•  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  
  •  

Jólatúrur 29. novembur

Smyril Line - Jólatúrur 29. novembur

Jólatúrur 29. novembur

Undirhald, góður matur og shopping

Ársins jólatúrur verður 29. novembur, og vit eru aftur á Havnini mánamorgun 3. desembur. Vit liggja við kai í Hirtshals frá morgni til myrkurs leygardagin 1. desembur.

 

Úr Hirtshals koyra vit beinleiðis við bussi til Aalborg. Møguleiki er at vitja eitt nú Aalborg Shoppingcenter, Friis Shoppingcenter og Ikea.
 
Umframt góðu tilboðini, sum Tax Free handilin hevur, vera fleiri sertilboð á júst hesum túri. Lagt verður upp til ein spennandi túr við undirhaldi, serligum matarskráum og tónleiki frá nøkrum av okkara bestu tónleikarum.

 

Ferðaætlan

Fráferð Tórshavn 29. novembur kl. 21.00 

Koma Hirtshals 1. desembur kl. 10.00

 

Fráferð Hirtshals 1. desembur kl. 21.00

Koma Tórshavn 3. desembur kl. 05.00

 

Bólkurin Chill spæla til dans

Tónleikabólkurin Chill bleiv stovnaður í 2002 og hevur hesi árini fram til í dag, spælt til eitt ótal av veitslum og almennum dansitiltøkum. Bólkurin hevur sín stíl og er kendur fyri sína breiðu tónleikaskrá, sum fevnur um góðan føroyskan og útlendskan rokk og popp dansitónleik úr 60'unum og upp til tað nýggjasta, sum er at hoyra í dag.

 

Chill

 

Chill er mannað við royndum og kendum føroyskum tónleikarum, og eru teir frá vinstru:

  • Torkil Johannesen, trummur og sang
  • Jens Tummas Næss, bass og sang
  • Hans Ravnsfjall, gittar og sang
  • Høgni Zachariassen, gittar og kór

 

Bílegg ársins jólatúr á netinum, ring á tlf. 34 59 00 ella skriva til booking@smyrilline.fo.

Gevið gætur, at til ber sjálvandi at bíleggja kamarstypu, men ikki kamarsnummar.

 

 

Prísir fyri hvønn

 

Koyggja í deildum 4-koyggjukamari: 

úr kr. 499 

 

4-koyggjukamar u/vindeyga:

úr kr. 499 tá 4 ferðast saman

 

4-koyggjukamar v/vindeyga:

úr kr. 799 tá 4 ferðast saman

 

2-koyggjukamar u/vindeyga:

úr kr. 799 tá 2 ferðast saman

 

2-koyggjukamar v/vindeyga: ÚTSELT

úr kr. 799 tá 2 ferðast saman

 

Kamar v/dupultsong og vindeyga:

úr kr. 2.399 tá 2 ferðast saman

 

Luksuskamar: ÚTSELT

úr kr. 2.999 tá 2 ferðast saman

 

Einakamar: ÚTSELT

úr kr. 1.298

 

OJOL2

Íroknað:
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Fyribils skrá

    Hósdagur

    20:00 Ólavur á Váli og Dánial Gomez spæla í Naust 
    20:00-21:00 Happy Hour í Naust
    21:00 Fráferð úr Tórshavn
    22:00 DJ Ottar í Funningsstovu í Sky Bar
    23:00-03:00 Chill spæla til dans í Naust

     

    Fríggjadagur

    14:00 Whiskeysmakking í Tax-Free Shop
    15:00 Bingo í Naust
    16:00 Dánial Gomez og Ólavur á Váli spæla í Naust 
    17:30 Lærið at gera ein cocktail
    20:00 Pub quiz í Naust
    21:00-22:00 Happy hour í Naust 
    21:00 Felagssangur og undirhald við John Andersen Naust
    22:00 DJ Ottar í Funningsstovu Sky Bar
    23:00-03:00 Chill spæla til dans í Naust

     

    Leygardagur

    09:00 Koma til Hirtshals
    09:30 Bussar koyra til Aalborg City Center og Aalborg Storcenter
    20:00 Fráferð úr Hirtshals
    20:00-21:00 Happy hour í Naust
    20:00 Felagssangur og undirhald við John Andersen í Naust
    21:30 Ólavur á Váli og Dánial Gomez spæla í Naust 
    22:00 DJ Ottar í Funningsstovu spælir í Sky Bar
    23:00-03:00 Chill spæla til dans í Naust

     

     

    Sunnudagur

    14:00 Romsmakking í Tax-Free Shop
    15:00 Bingo í Naust
    16:00 Undirhald og felagssangur við John Andersen Naust
    17:30 Dánial Gomez og Ólavur á Váli spæla í Naust 
    20:00-21:00 Happy hour í Naust
    20:00 Pubquiz í Naust
    21:00-00:00 Chill spæla í Naust 
    22:00 DJ Ottar í Funningsstovu í Sky Bar 

     

     

    Mánadagur

    06:00 Koma til Havnar

     

    Jólamatur umborð

    Tryggja tær jólamatin áðrenn fráferð og spar pening

     

    Morgunmatur í Norröna Buffet

    1 x morgunmat 

    kr. 109 (spar kr. 40)

     

    3 x morgunmat

    kr. 285 (spar kr. 132) 

     


     

    Miðmáli

    1 x dagsins jólarætt v/dessert í The Diner (kl. 12.00-14.00)

    kr. 109 (spar kr. 10)

     

    1 x jólaplatt í Simmer Dim (kl. 12.00) 

    kr. 119 (spar kr. 40)

     


     

    Norröna jólabuffet

    1 x jólabuffet

    kr. 220 (spar kr. 69)

     

    3 x jólabuffet 

    kr. 595 (spar kr. 272)

     


     

    Morgunmatarbuffet + Norröna jólabuffet

    3 x morgunmat

    3 x jólabuffet

     

    kr. 895 (spar kr. 389)

     


     

    Morgunmatarbuffet + Simmer Dim

    3 x morgunmat

    3 x 3-rættað matskrá í Simmer Dim

     

    kr. 1.195 (spar kr. 422)

     


     

    Ad libitum til jólabuffet fyri eitt kvøld

    "All you can drink wine, beer and soda": 

     

    kr. 99 

     

     

    Bussar úr/til Hirtshals

     

     

     

     

     

     

     

     

     

    Ferðaætlan við bussi millum Hirtshals - Hjørring - Aalborg

     

    Bussurin skal bíleggjast áðrenn fráferð.

     

    Bussur úr Hirtshals kl. 10.30

    Fyrsti steðgur: Hjørring Centrum
    Annar steðgur: Aalborg Storcenter
    Triði steðgur: Aalborg City
     

    Úr Hjørring og Aalborg leygardag

    Bussur koyrir úr Hjørring kl. 16.00
    Bussur koyrir úr Aalborg City kl. 17.00
    Bussur koyrir úr Aalborg Storcenter kl. 17.30
     

    Prísir

    Hjørring Centrum: kr. 70
    Aalborg Storcenter og Aalborg City: kr. 130
     
     

    Hjørring

    Metropol Shoppingcenter

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

    Shopping í Hjørring

     

    Hjørring er bert 15 min at koyra úr Hirtshals, og er tað ein livandi handilsbýur, sum eisini verður kallaður "Vendsyssels Hovedstad".

     

    Ein gongugøta fer tvørturum allan miðbýin við bæði matstovum, handlum og café lívi. Eisini er eitt størri shopping centur, ið kallast Metropol, har handlar so sum H&M, FONA, Bahne, Skoringen osfr., eru.  

     

    Væl vitjaði støð

    • Jólamarknaðurin í Tornby Gl. Købmandsgård
    • Metropol Shoppingcenter
    • Hugnaliga gongugøtan

     

    Upp- og afturlatingartíðir í Hjørring leygardag

    • Handlar í gongugøtuni kl. 10.00 - 14.00
    • Metropol Shopping Center  kl. 10.00 - 16.00

    Aalborg

     

     

     

     

     

     

     

     

     

     

    Shopping í Aalborg

     

    Aalborg er fjórðstørsti býur í Danmark og hevur mangt og hvat at bjóða.

     

    At kalla allir handlar og handilsmiðstøðir hava opið hendan dagin, vit steðga í Danmark.

     

    Í Aalborg liggur væl fyri at keypa, tí har eru millum annað IKEA, Aalborg Storcenter, Bilka, Friis Shoppingcenter og Jomfru Ane Gade.

     

    Seinastu jólatúrarnir hava hesi støðini verið væl vitjaði

    • Aalborg Shoppingcenter
    • Friis Shoppingcenter
    • Jólamarknaður á gongugøtuni
    • IKEA

     

    Upp- og afturlatingartíðir í Aalborg leygardag

    • Aalborg Storcenter kl. 10.00 - 16.00
    • Aalborg Storcenter (Bilka)  kl. 06.00 - 24.00
    • IKEA kl. 10.00 - 20.00
    • Aalborg City kl. 10.00 - 16.00
    • Friis Shoppingcenter kl. 10.00 - 17.00

     

    >> Sí hvat Aalborg Storcenter hevur at bjóða

     

    Matararmband til børnini

    Matararmband til børnini

    Børnini fáa eitt armband, sum gevur atgongd til morgunmat, miðmála og døgurða við einari drykkjuvøru til hvørja máltíð. Les meira >>

    Bílegg minibarr áðrenn fráferð

    Bílegg minibarr áðrenn fráferð

     

    Uttan alkohol einans kr. 89

    Við alkohol einans kr. 129

     

    Einans í kømrum við vindeyga.

     

    Melda til tíðindabræv

    Rinda kr. 3.000 nú og restina 1 mánað áðrenn fráferð

    Tú kanst eisini tryggja tær pláss og ferðina, uttan at hugsa um at rinda alt beinanvegin. Tað ræður um at gera skjótt av, tí bíligu ferðaseðlarnir eru avmarkaðir í tali. Flestu bíligu ferðaseðlarnir til Danmarkar í summar, eru við fráferð úr Føroyum sunnukvøld.

    Bílegg á netinum

    Bílegg online

    Næsta fráferð og koma:

    Koma (lokal tíð)
    Tórshavn. 22. okt 06:00
    Fráferð (lokal tíð)
    Tórshavn. 22. okt 14:00
    Koma (lokal tíð)
    Seyðisfjørð. 23. okt 09:00

    Hevur tú spurningar?

    • 34 59 00
    • office@smyrilline.fo
    • Skrivstovur
    • Facebook
    • Instagram

    Fyrivarni verður tikið fyri feilum og broytingum.