Frítíðin byrjar umborð

Berlin túrur septembur 2013

Frá 12. til 23. sept skipaði Smyril Line fyri busstúri til Berlin. Vit vóru 48 í ferðalagnum.

 

Eftir at verða komin til Hirtshals á morgni 14. septembur tók ein fryntligur sjafførur – Max - ímóti okkum. Ein fyrsta floks bussur frá Herning turisttrafik.

 

Vit koyrdu niður gjøgnum blíða Jylland, steðgaðu á nakrar ferðir, fingu ein bita at eta ella strekkja beinini. Komin suður um markið, varð steðgað á eina løtu í Flensborg. Fóru inn at shoppa í Fleggaard, men best varð at bíða at keypa bíliga inn, til vit komu aftur á heimferðini.

 

Víðari koyrdu vit gjøgnum Norðurtýskland. Nú høvdu nøkur í ferðalagnum verið fyrr í Berlin, so spennandi varð at síggja broytingarnar síðani múrurin fall í 1989. Fyrr var tað ikki sum at siga tað at koma inn í gamla DDR og so víðari til Berlin. Alt varð kannað, spegl undir bussin fyri at vita, um onkur hevði krógvað seg har og vildi sníkja seg inn í DDR ella út úr DDR. Sama skilið um tú skuldi um markið til Berlin. Og passini vórðu kannað væl og virðiliga. Byrokrati av versta slag. Men nú vit fóru um gamla markið eystan fyri Lubeck, nú koyrdu vit bara. Men har markið hevði verið, var ein breiður geiri av ongamannalandi, sum strekkir seg oman gjøgnum tað mesta av Týsklandi. Har hevði gamla DDR gjørt tað næstan ómøguligt at ferðast millum bæði týsku londini. Autostradan til Berlin var tó munandi betri at koyra eftir nú í mun til fyrr. Àður var tað tann gamli “Autobahn”frá Hitler tíðini. Enn var tó nógv vegarbeiði eystanfyri, alt var forfallið. Vit komu til Berlin seint leygarkvøldiå og blivu innkvarteraði í tveimu hotellum, dygst við Kurfurstendam, sum er tann kenda handilsgøtuna í Vesturberlin. Hevð kanska verið betri um øll vóru saman, men stutt var at gang ímullum, so tað bilti ikki.

 

 

Sunnumorgunum fóru vit til gudstænastu í Dómkirkjuni, ein stásuligur bygningur frá fyrst í farnu øld. Nógv fólk vóru til gudstænastu í hesari protestantisku kirkjuni – tingnarlig løta. Vit vóru fleiri, ið nýttu høvi at fara til altars, men her gekk tað skjótt fyri seg, gingu fram, fingu oblatið – breyðið – dyppaði í víni, og so gekk posin runt.

 

Eftir gudstænastna var farið til Hohenschøenhausen at síggja Stasi fongslið. Ótrúligt sum Stasi hevði eftirlit við DDR borgarum, ja mangir borgarar fingu her at uppliva ótespiligu viðferðina í hesum illa gitna fongsli – óndskapur settur í system. Nøkur vitjaðu eisini Stasi savnið, ótrúligt sum teir vóru uppfinnsamir at sneyta í lívinum hjá sínum egnum borgarum. Filmurin “Das Leben der Anderen”, sigur væl frá hesum.

 

Um kvøldið varð farið til “Teater Friedrichstadt”, har vit sóu ein áhugaverdan musical. Jú tónleikur og list blóma í Berlin.
Dagin eftir fóru vit sightseeing í Berlin, ein dani greiddi frá. Vit sóu onkrar restir av Berlin múrinum og sjálvandi eisini Checkpoint Charlie, har møguleiki var fyrr at koma til tann eystara partin. Eystanfyri var múrurin nevndur “Der Antifasistische Mauer, skuldi verja DDR borgarar ímótu ávirkan vestanífrá-tóktiskt”skizofreniskt”. Í fyrrverandi Stalin Alle vóru bygningarnir í sermerktum stalin stíli-pompøsir og kaldir. Koyrdu eisini inn í Kreuzberg vestanfyri - eisini nevndur lítli Istanbul. Vit vóru so nøkur, ið nýttu møguleikan at vitja DDR museumið. Har fingu vit eitt gott innlit í dagligdagin hjá fyrrverandi borgarum eystanfyri, hvussu íbúðirnar vóru o.s.fr. Á matstovuni kundu vit fáa yndisrætt Hoeneckers-okkurt við fleski og sauerkraut, onkur tók av, men tey flestu lótu vera. Sá ikki serliga átuligt út. Eisini vóru ein Trabantur og ein 1.6 tons tungur Volvo ministarabilur sýndir fram, jú har var vist munur á hvar í samfelagnum ein fleyt. Ikki tí, alt var og er ikki ljósareytt vestanfyri, men her høvdu tey hóast alt vesturlendskt demokrati.

 

Ein dagin var farið til Potsdam, har rundvísing var við einum fryntligum donskum ferðaleiðara. Sóu slottið hjá Friedrich der Grosse – Sanssouci, sum varð bygt í 1740-inum. Fantastiska flottur rokokkubygningur. Sarkofakið við konginum var beint við, har liggja altíð epli á grøvini. Ja, hví tað, kann man spyrja. Jú, trupult var at fáa týskarar at eta epli, Friedrich fann uppá ráð lat gera eina stóra eplaveltu, setti hermenn at ansa eftir at eingin stjól. Men hann bað hermenninar láta sum einki, um onkur stjól. Jú dagin eftir høvdu øll í grannalagnum epli til døgurða. Spákaðu aftaná í tí hugnaliga býnum tætt við, fóru inn á sera hugnaligu matstovurnar, fingu kaffi, eplakøku og onkur fekk sær eina máltíð-smakkaði óføra væl.

 

Eftir kríggið ognartók Sovjet og stjórnin í DDR alt, eisini bygningar í Potsdam, men nú í múrurin fall, kravdu gomlu eigararnir sínar ognir aftur. Tey, sum kanska høvdu búð her í eini 40 ár, máttu út, tí gomlu eigararnir kravdu tað. Okkurt sjálvmorð stóðst av hesum. Gomlu eigarnir hava síðani sett sínar gomlu ognir í nýmótans stand aftur.Men enn sóust illa farnir bygningar.

 

Sjálvandi var eisini shoppað í Ku-damm og aðrastaðni, men at keypa í Ka-De-We – Kaufhaus des Westen, var ikki hugsingur um hjá okkum deyðiligu. Ein 60.000 fermetur stórur handil – hundadýrt, men aðrastaðni var eitt ótal av handlum av velja ímillum í øllum príslegum.

 

Fríggjadagin 20. septembur bleiv tjekkað út av gistingarhúsinum og á heimvegnum steðgaðu vit eini 2 tímar í KZ-leguni, Sachsenhausen – ja har vóru ræðuleikar og øgiligur óndskapur í Nazitíðini.

Komið varð til Flensburg um 7 tíðina. Og nú varð at shoppa í Fleggaard, jar har var bíligt. Vit vóru mong, ið keyptu inn undir okkum, av øllum møguligum. Kanska ov nógv – men har bara bara so bíligt. Áðrenn songartíð ótu vit eina fína máltíð á hotellinum í býnum. Àrla morgunin eftir varð koyrt til Hirtshals. Fingu ein fínan túr heimaftir við Norrönu.

 

Jú, Berlin er ein sera áhugaverdur býur - verdur at vitja.

 

 - Øssur Hovland