjörð, hoyrdi frá øðrum ferðafólki, at har var ein svimjihylur við fleiri glíðibreytum, umframt, at koyritúrurin var sera vakur.

 

Eg kann bara geva teimum rætt, náttúran er ófatiliga vøkur her, nú kavin enn setur dám á landslagið.

 

Svimjihylurin var fleiri klassar omanfyri tann á Egilstøðum og væl verdur at koyra teir eyka 40 minuttirnar fyri.

 

Har vóru 3 fínar glíðibreytir, harav tann størsta dekan ov stór og skjót til mín smakk, men dreingirnir dámdu væl, serliga Marius, sum fór 14 túrar í henni. Tummas er so varligur, so eg royndi at lokka hann í tað minstu breytina, so eydnaðist tað ikki.

 

Men vit fingu nakrar tímar at ganga í teimum ymsu temperaðu hylunum og pottunum. Eg slapp eisini ein lítlan túr í sauna.

 

Síðan ótu vit burgarar í Kaffihúsinum á Eskifirði. Ella tað gjørdu eg og Mikal. Tummas og Marius ótu pizza. Síðan gekk leiðin umborð aftur.

 

Vit fara úr Íslandi kl. 20 og koma á Havnina kl. 15 ímorgin. Um eina løtu er nátturði á skránni, deiliga buffetin lokkar.

 

Eg havi annars verið ein túr í Naust og lurta eftir Hans Andrias, hann hevur taklað uppgávuna, at spæla fyri týskum pensjonistum væl. Men tá tey fóru í song í gjárkvøldið fingu vit lokka eitt Nirvanalag og eini tvey heimagjørd burturúr honum.
Deiligt, at hava ein risastóran Mikal við, sum hevur eyguni eftir hinum, so eg sleppi ein túr í Naust.

 

 

Fjórði dagur

 

So vóru vit aftur í Føroyum, deiliga ferðin til Íslands við Norrönu er liðug og dreingirnir skulu nú til mammu sína. Tað bleiv seint ígjár við góðum práti í Naust við áhugaverd og dámlig fólk.

 

Endin á túrinum, ein vakur túrur millum oyggjarnar henda vakra dagin, var vakur.

 

Alt í alt ein fín ferð, deiliga avslappandi og herligt.

 

 

 

Skrivað hevur Niels Uni Dam