Frítíðin byrjar umborð

Vinningsbýti til partaeigarar

12-02-2016

Vinningsbýti til partaeigarar

Partaeigarar í P/F Smyril Line kunnu venda sær til felagið og fáa útgoldið vinningsbýti.

Nevndin hevur samsvarandi aðalfundarsamtykt, samtykt at rinda út vinningsbýti á í alt 30 milliónir.

 

Partabrøvini í P/F Smyril Line eru íhendihavara partabrøv, og tískil skulu partaeigarar venda sær til felagið, og soleiðis vísa fram síni partabrøv. Hetta verður gjørt við at venda sær til Ninu Djurhuus, roknskaparleiðara, á teldupostadressu nina@smyrilline.fo, áðrenn 1. apríl 2016, og eftirfylgjandi verður vinningsbýtið útgoldið.

 

Partabrøv við upprunavirði á kr. 1.000.- gevur kr. 47,40 kr. í vinningsbýti. Vinningsbýtisskattur á 35% verður í sambandi við útgjald, afturhildin samsvarandi kapitalvinningsskattalógini.

 


Vinarliga

Rúni Vang Poulsen

Tíðindi