Sjómannatúrur 22. - 25. apríl 2019

Smyril Line - Sjómannatúrur 22. - 25. apríl 2019

Sjómannatúrur 22. - 25. apríl 2019

Vit fara Sjómannatúr til Íslands mánadagin 22. apríl 2019 kl. 14.00  

So skjótt sum Norröna leggur frá bryggjukantinum, verður lív í. Vit fara at hava nógvar hugnaløtur saman við sangi og harmoniku.

 

Millum annað fara Jógvan Arge, Jóhan Christiansen, Petur Hans Dahl og Sonny Johannesen at hugleiða og siga frá søgum.

 

Í Íslandi steðga vit í hálvt annað samdøgur, har vit byrja við busstúri til Borgarfjørðin, har eitt nú strandingar og gøtumenn róðu út. Dagin eftir fara vit útferð til Egilsstaðir. Harumframt verður vitjað á grøvini hjá teimum sjey av manningini á “Riddaranum”, sum druknaðu tann 25. septembur 1927 uppi við Fagranes á Langanesi.

 

Sí skránna niðanfyri. 

 

Prísur fyri hvønn

 

Tá ein ferðast sjálvur

 

Í deildum 4-koyggjukamari:

kr. 2.590

 

Einakamar við vindeyga:

kr. 3.190

 

 

Tá 2 ferðast saman

 

Í 2-koyggjukamari uttan vindeyga: 

kr. 2.890

 

Í 2-koyggjukamari við vindeyga:

kr. 2.990

 

 

TEMASJO

Íroknað:
  • Ferð við Norrönu Tórshavn-Seyðisfjörður og aftur 
  • Koyggja í deildum 4-koyggjukamari umborð
  • Kaffi + køka til kunnandi fundin
  • Bussferðir í Íslandi
  • Morgunmatarbuffet týsdag, mikudag og hósdag
  • Miðmáli í The Diner hósdag
  • Kvøldarbuffet mánadag, týsdag og mikudag

 

Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Skrá fyri túrin

    Melda til tíðindabræv

    Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Koma (lokal tíð)
    Tórshavn. 22. okt 06:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 22. okt 14:00
    Koma (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 23. okt 09:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.