Hirtshals - praktisk kunning

Nú Norröna er farin undir at sigla til Hirtshals, eru sjálvandi nógvir spurningar frá ferðandi hesum viðvíkjandi. Niðanfyri hava vit savnað nakað av kunning

Hvagar koyri eg?

Havnin í Hirtshals hevur beinleiðis samband við motorvegin. Tískil er koyritíðin til Keypmannahavn á leið tann sama sum hon var úr Hanstholm.

 

Kemur tú við bili koyrir tú eftir skiltunum sum vísa veg til Smyril Line. Komin oman á kaiøkið er Norröna løtt at finna. (sí kort)

 

Til ber eisini at koma við toki til Hirtshals úr Aalborg.

 

Við komu og fráferð hjá Norrönu plaga "Vrå busser" at bíða við farðstøðina. Legg til merkis, at hetta eru ikki Smyril Line bussar, og vit kunnu tískil ikki veita trygd fyri, at bussarnir eru tøkir. Busstúrurin millum Norrönu og tokstøðina kostar kr. 15,- (hvønn veg), sum verður goldið til busføraran.

  

Farstøð

Norröna nýtir Fjord Line farstøðina. Adressan er:

Container Kajen 4

9850 Hirtshals

Denmark

Sí kort: Google maps

 

Á farstøðini kanst tú keypa kaffi+te, men tó ikki mat. Farstøðin í Hirtshals er júst blivin útbygd - har er bæði elevator og rullitrappa. Ferðafólk, sum eru til gongu, sleppa umborð eftir vanligari gongubrúgv.

 

Hirtshals-Hjørring

Uml. 17-18 km.

 

Taxa frá Hirtshals

Hirtshals taxi:

Tlf. nr. 0045 98944000

hhbusservice.dk

Upp til 4 persónar: 350,- / 5-8 persónar: 450,-

 

Godis Taxa

Tlf. nr. 0045 98941789

godis-taxi.dk

Lítil bilur: uml. 300,- / Stórur bilur: uml. 400-450,-

 

Prísirnir eru vegleiðandi.

 

Taxa er á farstøðini við komu, men annars ber til at bíleggja ein taxa frá terminalinum.

  

Flogvallir 

Aalborg Lufthavn, sum er flogvøllurin, ið er tættast við, hevur shuttlebus til Lindholm statión. Haðani er toksamband til Hirtshals.

Til ferðafólk uttan bil eru fleiri bílig innanríkisflogfør til/úr Keypmannahavn. Og til teira, sum ætla sær til heitari lond, eru nógvar fráferðir suður í Evropa. Í Aalborg Lufthavn er ókeypis at seta bilin.

 

Gisting í Hirtshals 

Í Hirtshals-økinum eru fleiri góð hotel. M.a. hevur Smyril Line avtalu við Danland Hirtshals. Tú kanst m.a. lesa meira á turistsíðunum niðanfyri:

  • "VisitHirtshals.dk - Ferðaskrivstovan í Hirtshals veitir tær góða kunning um gistingarmøguleikar - eisini um tú leitar eftir bíligum loysnum, sum td. at búgva privat, á vallaraheimi, á motelli o.t. Harumframt veita tey fegin upplýsingar um lokaløkið, transportmøguleikar, upplivingar, merkisstøð vm.
     
  • "Toppen af Danmark" - Á hesi síðu fært tú góðan íblástur til uppihald títt í Norðurjútlandi.

 

Parkering

Alt árið er møguligt at parkera við Montra Skaga Hotel – Willemosevej 1, 9850 Hirtshals. Vend teg til móttøkuna á hotellinum á tí degnum tú ynskir at parkera ella ring á 9894 5500 fyri fleiri upplýsingar.

 

Tað kostar 200,- fyri hvørja viku. Har er umleið 15 min. at ganga til farstøðina. (Avmarkað pláss) Til ber at fáa móttøkuna á hotellinum til at bíleggja taxa. Hirtshals ferðaskrivstova kann bera fram parkering til ein prís á kr. 30,- fyri hvønn  dag og kr. 150,- fyri hvørja viku, alt árið. Bílegg pláss á 9894 2220 (avmarkað pláss).

 

Á Fjord Lines farstøðini er bert loyvt at parkera bilin á ásettu parkeringsplássunum. Hesið pláss liggja úti við síðurnar. Hettar er galdandi alt árið runt.

 

    Melda til tíðindabræv

    Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 21. okt 08:00
    Koma (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 21. okt 23:59
    Fráferð (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 22. okt 12:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.