Frítíðin byrjar umborð

Smyril Line - HARMONIKUTÚRUR TIL DANMARKAR 8. - 11. JUNI

HARMONIKUTÚRUR TIL DANMARKAR 8. - 11. JUNI

Tað verður farið á gamlar slóðir aftur, har tað er harmonikan, og bert harmonikan, sum leggur dagsordan.

Hevur tú verið harmonikutúr við Norrønu, so hevur tú ivaleyst verið við á fleiri túrum. Hesir túrar eru so vældámdir, at vit ár um ár, kenna tey somu andlitini aftur.

 

Men, hví ikki? Sjáldan er lagið so gott umborð sum hesar dagarnar, tá harmonikutónar ljóma á hvørjum horni og dansurin gongur lystiliga. Ein ørgrynna av slagarum eru at hoyra ,og nógv verður sungið við, tá harmonikan setur dagsskránna. Her er lag á manni at hugna sær við góðum dansitónum í hugnaliga umhvørvinum umborð á Norrønu

 

Skráin verður sum altíð góð, og til ber at fylgja við her á heimasíðuni, har skráin støðugt verður dagførd. Skráin er ávegis.

 

Prísur fyri hvønn:

 

úr kr. 1.795

 

SMSC

Íroknað:
  • Snarferð til Danmarkar og aftur
  • Koyggja í deildum 4-koyggjukamari u/vindeyga 
  • 3 x morgunmatur
Møgulig tilkeyp:

Ring og bílegg
ella frætt nærri

34 59 00

    Í kømrum við vindeyga ber til at keypa minibarr við ella uttan alkohol fyri einans kr. 219 áðrenn fráferð.

    Sí innihaldið niðanfyri ella les meira her

     

    Minibarr við alkohol

    • 2 Aqua d'or
    • 2 Øl í dós 
    • 2 Coca Cola
    • 1 Sprite
    • 1 Fanta
    • 1 Reyðvín
    • 1 Smirnoff miniature
    • 1 Bacardi miniature
    • 1 Baileys miniature
    • 1 Famous Grouse miniature
    • 1 Snickers
    • 1 Peanuts
    • 1 Kims Mini Chips
    • 4 Plastgløs
    • 2 Plastvíngløs

    Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum.

    Minibarr uttan alkohol

    • 2 Aqua d'or
    • 2 Ramlösa mineral vatn við brús 33cl
    • 2 Coca-cola
    • 1 Sprite
    • 1 Fanta
    • 1 Haribo Matador Mix 500gr
    • 2 Toblerone 50g
    • 1 Djúpur 150gr
    • 1 Snickers Bar
    • 1 Peanuts
    • 1 Kims Chips (lítil posi)
    • 4 Plastgløs 

     

     

    Fyrvarni verður tikið fyri broytingum í vøruúrvalinum