Smyril Line byggir út í Hirtshals

13.02.2018

Smyril Line fer nú undir at byggja ein 3.350 fermetrar stóran skrivstovu- og goymslubygning í Hirtshals, ið eftir ætlan stendur liðugur í heyst.  

 

Bygningurin verður bygdur beint við Nordsøterminalin og sonevndu “Containerkajen” á havnalagnum í Hirtshals, har Norröna, Eystnes og Hvítanes hjá Smyril Line vitja hvørja viku. 

 

  • Vit breiðka um tænastustigið og fara sjálv at veita tær tænastur, ið higartil hava verið útveittar, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line. 
  • Vit fáa betri føling við øllum liðum í tænastum okkara, og tað ger okkum før fyri at betra um tænastustigið, bæði hvat ið farmi og ferðafólki viðvíkur.

 

Á Smyril Line gleða vit okkum til útbyggingina og harvið møguleikan at styrkja menningina av virkseminum í Hirtshals. Bæði bygningur og staðseting taka støði í, at vit vilja styrkja okkara støðu sum “fyrstvaldi” flutningsveitari í Norðuratlantshavinum. Nýggju umstøðurnar fara at gera tað lættari, betri og effektivari at avgreiða bæði ferðafólk, bilar og farm. 


Í nýggja bygninginum verða um 700 fermetrar til skrivstovur og um 2.700 fermetrar til goymslu og annað, ið hoyrir til virksemið. 

 

Í farnu viku gjørdi Smyril Line avtalu við fyritøkuna HMU A/S um at byggja bygningin, ið væntandi verður liðugur 1. oktober.  

 

Næsta stig á leiðini er at finna starvsfólk. Tey fyrstu eru longu komin, men enn mangla nøkur, ið væntandi verða sett seinni í ár. Eini 20-25 starvsfólk fara at verða knýtt at Smyril Line í Hirtshals.

 

 

Tíðindasavn

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 11. des 09:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 12. des 20:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn . 13. des 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.