Jólatúrur 28. novembur 2019

Smyril Line - Jólatúrur 28. novembur 2019

Jólatúrur 28. novembur 2019

Undirhald, góður matur og shopping

Ársins jólatúrur verður 28. novembur, og vit eru aftur á Havnini mánamorgun 2. desembur. Vit liggja við kai í Hirtshals frá morgni til myrkurs leygardagin 30. novembur.

 

Úr Hirtshals koyra vit beinleiðis við bussi til Aalborg. Møguleiki er at vitja eitt nú Aalborg Shoppingcenter, Friis Shoppingcenter og Ikea.
 
Umframt góðu tilboðini, sum Tax Free handilin hevur, vera fleiri sertilboð á júst hesum túri. Lagt verður upp til ein spennandi túr við undirhaldi, serligum matarskráum og tónleiki frá nøkrum av okkara bestu tónleikarum.

 

Ferðaætlan

Fráferð Tórshavn 28. novembur kl. 21.00 

Koma Hirtshals 30. novembur kl. 10.00

 

Fráferð Hirtshals 30. novembur kl. 21.00

Koma Tórshavn 2. desembur kl. 07.00

 

Nærri kunning um, hvør fer at undirhalda og spæla umborð, kemur seinni. Eisini fara vit at hava nógv góð matartilboð, ið kunnu bíleggjast saman við tínari ferð, so tað er at fylgja við her á síðuni. 

 

Bílegg ársins jólatúr á netinum, ring á tlf. 34 59 00 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

Gevið gætur, at til ber sjálvandi at bíleggja kamarstypu, men ikki kamarsnummar.

 

 

Prísur fyri hvønn

 

Koyggja í deildum 4-koyggjukamari: 

úr kr. 499 

 

4-koyggjukamar u/vindeyga: 

úr kr. 499 tá 4 ferðast saman

 

4-koyggjukamar v/vindeyga: 

úr kr. 799 tá 4 ferðast saman

 

2-koyggjukamar u/vindeyga:

úr kr. 799 tá 2 ferðast saman

 

2-koyggjukamar v/vindeyga: 

úr kr. 799 tá 2 ferðast saman

 

Kamar v/dupultsong og vindeyga: 

úr kr. 1.999 tá 2 ferðast saman

 

Luksuskamar: 

úr kr. 2.399 tá 2 ferðast saman

 

Einakamar: 

úr kr. 1.298

 

 

JOL

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Bussar úr/til Hirtshals

     

     

     

     

     

     

     

     

     

    Ferðaætlan við bussi millum Hirtshals - Hjørring - Aalborg

     

    Bussurin skal bíleggjast áðrenn fráferð.

     

    Bussur úr Hirtshals kl. 10.30

    Fyrsti steðgur: Hjørring Centrum
    Annar steðgur: Aalborg Storcenter
    Triði steðgur: Aalborg City
     

    Úr Hjørring og Aalborg leygardag

    Bussur koyrir úr Hjørring kl. 16.00
    Bussur koyrir úr Aalborg City kl. 17.00
    Bussur koyrir úr Aalborg Storcenter kl. 17.30
     

    Prísir

    Hjørring Centrum: kr. 70
    Aalborg Storcenter og Aalborg City: kr. 130
     
     

    Aalborg

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

    Shopping í Aalborg

     

    Aalborg er fjórðstørsti býur í Danmark og hevur mangt og hvat at bjóða.

     

    At kalla allir handlar og handilsmiðstøðir hava opið hendan dagin, vit steðga í Danmark.

     

    Í Aalborg liggur væl fyri at keypa, tí har eru millum annað IKEA, Aalborg Storcenter, Bilka, Friis Shoppingcenter og Jomfru Ane Gade.

     

    Seinastu jólatúrarnir hava hesi støðini verið væl vitjaði

    • Aalborg Shoppingcenter
    • Friis Shoppingcenter
    • Jólamarknaður á gongugøtuni
    • IKEA

     

    Upp- og afturlatingartíðir í Aalborg leygardag

    • Aalborg Storcenter kl. 10.00 - 16.00
    • Aalborg Storcenter (Bilka)  kl. 06.00 - 24.00
    • IKEA kl. 10.00 - 20.00
    • Aalborg City kl. 10.00 - 16.00
    • Friis Shoppingcenter kl. 10.00 - 17.00

     

    >> Sí hvat Aalborg Storcenter hevur at bjóða

     

    Hjørring

    Metropol Shoppingcenter

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

    Shopping í Hjørring

     

    Hjørring er bert 15 min at koyra úr Hirtshals, og er tað ein livandi handilsbýur, sum eisini verður kallaður "Vendsyssels Hovedstad".

     

    Ein gongugøta fer tvørturum allan miðbýin við bæði matstovum, handlum og café lívi. Eisini er eitt størri shopping centur, ið kallast Metropol, har handlar so sum H&M, FONA, Bahne, Skoringen osfr., eru.  

     

    Væl vitjaði støð

    • Jólamarknaðurin í Tornby Gl. Købmandsgård
    • Metropol Shoppingcenter
    • Hugnaliga gongugøtan

     

    Upp- og afturlatingartíðir í Hjørring leygardag

    • Handlar í gongugøtuni kl. 10.00 - 14.00
    • Metropol Shopping Center  kl. 10.00 - 16.00

    Matararmband til børnini

    Matararmband til børnini

    Børnini fáa eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru til hvørja máltíð.

     

    Bílegg minibarr áðrenn fráferð

    Bílegg minibarr áðrenn fráferð

     

    Uttan alkohol einans kr. 89

    Við alkohol einans kr. 129

     

    Einans í kømrum við vindeyga.

     

    Melda til tíðindabræv

    Rinda 25% við bílegging, tó í minsta lagi kr. 3.000. Restin fellur til gjaldingar ein mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 23. mai 21:00
    Koma (lokal tíð)
    Hirtshals. 25. mai 10:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Hirtshals. 25. mai 15:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.