34 59 00

Siri Klementsen leiðari á Hotel Skálavík

07-09-2016

Hotel Skálavík hevur fingið nýggjan leiðara. 30 ára gamla Siri Klementsen av Sandi, skal nú standa á odda fyri væl vitjaða hotellinum.

Siri hevur drúgvar royndir inna matstovu- og tænastuøkið og hevur nýliga nomið sær viðkomandi útbúgving: HA í Erhvervsøkonomi og Cand. Merc - Management of People.

 

Siri hevur verið knýtt at Smyril Line í fleiri ár, og hevur millum annað starvast sum avloysari umborð á Norrønu í 4 ár, umframt, at hon seinasta summar arbeiddi sum avloysari á Hotel Skálavík. Áðrenn Siri fór at lesa starvaðist hon millum annað á matstovum í Tórshavn.

 

Á Smyril Line fegnast vit um, at Siri hevur tikið av avbjóðingini og at vit hava fingið ein leiðara, ið hevur verið knýtt at Smyril Line í fleiri ár. Tað er ein fongur at fáa ein royndan, vælútbúnan leiðara, ið hevur lokalt tilknýti, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line.

 

Siri gleðir seg til avbjóðingina. Hon ætlar sær fyrst og fremst at leggja dent á at betra um tænastuna og útboðið á Hotel Skálavík. Hotellið skal støðugt vera eitt spennandi og mennandi stað hjá bæði føroyingum og útlendingum at vitja.

Tíðindasavn

Melda til tíðindabræv

Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 12. des 09:00
Fráferð (lokal tíð)
Seyðisfjørð. 13. des 20:00
Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 14. des 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.