•  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  

Busstúrur til eysturlandið við Tóru Tóroddsdóttur

Smyril Line - Busstúrur til eysturlandið við Tóru Tóroddsdóttur

Busstúrur til eysturlandið við Tóru Tóroddsdóttur

6.-9. mai 2019

Tóra Tóroddsdóttur er íslendingur, hon er ættað av Akureyri, og hevur hollan kunnleika til íslendsk viðurskifti. Hon er sera fryntlig, og dugir avbera væl at siga frá. Tóra er gift føroyskum manni, og hevur búð tað mesta av vaksnamannalívi sínum í Føroyum, hetta ger eisini at hon tosar flótandi føroyskt.

 

Millum annað verður vitjað við Mývatn. Landslagið er serstakt, og vit fara at hoyra um Jón Stefánsson, ið var bóndi á staðnum.

 

Eisini vitja vit bústaðin hjá kenda rithøvundanum Gunnari Gunnarsyni, hvørs bøkur eru týddar til alheims mál. 

 

Íroknað kostnaðin er morgun- og kvøldarbuffet á allari ferðini. 

 

Prísur fyri hvønn

 

Tá 2 ferðast saman

 

Í 2-koyggjukamari uttan vindeyga:

kr. 2.490

 

Í 2-koyggjukamari við vindeyga:

kr. 2.690

 

 

Tá 1 ferðast einsamallur

 

Í einakamari við vindeyga:

kr. 2.890

 

 

Íroknað:
  • Cruise Tórshavn-Seyðisfjörður-Tórshavn
  • Kamar umborð
  • 3 x morgunmatarbuffet
  • 3 x Norröna Buffet um kvøldi 
  • Matpakki týsdag og mikudag í Íslandi
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Skrá fyri túrin

    Mánadagur 6. mai

    kl. 14.00 Fráferð úr Tórshavn.
    kl. 14.30 Tóra greiðir frá um túrin (Naust).
    kl. 17.45 Buffét.
    kl. 20.00 Live tónleikur í Naust.
     

    Týsdagur 7. mai

    kl. 07.00 – 10.00 Morgunmatarbuffét.
    kl. 09.00 Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði.
    kl. 10.00 Útferð til Mývatn (Jarðbøðin, havi svimjiklæði við!). Tóra fer at greiða frá sera sjáldsomu náttúruni kring ”Mývatnsveit” sum økið vanliga verður nevnt í Íslandi. Ávegis til Mývatn er steðgur í Møðrudali. Vit fara at hoyra um Jón Stefánsson ið var bóndi á staðnum. Seinni njóta vit eina løtu við Dimmuborgir. Aftur á Seyðisfirði seint seinnapartin.
    kl. 18.30 Buffét.
    kl. 20.00 Live tónleikur í Naust.
     

    Mikudagur 8. mai

    kl. 06.00 – 09.00 Morgunmatarbuffét.
    kl. 10.00 Útferð til Skriðuklaustur, ið liggur í Fljótsdali, skamt frá Egilsstøðum. Skriðuklaustur var heimið hjá kenda rithøvundandum Gunnari Gunnarssyni. Tóra fer at greiða frá. Eisini fara vit at hoyra um Hrafnkels saga, ið er søgn sum byggir á hendingar í dalinum. 
    kl. 14.00 Steðgur á Egilsstøðum.
    kl. 15.00 Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar.
    kl. 18.30 Buffét.
    kl. 20.00 Fráferð úr Seyðisfirði.
    kl. 20.00 Live tónleikur í Naust.
     

    Hósdagur 9. mai

    kl. 07.00 – 10.00 Morgunmatarbuffét.
    kl. 13.00 Filmar um íslendsku náttúruna verða vístir.
    kl. 15.00 Leggja at bryggju í Tórshavn.
     

    Melda til tíðindabræv

    Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 18. apr 21:00
    Koma (lokal tíð)
    Hirtshals. 20. apr 10:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Hirtshals. 20. apr 15:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.