Broytingar ár fyri ár

Søgan

 

  • Óli Hammer tekur stig til - at stovna Smyril Line. Stovningardagurin er 1. november. Tveir aðrir eru eisini við til at stovna felagið. Teir eru Jógvan í Dávastovu og Andrias Joensen. Næsta stigið á skránni er at fáa partapening til vega, og føroyingar taka væl ímóti ætlanini og skjóta pening í. Síðani verður farið at hyggja eftir egnaðum skipi til rutuna, og rættiliga skjótt verður gjørt av at keypa svensku ferjuna Gustav Wasa frá reiðarínum Lion Ferry. Gustav Wasa fær navnið Norröna og eftir umbygging í Flensburg kostar skipið 136 mió. krónur. Umborð á Norrönu, sum er bygd í Rendsburg í 1973, er pláss fyri 1.050 ferðafólkum og 300 bilum. Miðalferðin er 20 míl.

  • Fyrst í juni verður Norröna sett í sigling á somu rutuni, sum strandfaraskipið Smyril hevði rikið árini frammanundan. Tvey tey fyrstu árini eru tung fíggjarliga, men so batnar. Longu árið eftir verður ferðaætlanin broytt til núverandi summarrutu.

  • Á heysti verður fyrsta skrivstovan hjá Smyril Line uttanfyri Føroyar sett á stovn. Tað er í Bergen.

  • Tað bøtir sera væl um fíggjarligu støðuna, tá tað eydnast at fáa góðar leigusáttmálar við verjufelagsskapin NATO, ið leigar Norrönu sum flutningsskip í sambandi við hernaðarvenjingar í Eystrasalti, Norðsjónum og Írska Havinum. Tríggjar ferðir í áttati- og nítiárunum verður Norröna eisini leigað út sum flóttafólkaskip í Keypmannahavn. Smyril Line fær egna skrivstovu í Reykjavík. Í Keypmannahavn verður eisini skrivstova sett á stovn, men síðani verður alt virksemið í Danmark flutt til Hanstholm, har Smyril Line hevur bygt skrivstovu og pakkhús.

  • Smyril Line ger av at keypa ein part av fyrrverandi ognini hjá P/F Vilhelm Nielsen bilasølu í Jónas Broncksgøtu og letur byggja nýggjan skrivstovubygning. Í 1990 verður flutt inn. Seinni verður bygningurin við síðuna av eisini keyptur.

  • Smyril Line keypir táverandi Hotel Borg og broytir navnið aftur til tað upprunaliga navnið, Hotel Føroyar. 

  • Norröna er farin at eldast, og hugsað verður um at fáa eitt nýggjari skip at røkja siglingina.

  • Farið verður undir at sigla alt árið. Tey fyrstu árini tó bert millum Tórshavn og Hanstholm. Avgerðin um at byggja nýtt skip verður tikin hetta árið.

  • Í november hetta árið verður sáttmáli undirskrivaður við Flensburger Schiffbau-Gesellschaft í Flensburg um at byggja nýtt skip. Seinni verður sáttmálin fluttur til Flender Werft í Lübeck. Sama ár leigar Smyril Line farmaskip til at taka sær av farminum, meðan Norröna røkir summarsiglingina. Seinni verður farmaskip leigað alt árið, tí farmurin er øktur so mikið nógv, at Norröna ikki hevur orku at flyta allan farmin. Í apríl hetta árið tekur Smyril Line nýtt vallaraheim í brúk, ið er bygt við síðuna av Hotel Føroyum.

  • Fyrsta stálið til nýtt skip verður skorið 1 . oktober 2001, kjølurin verður strektur 7. januar 2002 og nýggja Norröna verður sjósett 24. august 2002. Smyril Line letur upp nýggja skrivstovu í Lerwick í 2001.

  • Norröna verður handað eigarunum 7. apríl og fer í sigling 10. apríl. Pláss er fyri 1.482 fólkum umborð á nýggju, stásiligu ferjuni, sum tekur upp í 800 persónbilar, tá bildekkini eru full, og tá bara persónbilar eru umborð. Men bildekkini verða eisini brúkt til farmaflutning, so vanliga eru trailarar eisini við. Nýggja Norröna er 36.000 BRT, 164 metrar long, 30 metrar breið, og hægsta ferðin er 21 míl. Í rúmd er hon tríggjar ferðir so stór sum gamla Norröna, ið tekur 1.050 ferðafólk. Og tá nýggja ferjan tekur 450 ferðafólk fleiri enn gamla Norröna, er tískil væl rúmligari umborð á flaggskipi føroyinga. Áhugin fyri ferjuni er stórur og við á fyrsta túrinum, sum er úr Føroyum 10. apríl til Hanstholm, eru heili 1.400 ferðafólk og 450 bilar.

  • Í 2012 flutti Smyril Line skrivstovuna í Danmark úr Hanstholm til Hirthals. Í Hirtshals sita 4 fólk, ið hara ábyrdina av at selja Føroyar og Ísland við Norrønu í Skandinavia.
    1.november 2012 vórðu 30 ár liðin síðani Smyril Line varð stovnað. Tað vóru teir 3 yvirmenninir, Óli Hammer, Jógvan í Dávastovu og Andrias Joensen, sum starvaðust hjá Strandfaraskip landsins,  sum við Óla Hammer, skipara á odda, settu reiðaríið Smyril Line P/F á stovn.

 

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 11. des 09:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 12. des 20:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn . 13. des 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.