Smyril Line økti aftur sítt virksemi í 2017

23.04.2018

Úrslitið fyri 2017 vísti eitt yvirskot á 46 mió. kr. Nevnd og stjóri eru nøgd við úrslitið, hóast tað er nakað lakari enn árið fyri.

Oljuprísurin í 2017 var 40% hægri enn undanfarna ár, og hevur hetta lagt trýst á raksturin í 2017.

 

Sølan umborð á Norrönu var umleið hin sama sum undanfarna ár. Framgongdin hjá Smyril Line á útlendsku marknaðunum helt fram í 2017, eins og árini frammanundan.

 

Vit keyptu farmaskipið Mykines, sum byrjaði siglingina 1. apríl 2017. Hetta varð gjørt fyri at nøkta eftirspurningin frá farmakundum við einum meira fullfíggjaðum rutuneti. Mykines røkir leiðina millum Thorlakshøfn, Rotterdam og Tórshavn. Ætlanin við íløguni í Mykines og nýggju leiðini er eisini at økja um farmavirksemi okkara uttan fyri Føroyar, so vit í framtíðini verða minni tengd at einum einstakum marknaði. Umframt Norrönu hava vit sostatt trý farmaskip í flotanum, nevniliga Eystnes, Hvítanes og Mykines.

 

Umframt at vit hava økt um flotan, hevur góða búskaparliga gongdin í Føroyum havt við sær, at farmavirksemið er vaksið munandi. Hetta hevur sett stór krøv til okkum, men enn sum áður er aðalmálið at seta kundans tørv í fokus. Megna vit hetta, síggja vit eisini góðar vakstrarmøguleikar á hesum virkisøkinum.

 

Tilsamans starvast nú umleið 330 fólk í Smyril Line samtakinum, har av er nógv tann størsti parturin føroyingar.

 

Rúni Vang Poulsen, stjóri

Tíðindasavn

Melda til tíðindabræv

Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 13. nov 09:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 14. nov 20:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 15. nov 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.