34 59 00

Smyril Line veksur um flotan

20-12-2016

Smyril Line hevur keypt eitt RoRo farmaskip, frá finska reiðarínum Bore, sum er partur av Spliethoff Group. Skipið verður navngivið M/V Mykines.

M/V Mykines, fyrrverandi Auto Baltic var bygt í 1996, á UMOE Sterkoder skipasmiðjuni í Norra. Skipið er 138,5 metrar langt og 22,6 metrar breitt. Smyril Line yvirtekur skipið áleið tann 1. apríl 2017. Tá ið Mykines legst avtrat, verða fýra skip í flotanum hjá Smyril Line. Hesi eru, umframt Mykines; Norrøna, Eystnes, og Hvítanes. 

 

Virkisætlanin

Ætlanin hjá Smyril Line, er at stovna eina nýggja farmaleið millum Thorlakshøfn, ið liggur á vestursíðuni í Íslandi, áleið 35 min. úr Reykjavík, Rotterdam í Hollandi og Føroyar. 

Hendan farleiðin hevur við sær, at føroyskir innflytarar fáa eina nýggja miðvikukomu beinleiðis úr Rotterdam. Harumframt fáa føroyskar útflutningsfyritøkur ein nýggjan møguleika at flyta góðs beinleiðis niður til Rotterdam, ið hevur hópin av atkomu møguleikum til marknaðir nær og fjar. 


Nýggja farleiðin millum Rotterdam, Tórshavn og Thorlakshøfn gevur íslendskum inn- og útflytarum sera góðar transittíðir, samstundis sum íslendingar eisini fáa eina RoRo loysn til og frá Reykjavíkar økinum. 

 

M/V Mykines styrkir um kappingarførið

Víðkaða rutunetið gevur eisini aðrar nýggjar møguleikar. Eitt nú  fáa vit knýtt Russland, Baltikum og Danmark at Reykjavíkar økinum, samstundis sum Eysturísland og Føroyar verða knýtt at Hollandi og Mið Evropa, hettar letur seg gera við at umlasta góðs í Føroyum.

 

Ætlanin er at nýggja farmaskipið skal sigla soleiðis at tað verður í Thorlakshøfn fríggjadag, í Rotterdam mánadag og í Tórshavn mikudag.  


Við nýggja farmaskipinum styrkir Smyril Line munandi um støðuna, sum einasti RoRo flutningsveitari í Norðuratlants Havinum. Smyril Line hevur nú umstøður at veita kundum enn betri tænastur og fleiri møguleikar við fleksiblum og effektivtivum flutningstilboðum. 


Við nýggju flutningsleiðunum, ynskir Smyril Line at styrkja um kappingarføri hjá Cargo kundunum, soleiðis at hesir, nú hava møguleika, at bjóða egnum kundum eina enn betri tænastu við fleiri møguleikum, góðum transit tíðum og øktum fleksibiliteti. 

 

Fleiri upplýsingar og viðmerkingar fáast við at seta seg í samband við Rúna V. Poulsen, stjóra, á tel. 211000.

Tíðindasavn

Melda til tíðindabræv

Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 12. des 09:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 13. des 20:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 14. des 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.