Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - SJÓMANNATÚRUR TIL ÍSLANDS 3.- 6. APRÍL (TÚRURIN ER ÚTSELDUR)

SJÓMANNATÚRUR TIL ÍSLANDS 3.- 6. APRÍL (TÚRURIN ER ÚTSELDUR)

Vit fara Sjómannatúr til Íslands mánadagin 3. apríl kl. 14.00  

Umborð á Norrönu verður lív í, so skjótt sum hon leggur frá bryggjukantinum í Havnini. Vit fara at hava nógvar hugnaløtur saman við sangi og harmoniku.

 

Millum annað fara Sigmund Andreasen, Jógvan D. Hansen, Louisa Ludvíksdóttur og Mortan hjá Andriasi at hugleiða og siga frá søgum. Eisini kemur Palli Augustsson, ið er búsitandi í Íslandi, umborð at greiða frá, hvussu tað er at verða útróðrarmaður í Íslandi. Palli er hálvur føroyingur.

 

Í Íslandi steðga vit í hálvt annað samdøgur, har vit fara á busstúr til Norðfjørðin. Vit vitja á framkomnu sildaverksmiðjuni “Síldarvinnslan hf”, sum hevur verið nógv nýtt av føroyskum skipum, og eisini á áhugaverda trolarasavninum, ið Jósafat Hinriksen, sáli, tók stig til at gera. Harumframt verður vitjað á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.

 

Sí útgreinaðu skrá niðanfyri. 

 

Prísur tá ein ferðast sjálvur

 

Í deildum 4-koyggjukamari: kr. 2.290

 

Í einakamari v/vindeyga: kr. 2.590

 

 

Prísur tá tvey ferðast saman

 

Í 2-koyggjukamari u/vindeyga: kr. 4.980

 

Í 2-koyggjukamari v/vindeyga: kr. 4.980

 

Í dupultkamari v/vindeyga: kr. 5.380

 

Íroknað:
  • Cruise á leiðini Tórshavn - Seyðisfjørður og aftur
  • Gisting umborð
  • 3 x morgunmatur buffet
  • 1 x dagsins rættur í The Diner
  • 1 x kvøldarbuffet (týskvøld kl. 18.00)
  • Busstúrar í Íslandi
  • Kunningarfundur umborð við kaffi og køku
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Mánadagur 3. apríl:

    Kl. 14.00
    Fráferð úr Tórshavn.
    Kl. 15.00
    Kunnandi fundur.
    Kl. 16.00
    Sigmund Andreasen, skipari úr Vági, greiðir frá fiskiskapi í fremmandum sjógvi.
    Kl. 18.00
    Dagsins rættur í The Diner.
    Kl. 20.00
    Louisa Ludvíksdóttir, ið er ættað úr Íslandi, sigur frá um íslendskar sjókonur (konufólk sum róðu út við 6-og 8-mannaførum). Eisini verður sagt frá um íslendska pátrúgv í samband við sjólívið.
    Kl. 20.30
    Felagsløta við frásagnum, sangi og harmonikum.

     

    Týsdagur 4. apríl:

    Kl. 07-10
    Morgunmatur í buffétmatstovuni.
    Kl. 09.00
    Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði.
    Kl. 09.30
    Útferð til Norðfjørðin, har vitjað verður á framkomnu sildaverksmiðjuni “Síldarvinnslan hf”, sum hevur verið nógv nýtt av føroyskum skipum. Tit fáa eina rundvísing, og greitt verður frá framleiðsluni.
    Kl. 12.30
    Vitjað verður á áhugaverda trolarasavninum, ið Jósafat Hinriksen, sáli, tók stig til at gera. Eldri menn av staðnum ið hava havt sína lívsleið á sjónum taka ímóti og heilsa uppá.
    Kl. 15.00
    Vit koyra aftur móti Seyðisfirði. Hetta tekur umleið hálvanannan tíma.
    Kl. 18.00
    Buffét í buffétmatstovuni.
    Kl. 20.00
    Palli Augustsson, ið er búsitandi í Íslandi kemur umborð at greiða frá hvussu tað er at verða útróðrarmaður í Íslandi. Palli er hálvur føroyingur.
    Kl. 21.00
    Jógvan D. Hansen, heimsspekingur hugleiðir.
    Kl. 22.00
    Felagsløta við frásagnum, sangi og harmonikum.

     

    Mikudagur 5. apríl.

    Kl. 07-10
    Morgunmatur í buffétmatstovuni.
    Kl. 10.30
    Sigmund Andreasen greiðir frá um hendingina, tá hann av órøttum varð tikin fyri ólógligan fiskiskap, og sat fangi á Reunion í meira enn eitt hálvt ár.
    Kl. 13.00
    Útferð til Egilsstaðir, har tit gera, sum tykkum lystir.
    Kl. 15.00
    Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar.
    Kl. 16.00
    Vitjað verður á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. september 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.
    Kl. 20.00
    Lagt verður frá bryggju á Seyðisfirði.
    Kl. 20.30
    Mortan Johannesen (Mortan hjá Andriasi) greiðir frá um landnyringsódnina á Kappanum nýttársaftan 1968, tá Brandur Sigmundarson, Vágbingur og Ólavur Halgi vóru illa staddir.
    Kl. 21.30
    Felagsløta við frásagnum, sangi og harmonikum.

     

    Hósdagur 6. apríl:

    Kl. 07-10
    Morgunmatur í buffétmatstovuni.
    Kl. 11.00
    Mortan og aðrir sjógarpar siga frá søgum á sjónum.
    Kl. 15.00
    Vit leggja at bryggju.

    Í kømrum við vindeyga ber til at keypa minibarr við ella uttan alkohol fyri einans kr. 219 áðrenn fráferð.

    Sí innihaldið niðanfyri ella les meira her

     

    Minibarr við alkohol

    • 2 Aqua d'or
    • 2 Øl í dós 
    • 2 Coca Cola
    • 1 Sprite
    • 1 Fanta
    • 1 Reyðvín
    • 1 Smirnoff miniature
    • 1 Bacardi miniature
    • 1 Baileys miniature
    • 1 Famous Grouse miniature
    • 1 Snickers
    • 1 Peanuts
    • 1 Kims Mini Chips
    • 4 Plastgløs
    • 2 Plastvíngløs

    Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum.

    Minibarr uttan alkohol

    • 2 Aqua d'or
    • 2 Ramlösa mineral vatn við brús 33cl
    • 2 Coca-cola
    • 1 Sprite
    • 1 Fanta
    • 1 Haribo Matador Mix 500gr
    • 2 Toblerone 50g
    • 1 Djúpur 150gr
    • 1 Snickers Bar
    • 1 Peanuts
    • 1 Kims Chips (lítil posi)
    • 4 Plastgløs 

     

     

    Fyrvarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum