Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - PÁSKACRUISE TIL ÍSLANDS 17. - 20. APRÍL

PÁSKACRUISE TIL ÍSLANDS 17. - 20. APRÍL

Við Tóru Tóroddsdóttir og Jóan Paula Joensen til eysturlandið 

Kom við Norrönu, Tóru Tóroddsdóttur og Jóan Paula Joensen á spennandi frásøgutúr til eysturlandið í Íslandi 17.-20. apríl.

 

Á túrinum verða fleiri áhugaverdar frásagnir og hugleiðingar. Millum annað verður hugleitt um páskir og páskasiðir, og frásagnir verða um útróður og fiskiskapí Íslandi. Eisini hoyra vit um sjáldsamu náttúruna kring Mývatnsveit. 

 

Á túrinum vitja vit Mývatn og Dimmuborgir, umframt at vit fara útferð til Skriðuklaustur og Egilsstaðir.

 

Íroknað prísinum er morgunmatarbuffet hvønn morgun, umframt 3 ferðir kvøldarbuffet. Eisini verður okkurt gott til matna á landi.

 

Niðanfyri sæst nágreinilig skrá fyri túrin.

 

 

 

 

 

Prísur fyri hvønn

 

Tá ein ferðast sjálvur í deildum 4-koyggjukamari: 

 

kr. 2.790

 

 

Tá tvey ferðast saman í 2-koyggjukamari uttan vindeyga: 

 

kr. 2.990

 

 

Bussferd

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

Skrá fyri túrin

 

Mánadagur 17. apríl

Kl. 14.00
Fráferð úr Tórshavn.
Kl. 15.00
Kunnandi fundur um túrin.
Kl. 15.15
Jóan Pauli Joensen hugleiðir um páskir og páskasiðir.
Kl. 18.00
Buffét.

 

Týsdagur 18. apríl

Kl. 07.00-
Morgunmatarbuffét.
Kl. 09.00
Lagt verður at bryggju á Seyðisfirði.
Kl. 10.00
Útferð til Mývatn. Tóra fer at greiða frá sera sjáldsomu náttúruni kring ”Mývatnsveit” sum økið vanliga verður nevnt í Íslandi. Ávegis til Mývatn er steðgur í Møðrudali. Vit fara at hoyra um Jón Stefánsson ið var bóndi á staðnum. Seinni njóta vit eina løtu við Dimmuborgir, har vit fáa okkurt gott til matna. Aftur á Seyðisfirði seint seinnapartin.
Kl. 18.00
Buffét.
Kl. 20.00
Jóan Pauli Joensen: ”Sambandið millum Føroyar og Ísland gjøgnum tíðina”.

 

Mikudagur 19. apríl

Kl. 07.00-
Morgunmatarbuffét.
Kl. 10.00
Útferð til Skriðuklaustur ið liggur í Fljótsdali, skamt frá Egilsstøðum. Skriðuklaustur var heimið hjá kenda rithøvundanum Gunnari Gunnarssyni. Tóra fer at greiða frá. Eisini fara vit at hoyra um Hrafnkels saga, ið er søgn sum byggir á hendingar í dalinum. Vit fáa ein bita á staðnum.
Kl. 14.00
Steðgur á Egilsstøðum.
Kl. 15.00
Koyrt verður aftur til Seyðisfjarðar.
Kl. 18.00
Buffét.
Kl. 20.00
Lagt verður frá bryggju á Seyðisfirði.
Kl. 20.00
Jóan Pauli Joensen: ”Teir sum vóru burtur, og tey sum vóru heima”. Um útróður og fiskiskap í Íslandi.

 

Hósdagur 20. apríl

Kl. 07.00-
Morgunmatarbuffét.
Kl. 11.00
Filmar um íslendsku náttúruna verða vístir.
Kl. 15.00
Vit leggja at bryggju í Tórshavn.