Frítíðin byrjar umborð

Norröna - tín flótandi frítíð

Tá tú ferðast við Norrönu, kanst tú byrja at halda frí leingi áðrenn, tú kemur fram til títt frítíðarstað ella summarhús. Longu tá tú kemur umborð á Norrönu, kanst tú halda frí, so tað stendur eftirí.

 

Norröna er eitt av nýggjastu skipunum, ið dagliga sigla á Norðuratlantshavi. Á dekkinum er eitt ótrúligt útsýni til allan sjónarringin – aldur, hav og himmal – og tú hevur framúr møguleikar at eygleiða fugl og hval. Innandura hevur Norröna nógv at bjóða gestum sínum. Gastronomiska úrvalið er stórt og spennandi. Hartil er nógv áhugavert, tú sum ferðandi kanst takast við umborð.

 

Matstovur

Norröna bjóðar gastronomiskar upplivingar til øll. Veljið millum góðan, lættan mat í kafeteria og stóra, vælumtókta sjálvtøkuborðið í Norröna Buffet. Hava tit heldur hug til eitt hugnaligt kvøld við góðum búffi og víni, so roynið frálíku a la cartematstovuna Simmer Dim Steakhouse.

 

Innkeyp

Vitjið okkara frálíka og útbygda tollfría handil - Explorer Shop. Har er stórt úrval av dygdarvørum til tollfríar prísir. Umframt stórt úrval av luktilsi, smyrsli, smykkum, leiku til bæði smá og størri børn, góðgæti og gávulutum, hevur handilin stórt úrval av bæði føroyskum og útlendskum merkivørum.

 

Til børnini

Umborð er nógv til tey smáu. Millum annað kunnu tey royna stóra spæliplássið við klintriborg, akibreyt, klintrineti og samvirknum boksibóltum. Har hitta tey javnaldrar, finna sær nýggj vinfólk og kunnu spæla í tímavís. Eisini ber til at fara ein túr í biograf, har barnafilmar verða vístir um dagin, aftaná kunnu tey brúka orkuna í svimjihylinum á dekk 2, ella sparka fótbólt á uttandura FIFA fótbóltsvøllinum á dekk 7.