34 59 00

2014 gjørdist aftur eitt ár við framgongd hjá Smyril Line

30-03-2015

2014 gjørdist aftur eitt ár við framgongd hjá Smyril Line

Árið 2014 gjørdist aftur eitt ár við framgongd hjá Smyril Line, og eitt ár, har Smyril Line hevur konsoliderað bæði raksturin og fíggjarstøðuna.

Virksemið hjá Smyril Line í 2014

Árið 2014 gjørdist aftur eitt ár við framgongd hjá Smyril Line, og eitt ár, har Smyril Line hevur konsoliderað bæði raksturin og fíggjarstøðuna.

Úrslitið fyri 2014 var eitt yvirskot á 36,1 mió. kr. Bæði nevnd og stjórn eru væl nøgd við úrslitið.

Høvuðsorsøkin til betraða úrslitið er ein støðugur vøkstur í søluni, og effektivur rakstur.

 

Staðfestast kann, at flest allir pílar hjá Smyril Line venda rætta vegin. Sølan er hækka, vit hava fleiri ferðafólk, meira farm, betri tænastustøðið og lægri oljuprís. Vit fegnast somuleiðis um, at einki óhapp av týdningi hevur verið, hvørki á ferðafólk, starvsfólk, skip ella farm. Hetta samsvarar væl við, at Norrøna, av Sjóvinnustýrinum, varð kosin ársins skip.

Hyggja vit at sølutølunum sæst ein framgongd í ferðafólkasøluni á umleið 5%, ein øking í umborðsøluni á 3% meðan fraktsølan er á sama støðið sum í 2013.  

 

Smyril Line Cargo komin heim

Smyril Line útveitti í 2006, av fíggjarligum orsøkum, alt farmavirksemið til Blue Water.

Á heysti 2014 bleiv avtala gjørd um, at Smyril Line, tann 1. Januar 2015, aftur yvirtók farmavirksemið frá Blue Water í Føroyum. Við hesari yvirtøku, er Smyril Line einasta felag, ið veitir farmaflutning millum Føroyar og útheimin við útgangsstøðið í Føroyum.

 

Yvirtøkan av Cargo setur stór krøv til Smyril Line, men útlitini eru góð, og við hesari yvirtøku, kann Smyril Line í størri mun, veita útflytarum og innflytarum í Føroyum eina góða, effektiva og kappingarføra heildartænastu. Aðalmálið er altíð, at seta kundans tørv í fokus og megna vit tað, síggja vit eisini góðar framtíðar vakstrarmøguleikar á hesum virkisøkinum.

 

Góðir framtíðarmøguleikar

Nevndin staðfestir, at gongdin seinastu árini hevur verið jalig og at úrslitini fyri bæði 2013 og 2014 hava verið góð. Mett verður eisini, at útlitini fyri 2015 eru góð og at felagið hevur góðar møguleikar fyri enn betri rakstri í 2015, samanborði við undanfarin ár.

 

Smyril Line hevði aðalfund tann 27. mars 2015, har ársroknskapurin fyri 2014 var lagdur fram og góðkendur.

Í nevndini í Smyril Line eru: Jens Meinhard Rasmussen, nevndarformaður, Hendrik Egholm og Arne Joensen, nevndarlimir.

Tilsamans starvast umleið 250 fólk hjá Smyril Line samtakinum. Høvuðsvirksemi felagsins er fólka- og farmaflutingur í Norðuratlantshavi.

 

Fleiri upplýsingar og viðmerkingar: Rúni V. Poulsen, stjóri, á tel. 211000

Tíðindi

Samband

Ynskir tú at frætta meira, ella hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til okkum á tlf. 345900 ella vitja síðuna samband.

Bílegg á netinum

Bílegg online

Næsta fráferð og koma:

Koma (lokal tíð)
Tórshavn. 22. nov 23:59
Fráferð (lokal tíð)
Tórshavn. 23. nov 21:00
Koma (lokal tíð)
Hirtshals. 25. nov 10:00

Hevur tú spurningar?

  • 34 59 00
  • office@smyrilline.fo
  • Skrivstovur
  • Facebook
  • Instagram

Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.