Ársaðalfundur hjá Smyril Line

08.04.2019

Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Smyril Line (reg. nr. 544) mikudagin 24. apríl 2019 kl. 10:00 at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn, við hesi dagsskrá:

 

  1. Val av fundarstjóra. 
  2. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári.
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
  4. Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið skal verða nýtt ella um rindan av halli sambært góðkenda roknskapin.
  5. Val av nevndarlimum.
  6. Val av grannskoðara.
  7. Ymiskt

Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin, og er hetta mikudagin 17. apríl 2019.

 

Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi týsdagin 23. apríl 2019 hevur fráboðað luttøku síni á aðalfundinum og hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 1, 100 Tórshavn.

 

Tórshavn, tann 8. apríl 2019
P/F Smyril Line
NEVNDIN 

 

Tíðindasavn

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 21. okt 08:00
Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 21. okt 23:59
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 22. okt 12:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.