34 59 00

Ársaðalfundur hjá P/F Smyril Line

24-04-2017

Boðað verður við hesum til ársaðalfund í P/F Smyril Line (reg. nr. 544) mánadagin 15. mai 2017 kl. 13:00 at verða á Hotel Hafnia, Áarvegur 4-10, 100 Tórshavn, við hesi dagsskrá:

  1. Val av fundarstjóra.
  2. Frásøgn frá virki felagsins í farna ári.
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
  4. Uppskot frá nevndini um, hvussu ársavlopið skal verða nýtt ella um rindan av halli sambært góðkenda roknskapin.
  5. Val av nevndarlimum.
  6. Val av grannskoðara.
  7. Ymiskt

 

Rætturin hjá einstøku partaeigarum felagsins til at luttaka á aðalfundi og at greiða atkvøðu í sambandi við partabrøv síni verður ásettur í mun til tey partabrøv, sum viðkomandi partaeigarar eiga skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er 1 vika, áðrenn aðalfundurin verður hildin, og er hetta mánadagin 8. mai 2017.

 

Til at greiða atkvøðu á aðalfundinum krevst, at partaeigarin í seinasta lagi hósdag 11. mai 2017 hevur fráboðað luttøku síni á aðalfundinum og hevur prógvað sín atkvøðurætt á skrivstovu felagsins J. Broncksgøta 37, 100 Tórshavn.

 

Tórshavn, tann 20. apríl 2017

P/F Smyril Line

NEVNDIN

Tíðindasavn

Melda til tíðindabræv

Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 12. des 09:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 13. des 20:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 14. des 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.