Frítíðin byrjar umborð

Bussferð kring Ísland við Tóru Tóroddsdóttur

Bussferð kring Ísland við Tóru Tóroddsdóttur

Eg hevði verið í Reykjavík nakrar ferðir og sæð ta stórslignu náttúruna við grótbræðingum, Geysir, Gullfossi og Bláa Lóni, og ikki minst Þingvellir og Gjónna, sum skilir Evropa frá Amerika. Alt sera hugtakandi. Men at síggja Ísland var mín dreymur.

Eftir
Hallbjørg Hansen
Frásøgn innkomin
30-09-2012

 

Men hvat er Ísland annars? Hvussu sær tað út, har abbi mín og nógvir aðrir føroyingar vóru til lands? Eg hevði ein dreym um at koyra runt landið og uppliva tað, sum vit hava hoyrt so nógv um.

 

Eg hevði góðan hug at tekna meg til túrin, sum Smyril Line lýsti við, men tankin um at skula gista á bóndagørðum gjørdi, at eg ivaðist. Hvussu mundi tað fara at verða? Skuldi eg kanska sova í koyggjusong ella í sovisalum saman við nógvum fremmandum fólki? Og hvat mundu vit fara at fáa at eta á sovorðnum støðum? Endin var tó, at eg keypti ferðaseðil til túrin runt Ísland í august 2012.

 

Komin umborð á Norrönu greiddi Tóra Tóroddsdóttir okkum frá, at hon skuldi vera ferðaleiðari hjá okkum. Hon var hvørki jarðfrøðingur ella søgufrøðingur, men hon visti ein heilan hóp um Ísland, tí hon er uppvaksin á leiðini við Mývatn. Hennara áhugi var serliga fyri smáplássunum og fyri søguni, sum er so gomul og tó so livandi á gørðunum.

 

Komin til Seyðisfjarðar eftir ein fantastiskan túr við Norrönu í blikastilli fóru vit beinanvegin í bussin, og ferðin runt Ísland eftir Ringvegi 1 var byrjað. Vit høvdu ein stuttan steðg á Egilsstöðum, og síðan koyrdu vit nakrar tímar suðureftir. Vit høvdu langan tein at koyra tann fyrsta dagin, so vit máttu skunda okkum eitt sindur.

 

Vit koyrdu til Reyðafjarðar, har vit sóu stóru aluminiumsverksmiðjuna, sum er ein kilometur til longdar. Vit kundu hugsað okkum at farið inn, men tað læt seg ikki gera, tí um so var, skuldu vit havt biðið um tíð frammanundan.

 

Eitt av fyrstu støðunum, vit steðgaðu við, var savnið hjá Steina-Petru. Tað er eitt ótrúliga ríkt savn av steinum, sum hendan konan hevði savnað ígjøgnum alt sítt lív. Tað eru eftirkomarar Petru, sum reka savnið. Hugtakandi var at síggja og at lesa um lívið hjá Petru; millum annað, at hon hevði borið tungar steinar langvegis úr fjøllunum.

 

Vit steðgaðu við Jökulsáarlón og nutu útsýnið við Vatnajökull í baksýni. Í bygdini, Hornafirði, steðgaðu vit á og fingu ábit. Íslendingar vóru sera blíðir, tá ið teir sóu, at vit vóru úr Føroyum. Í Hornafirði er framvegis fiskivinna við havnarlagi og bátum. Tað minti ikki sørt um eina føroyska fiskivinnubygd.

 

Fyrstu náttina gistu vit undir Smyrlabjörgum. Tað er eitt frálíkt stað: Ein bóndagarður, sum hevði gjørt seg út til ferðavinnu. Har vóru nógv og góð hotellrúm. Fleiri okkara keyptu handbundnar troyggjur fyri sámiligan prís. Vit fingu avbera góðan døgurða og ein rimmar morgunmat dagin eftir.

Annan dagin hildu vit fram eftir Suðurlandinum, ímeðan ferðaleiðarin greiddi væl frá bæði náttúruni og rithøvundum og skøldum, ið høvdu slitið sínar barnaskógvar á gørðunum har um leiðir. Vit steðgaðu á savninum, Þórbergssetri, sum er til minnis um rithøvundin, Þórberg Þórðarson, ið livdi frá 1888 til 1974.

 

Á leiðini gjøgnum lónið er nógv at síggja og uppliva, um ein hevur hug til tað. Tú kanst m.a. koyra við akførum upp á jøkulin, sigla við hjólbátum í lóninum og koyra við somu bátum eftir sandinum. Vit gingu ein túr fram til Skaftafellsjökli. Seinni steðgaðu vit við minstu kirkjuna í Íslandi. Kirkjan er frá 1789. Hon er bygd inn í lendið, soleiðis at tú bert sært forsíðuna. Og so hevur hon flagtekju. Tað var hugnaligt at sita inni har og syngja í glæmu frá kertiljósi. Næstu náttina gistu vit á Hótel Geirlandi. Tað er eitt sera gott stað, og maturin har er avbera góður!

 

25. august koyrdu vit víðari vestureftir. Vit sóu nógvar fossar, víðar fløtur, fjøll og jøklar, og ikki um at tala bóndagarðar. Alt andaði av søgu. Hetta var ikki minst okkara frálíka søgufróða ferðaleiðara við sínum brennandi alski og áhuga fyri landinum fyri at takka! Vit steðgaðu við Geysir. Hann mátti eisini upplivast á ferðini. Eftir ein bita við Geysir gekk leiðin ímóti Gullfossi. Tað var ein fantastisk uppliving at standa tætt við fossin og síggja velduga máttin í honum. Haðan gekk leiðin til Þingvellir, har vit samlaðust, og Tóra lærdi okkum at syngja ein íslendskan sang. Um kvøldið komu vit so til Reykjavíkar og gistu á Hótel Frón. Eftir at hava etið ein betri døgurða spákaðu nøkur okkara okkum ein túr gjøgnum býin og inn í Hörpu fyri at síggja eitt sindur av hesum stásiliga húsi.

 

Sunnumorgunin 26. august gingu vit ein túr runt Tjörnina, áðrenn vit hildu leiðina fram ímóti Reykholti. Har steðgaðu vit á og sóu nýggju, stásiligu kirkjuna saman við frásøgufólki. Vit sóu eisini gomlu kirkjuna og húsatoftirnar eftir Snorra Sturluson. Vit sótu eina góða løtu og nutu sólskinið í Reykholti. Næsti steðgur var við Hraunafossar og Barnafoss, sum eisini hava sína serstøku søgu. Um kvøldið komu vit til Gauksmýri. Á Sveitasetrinum Gauksmýri, har vit gistu, fingu vit aftur góðan mat við øllum tí besta frá garðinum. Kømrini vóru eisini sera góð.

 

Frá Gauksmýri gekk leiðin ígjøgnum vakurt landslag ímóti Húsavík. Á middegi komu vit so til Akureyrar, har vit gingu okkum ein túr gjøgnum býin og fingu okkum ein bita. Vit høvdu einar tveir tímar á Akureyri, so har var møguleiki at fara í handlarnar, um hugur var til tað. Á Akureyri sóu vit m.a. mentanarhúsið Hof. Vit sóu minnisstein um friðleysa mannin, Einar Jónsson, og vit hoyrdu um søgu og lagnu hansara.

 

Av Akureyri koyrdu vit til Goðafoss. Haðan gekk leiðin til Hverir og goysandi landslagið, ið har er. Vit koyrdu fram við Dimmuborgum, ið eisini er eitt sjáldsamt landslag við nógvum gróti. Móti kvøldi komu vit til Húsavíkar, har vit gistu og fingu høvi at ganga okkum ein túr. Húsavík er hugnalig bygd við serligum umhvørvi niðri við havnarlagið.

 

28. august gekk leiðin víðari úr Húsavík. Vit steðgaðu við ein garð við Grænavatn, har faðir Tóru vaks upp. Garðurin tyktist liggja avsíðis, men hann hevði verið eitt valahús í síni tíð. Eftir tað koyrdu vit til Mývatn, sum liggur 54 km frá Húsavík. Har er eisini serstøk náttúra við vøtnum, jarðhita, grótbræðingum og øðrum. Haðan gekk leiðin til Dettifoss, sum sigst vera størsti fossur í Evropa. Tá var farið at regna, og fitt av vindi var eisini. Vit gingu allíkavæl heilt oman til fossin. Næsti steðgur var í Möðrudali. Har var einans garður, ein kirkja og ein kafé, har tú kundi keypa kaffi og okkurt heimagjørt plagg. Har andaði eisini av søgu og skaldskapi. Frá Möðrudali gekk leiðin til Egilsstaðir, har vit steðgaðu einar tveir tímar, áðrenn leiðin gekk til Seyðisfjarðar.

 

Morgunin eftir, 29. august, fóru vit aftur útferð. Vit vitjaðu tjóðargarðin við Vatnajökull og koyrdu gjøgnum dalin til garðin hjá Gunnari Gunnarssyni, skaldi. Hetta var eisini eitt sera áhugavert savn. Haðan gekk leiðin til Skriðuklaustur, sum er eitt miðaldarklostur, ið eisini er varðveitt sum eitt savn. Komin aftur til Seyðisfjarðar segði Tóra okkum farvæl, tí hon skuldi ferðast í Íslandi nakrar dagar afturat. Leiðin gekk síðan aftur til Seyðisfjarðar og umborð á Norrönu.

 

Um kvøldið legði Norröna frá landi. Vit fingu ein av bestu túrum, ein kann hugsa sær. Tað var ein frøi fyri eygað at nærkast Føroyum, at sigla suður ígjøgnum Djúpini í dýrdarveðri og sólskini, og at síggja Føroyar klæddar í sítt besta summarskrúð. Ein sera væl tilrættisløgd, væleydnað og hendingarík íslandsferð var komin at enda.

 

Tað ber ikki til at greiða frá øllum upplivingunum á túrinum her, men eg havi roynt at lýsa eitt sindur av honum. Eg mæli einum og hvørjum, sum hevur hug at ferðast og at uppliva náttúru, at fara ein tílíkan túr við einum ferðaleiðara, sum elskar og brennur fyri sínum heimstaði.

 

Hallbjørg Hansen