Stuðul frá Smyril Line

Hví lata vit stuðul?

Vit á Smyril Line vilja fegin geva eina hjálpandi hond í okkara nærumhvørvi; til einstaklingar, bólkar og felagsskapir. Stuðulin til nærumhvørvið er okkara máti at gera mun har vit kunna.
 
Vit síggja stuðulin sum ein góðan máta at geva, bæði gomlum og møguligum nýggjum, vinum nakað afturfyri stuðulin, sum føroyingar hava víst Norrönu í gjøgnum árini.
 
Hví vit ikki stuðla hvørjaferð.
Tá ið vit velja at stuðla ymiskum, er tað tí at vit vilja gera ein mun har vit eru. Ístaðin fyri at vera allastaðni og ongastaðni – vilja vit veruliga vera har, sum vit eru.
 
Hetta merkir, at vit ikki stuðla somu endamálum hvørjaferð. Vit tillaga stuðulin til tey endamál, sum vit meta liggja okkum nærmast akkurát tað tíðarskeiðið.

 

Hvussu biðjur man um stuðul frá Smyril Line?  
Ynskja tit at biðja um stuðul frá Smyril Line, vilja vit heldur enn fegin, at tit útfylla niðanfyristandandi skjal. Skriva heldur eitt sindur ov nógv – enn eitt sindur ov lítið. 
 
Hvat hendir so?
Umleið einaferð um mánaðin viðgera vit á Smyril Line tær umsóknirnar, sum koma inn, og geva tykkum svar. 


Hvør fær?
Øll, sum hava givið sær stundir til at biðja um stuðul frá Smyril Line, fáa eitt aftursvar; sjálvsagt kunnu vit ikki stuðla øllum sum biðja um stuðul. Velja vit at siga nei eina ferð, so er bert at royna aftur. Kanska velja vit at stuðla júst tykkum eina aðruferð.

 

Umsóknir til tiltøk, ið liggja minni enn 2 vikur frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.

 

 
Vinarliga heilsan
P/F Smyril Line

 


Umsóknarskjal

Lýsing av einstaklingi ella felagsskapi 
Bústaður 
Postsmoga 
Bygd/býur 
Kontaktpersónur 
Telefon 
Fartelefon 
Teldupostur 
Heimasíða 
 
Hví verður søkt um stuðul? 
Hvørjum tiltaki ynskja tit at Smyril Line stuðlar? 
Nær ætla tit at nýta stuðulin? 
Hvar fer tiltakið ella átakið fram? 
Hvønn fyrimun fær Smyril Line við at stuðla júst tykkum? 
Hvat skal Smyril Line lata fyri at fáa rættin at stuðla tykkum? 
Fáa tit stuðul frá øðrum? 

Melda til tíðindabræv

Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 19. sep 21:00
Koma (lokal tíð)
Hirtshals. 21. sep 10:00
Fráferð (lokal tíð)
Hirtshals. 21. sep 15:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.