Ársaðalfundur hjá P/F Smyril Line

04.04.2018

Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Smyril Line (reg. nr. 544) fríggjadagin 20. apríl 2018 kl. 10:00 at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn, við hesi dagsskrá:

 

  1. Val av fundarstjóra. 
  2. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári.
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
  4. Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið skal verða nýtt ella um rindan av halli sambært góðkenda roknskapin.
  5. Val av nevndarlimum.
  6. Val av grannskoðara.
  7. Viðtøkubroyting. Skotið verður upp at aðalfundur felagsins viðtekur at innakalling til aðalfundar fer fram umvegis heimasíðu felagsins www.smyrilline.fo, og verður hetta at taka upp sum ein broyting í orðing av § 6, 2 petti, fyrsta setning í viðtøkum felagsins, ið verður broytt til hetta innihald: ”Nevndin boðar í minsta lagi 14 dagar og í mesta lagi 4 vikur frammanundan til aðalfundar við lýsing á heimasíðu felagsins: www.smyrilline.fo.” Annars verður innihaldið av § 6 í viðtøkunum óbroytt.  
  8. Ymiskt

 

Til samtyktar av uppskoti um viðtøkubroyting krevst smb. § 106, stk. 1 í vinnufelagslógini, at í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðunum og av tí partinum av felagskapitalinum, sum er umboðaður á aðalfundinum, hava tikið undir við uppskotinum.

 

Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin, og er hetta fríggjadagin 13. apríl 2018.

 

Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi mánadag 16. apríl 2018 hevur fráboðað luttøku síni á aðalfundinum og hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins Yviri við Strond 1, 100 Tórshavn.

 

Tórshavn, tann 4. apríl 2018
P/F Smyril Line
NEVNDIN 

 

 

Tíðindasavn

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 11. des 09:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 12. des 20:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn . 13. des 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.