34 59 00

Hotel Hafnia gerst partur av Smyril Line

22.12.2017

1. januar í 2018 tekur Smyril Line við rakstrinum av Hotel Hafnia sum nýggjur eigari. Sostatt fer Smyril Line at reka tvey hotel - Hotel Hafnia og Hotel Skálavík, ið felagið hevur rikið farnu 2 árini. 

 

Hjá Smyril Line er keypið av Hotel Hafnia ein liður í menningarætlanini fyri felagið, har hotelvirksemið gerst ein natúrligur partur av yvirskipaða virkseminum. Smyril Line hevur í hesum sambandi ítøkiligar ætlanir um at byggja eitt nýtt hotel í Havn innan fá ár.

 

Vit á Smyril Line vænta, at Føroyar kunnu menna seg munandi meira sum ferðavinnuland. Hetta, at økja um virksemið okkara á landi, er eitt stig á leiðini, har vit vilja gerast ein enn størri partur av menningini av føroysku  ferðavinnuni, sigur Rúni Vang Poulsen, stjóri á Smyril Line. 

 

Vantandi gistingarmøguleikar

Smyril Line hevur flutt ferðafólk sjóvegis í sløk 35 ár. Ferðavinnan er nógv ment hesi árini, og er nú ein týðandi vinna í Føroyum. Um ferðavinnan framhaldandi skal vaksa, er tó neyðugt, at útboðið av gistingarmøguleikum verður størri og meira fjøltáttað. Sum støðan er í dag, meta vit, at vantandi gistingarmøguleikar tarna ferðini á vøkstrinum í ferðavinnuni. 

 

Eitt nútímans hotel

Hotel Hafnia er nýliga høvuðsumvælt og er í dag eitt fult dagført gistingarhús, við betri, fleiri og fjølbroyttari gistingarmøguleikum enn áður.

Hotel Hafnia egnar seg væl til at hýsa størri bólkum av ferðafólki eins og ráðstevnum, fundarvirksemi og veitslum.

 

Sama góða góðska

Kundar og starvsfólk kunnu eftir 1. januar 2018 vænta somu høgu góðsku sum áður, tá tey vitja Hotel Hafnia. Smyril Line hevur ongar ætlanir um stórvegis broytingar í sambandi við yvirtøkuna. Yvirtøkan er treytað av, at kappingareftirlitið góðkennir keypið. 

 

Við heilsan

Rúni Vang Poulsen, stjóri

Tíðindasavn

Melda til tíðindabræv

Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Hirtshals. 21. jul 15:30
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 22. jul 22:30
Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 22. jul 23:30

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.