Søga felagsins

Høvuðsvirksemi felagsins er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi.

 

Smyril Line varð stovnað í 1982 av nøkrum yvirmonnum á M/F Smyrli. Teir útvegaðu ferjuna Gustav Vasa, góvu henni navnið Norröna, og í 1983 byrjaði Smyril Line at sigla á gomlu rutuni hjá Smyrli.

 

Eftir 35 ár er Smyril Line eitt kent felag á ferðafólka- og farmamarknaðinum. Felagið hevur bygt upp eitt umdømi, har orð sum nissja, sermerki, eksotiskt, fýrahjólstrektir bilar, húsbilar, motorsúkklur, uppdagingarferðir og síðst, men ikki minst, ferðafólka flutningur og farmur, øll lýsa felagið sera væl.

 

Í apríl 2003 kom nýggja Norröna, eitt luksusskip, ið kann taka 1.482 ferðafólk og upp til 800 bilar, alt eftir stødd sjálvandi, tí skipið er eisini ætlað til stórar farmabilar. Norröna vigar 36.000 BRT, er 164 metrar long, 30 metrar breið og kann sigla við eini ferð á 21 míl um tíman. Hon er tríggjar ferðir størri enn gamla Norröna, sum var vorðin 30 ára gomul og hevði siglt 20 tey seinastu árini í Norðuratlantshavi, tá ið leiðslan gjørdi av at útvega eitt meira nýmótans ferðafólkaskip.

 

Smyril Line eigur fraktfyritøkuna Smyril Line Cargo, sum hevur fraktskipini Eystnes, Hvítanes og Mykines. Fá nærri kunning um Smyril Line Cargo á cargo.fo.

 

Umframt skipini og skrivstovuna í Føroyum eigur felagið eisini eitt minni felag í Danmark, Smyril Line Transport A/S. Hetta felag rekur virksemi í Kiel í Týsklandi. Harafturat eigur Smyril Line 49% av Norröna Ferðaskrifstofan í Reykjavík.

 

Stóru eigararnir í Smyril Line eru P/F 12.11.11 (59,5%), Føroya Landsstýri (16,2%) og Framtaksgrunnur Føroya (6,3%). Smærru partaeigararnir eiga til samans 18%. Partapeningurin er í alt 112.012.332 DKK.

 

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 21. okt 08:00
Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 21. okt 23:59
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 22. okt 12:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.